Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-24, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. september 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 183 - 24. september 2008 lýsingar SEPTEMBER-KAPPINGIN Hvønn dag í september mánaða verða Sudoku uppgávur at finna í Sosialinum. Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri møguleika hevur tú at vinna. Sendið okkum loysnina innan mikudagin 8. oktober 2008 kl. 10.00 og viðmerkið brævbjálvan »Sudoku«. Vinningur í september er 2 M-semiflex flogferðaseðlar við Atlantic Airways. Virði Kr. 6.304,- Drigið verður í viku 42. Fyri at vera við í kappingini, skal øll uppgávan verða loyst. Navn: Bústaður: Telefon: Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn Merkið brævbjálvan »Sudoku« Vinningurin í september 2 M-semiflex ferðaseðlar frá Atlantic Airways. Virði Kr. 6.304,- Vinnari av august-kappingini varð: Á. Hovgaard, Hov Landsgrannskoðanin søkir eftir starvsfólki Søkt verður eftir starvsfólki at byrja 1. november 2008 ella eftir avtalu. Arbeiðið á stovninum er áhugavert, fjølbroytt og sjálvstøðugt og fevnir um at grannskoða almennar stovnar, skipanir og virkir. Eisini ber til at laga arbeiðsuppgávur eftir førleika og áhuga. Førleikakrøv: Hægri útbúgving innan grannskoðan, roknskap, løgfrøði, kunningartøkni o.l., ella royndir innan almenna ella privata umsiting eru avgjørt fyri- munir, men ikki treytir. Vit leggja dent á, at viðkomandi hevur góð samstarvsevni, er arbeiðssamur, nærlagdur, dugir væl at skriva og samskifta við stovnar og starvsfelagar. Útbúgvingarmøguleikar: Á Landsgrannskoðanini bjóða vit starvsfólki okkara útbúgving og eftirútbúgving. Vit samstarva við norðurlendsku ríkis- grannskoðanirnar, og í tí sambandinum stendur starvsfólkunum í boði at fara á skeið ella at arbeiða styttri tíðarskeið í hinum norðurlondunum. Lønar- og setanarviðurskifti: Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Umsókn: Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og viðmælum o.ø. skal sendast til: Landsgrannskoðanina Traðagøta 43 Postrúm 2053 165 Argir ella sum teldupostur: postur@lg.fo. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. september 2008. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dam, á tlf. 355100. Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði. Tú kanst fáa meira at vita um Landsgrann- skoðanina á heimasíðu okkara: www.lg.fo. LANDSGRANNSKOÐANIN er ein óheftur stovnur undir Løgtinginum, sum virkar sambært Ll. nr. 25 frá 21. apríl 1999” um grannskoðan av landsroknskapinum v.m.” Landsgrannskoðanin ansar eftir, at landsroknskapurin er rættur, at roknskapar- og eftirlitsskipanir eru tryggar, at peningurin er brúktur samsvarandi galdandi játtanum, lógum og fyriskipanum, og at umsitingin er sparin og virkin. Landsgrannskoðarin er skrivari hjá løgtingsgrannskoðarunum, og tí fyrireikar og avgreiðir Landsgrannskoðanin mál vegna løgtingsgrannskoðararnar, sum m.a. gjøgnumganga og leggja almennar roknskapir fyri Løgtingið at góðkenna.