mikudagur 24. september 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
sosialurin 24. september 2008
JOBMATCH 08
Føroysk lesandi í Danmark eru
kræsnir kundar, tí tey eru von við
høgt tænastustøði í donsku
peningastovnunum, og tá tey
flyta heim, seta tey tí høg krøv til
sín banka. Somuleiðis krevja
føroyingar, ið flyta heimaftur, at
fáa spennandi avbjóðingar og
gott rásarúm til at brúka sínar
førleikar í eini nútímans fyritøku.
Í framløgu á JobMatch fer
Johnny í Grótinum, deildarleiðari
í Føroya Banka, at greiða frá,
hvussu og hví Føroya Banki
eggjar føroyingum at flyta
heimaftur til Føroya. Somuleiðis
fer Johnny at greiða frá teimum
mongu broytingum, ið hava verið
í bankanum seinnu árini.
Síðan Føroya Banki fyri
trimum árum síðan orðaði eina
nýggja vakstrarstrategi, er nógv
hent í bankanum. Fleiri nýggj
virkisøkir eru sjósett, har
húsameklarafelagið Skyn við
sínum høga góðskustøði kanska
er tað átakið, sum hevur størstan
týdning fyri føroyingar, ið flyta
heim.
Føroya Banki varð í fjør
skrásettur á keypsskálunum í
Keypmannahavn og Reykjavík
og virkar nú samsvarandi teimum
reglum, ið galda fyri børsskrá
settar fyritøkur. Altjóða samskifti
bankans er nógv ment, og enskt
er nú javnsett við føroyskt í
samskiftinum mótvegis
børsunum og teimum 15.000
partaeigarunum hjá bankanum.
Nýggi samleikin hjá bankanum
er gjølla umhugsaður. Hann vísir
ein númótans klassikara á veg
framá. Grundleggkandi virði
bankans eru dugnasemi, eldhugi
og framsøkni, og alt, sum bankin
ger, og øll marknaðarføring
bankans byggir á hesi virði.
Við 100 ára royndum sum
banki hjá privatkundum og
vinnukundum hevur Føroya
Banki sterkt kjølfesti í føroyska
samfelagnum. Bankin kennir tað
sum sína samfelagsskyldu at
skapa góðar umstøður fyri fólk í
Føroyum, og bankin virka
samstundis fyri, at føroyska
samfelagið allatíðina verður
altjóðagjørt.
Á JobMatch fara tey vitjandi at
kunna fáa eitt gott fakligt og
íblásandi prát við umboð fyri
Føroya Banka
Fríggjakvøldið 26. september
klokkan 20.00 verður skipað fyri
einum Netverkstiltaki.
Á netverkstiltakinum verður
ymiskt spennandi á skránni.
Bogi Eliasen greiður frá
høvuðsniðurstøðunum í
kanningunum um føroyskar
útisetar.
Suni Poulsen, sálarfrøðingur
og partnari í Marketminds
greiður frá fokusbólkakanning
um hví nógvri útisetar ikki koma
aftur til Føroya.
Tríggir føroyingar úr vinnu og
fyriseting at greinða frá, um hví
grasið er grønari í Føroyum
hetta skilt á tann hátt, at tey fara
at bera fram sína áskoðan um
fyrimunirnar við at virka og liva
í Føroyum. Tey eru:
Marjun Hanusardóttir, Stjóri á
Løgmansskrivstovuni
Hákun Steingrímsson, Stjóri á
Formula.fo
Christian Nagata, Stjóri á
Nema
Harafturat verður eisini politisk
kjak um framtíðarsamfelagið
Føroyar, um hvussu Føroyar
kunnu gerast meira áhugaverdar
fyri útisetar at flyta heimaftur
til. Í Kjakinum luttaka teir
føroysku fólkatingslimirnir,
umframt at fundarluttak
arar kunnu siga sína hugsan um
hetta evni.
Annita á Fríðriksmørk, Fólka
tingslimur fyri Tjóðveldisflokkin
Edmund Joensen, Fólkatings
limur fyri Sambandsflokkin
Føroyskur tónleikur verður
eisini á skránni hetta kvøldið,
har Lena & Niclas, Gurið
Hansdóttir og Maria Guttesen og
Kári P fara at spæla..
Tilltakið verður fyriskipað
saman við Føroyahúsinum, og
luttøka á netverkstiltakinum
verður ókeypis!
Sendi
maður
setir
JobMatch
Herálvur Joensen, sendimaður
Føroya í Keypmannahavn,
fer at seta JobMatch
starvstevnuna fríggjamorgunin
26. september kl. 9.40.
JobMatch fer fram á
Norðurbryggjuni, sum er
júst sami bygningur, sum
Sendistova Føroya heldur til
í. Í samband við
fyrireikingarnar av
JobMatch hevur verið tætt
og gott samstarv við
starvsfólkini á Sendistovuni.
Leygarkvøldið 27.
september skipar Sendistova
Føroyar fyri móttøku fyri
innbodnum.
Framløga
við Tórs
havnar
Kommunu
Tórshavnar Kommuna hevur
eina framløgu um komm
ununa á JobMatch. Fyrstu
parturin av framløguni fer at
samanbera fíggjarliga
viðurskifti í Tórshavnar
Kommunu við viðurskiftini í
Føroyum sum heild og við
Danmark. Hugt verður at
skattligum viðurskiftum,
barnarstuðli og øðrum
gjøldum og stuðli. Fram
løgan fer at vísa dømir um
ymiskar familjur so sum,
støk, familja við tveimum
børnum og stakir uppi
haldarar, sum búgva í
ávikavist Danmark og
Tórshavn, og hvat munurin
er á tøku inntøkuni hjá
hesum.
Annar partur snýr seg
tilboð og tænastur í
Tórshavnar Kommunu.
Nógvar betringar í tilboðum
og tænastum til familjur og
einstaklingar eru hendar
seinnu árini, og Tórshavnar
Kommuna fer í framløguni
at vísa á nøkur av hesum
viðurskiftum.
Føroya Banki – ein nýmót
ans klassikari á veg framá
Netverk tiltak
Á JobMatchstevnuni, sum
verður á Norðuratlantsbryggjuni
í Keypmannahavn fríggjadagin
26. og leygardagin 27. september
2008, fer Nærverkið at dyrgja
eftir nýggjum starvsfólkum.
Vit hava ein bás á
framsýningini, har høvi verður at
hitta starvsfólk frá ymisku
deildunum, og kl. 13.00 báðar
dagarnar verður áhugaverd
framløga um nógvu ymisku
starvsmøguleikarnar í
Nærverkinum.
Nærverkið fer í komandi árum
at hava tørv á nógvum
starvsfólkum, og vónandi kann
JobMatch vekja áhugan hjá
útisetum og danskarum við røttu
útbúgvingunum at koma
heimaftur á klettarnar.
Vit gleða okkum og vóna, at
nógv vitja okkara bás hesar
báðar dagarnar.
Nærverkið á
JobMatch
í Keypmannahavn
Herálvur Joensen, sendimaður
Johnny í Grótinum, deildarleiðari