Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-24, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. september 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 183 - 24. september 2008 ] Nýtt súkklu­logo Tórshavnar Súkklufelag hevur nú fingið sær nýtt búmerkið. Tað er Martin Joensen, sum hevur snið­ givið búmerkið, sum um­ framt ein kappsúkklara eisini ímyndar teir tríggj­ ar bókstavirnar, TSF, sum eru stytting fyri Tórshavnar Súkklufelag. Fair Play dagu­r su­nnu­dagin Altjóða Fair Play dagur er sunnudagin, og hetta verður markerað, tá dyst­ irnir í Formula­deildini verða spældir. Dystirnir eru tá NSÍ­EB/Streymur, Víkingur­HB og B36­ B71, og verður Fair Play­ dagurin tá markeraður, við at gentur og dreingir ganga undan dómarum og spælarum á vøllin við einum Fair Play flaggi millum sín. Hartil verður altjóða orðingin um Fair Play hugburðin lisin upp undan dystarbyrjan. 3. deild spælir finalu­ leygardagin B71 og B36 spældu seg seinasta leygardag í finaluna í 3. deild við hálvfinalusigrum á ávikavist Skála og AB. Finalan millum liðini verður spæld á Argjum nú leygardagin, og verð­ ur tað Eiler Rasmussen, sum dømir dystin, ið byrjar klokkan 12. Eisini verður dystur um bronsumerkini leyg­ ardagin. Hesin verður spældir á vøllinum við Margáir í Streymnesi klokkan 12.30, og verður tað Fríðin Ziskason, sum tá skal halda floytuni. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Tað verður í spild­­ urnýggjum búnum, at føroyska fótbólts­ land­sliðið fer und­ir nostalgisku uppgerðina móti Eysturríki Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sammett við liðið, sum var á vøllinum fyri 18 árum síð­ ani, so er talan um spildur­ nýtt lið, sum fer á vøllin, tá Eysturríki vitjar. Onkrir av spælarunum á landsliðnum í dag munnu neyvan minnast ta ferðina, tá Eysturríki mátti heim úr Landskrona við ongum, men týdningurin av sigri­ num man tó vera teimum flestu kunnugur. Tí er ikki sørt, at spenn­ ingurin í skiftingarrúminum er stórur, nú tað av álvara stundar til sjálvan landsdyst­ in. Ein landsdystur, sum eisini verður spældur í spildurnýggjum búnum. Fótbóltssambandið boð­ aði í gjár frá,a teir nú hava spildurnýggjar Puma­ troyggjur til landsliðið. Troyggjurnar eru hampuliga líkar teimum, sum landslið­ ið hevur spælt í seinnu árini, men bulurin er nú hvítur, allur sum hann er. Áður hava føroysku litirnir annars eisini verið á sjálvum bulinum, men nú eru teir bert at síggja sum strípur á ermunum. Troyggjurnar eru ser­ gjørdar til føroyska lands­ liðið, og kunnu tí ikki keyp­ ast í vanligu ítróttarhandl­ unum, men á heimasíðuni, www.football.fo, er ein net­ handil, har til ber at keypa sær troyggjuna. Eisini ber til at keypa sær atgongu­ merki til sjálvan dystin, sum altso verður leygardag­ in tann 11. oktober klokkan 16. Jákup á Borg er her avmyndaður í nýggja landsliðsbúnanum, sum fyri fyrstu ferð verður nýttur, tá Føroyar taka ímóti Eysturríki Ógreiða kring eigara­ viðurskiftini hjá Carlos Tevez og Javier Mascherano, tá hesir vórðu keyptir til West Ham, kostar helst Lond­on­felagnum um 300 milliónir Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var ein týðandi styrkur, sum West Ham fekk sær í vetrar­transfer vindeygan­ um í 2006/07 útgávuni av ensku Premier League. Við Carlos Tevez í álopi­ num og Javier Mascherano á miðvøllinum vann West Ham seg frá eini støðu sum vísur niðurflytari, soleiðis at teir við einum sigri á Manchester United á sein­ asta leidegi kundu bjarga tilveruni í Premier League. Avgerandi málið varð her skotið av Carlos Tevez. Tað var tó ógreiða um ognarviðurskiftini viðvíkj­ andi spælarunum, sum part­ víst vóru ogn hjá Media Sports Investment, og hetta kostaði tá West Ham eina bót upp á knappar 60 milli­ ónir kr. Hetta vóru tó smápengar í mun til tað, sum Sheffield United misti, tá felagið misti sín Premier League sess. Sheffield United hevði annars kravt, at West Ham varð dømt at missa stig sum avleiðing av handlinum, men hetta vann í fyrsta umfari ikki frama hjá enska fótbóltssambandinum. Sheffield United kærdi úrskurðin við kravi um at fáa endurgjald fyri mistu Premier League­inntøkur­ nar, og nú – hálvt annað ár seinni – hevur felagið fing­ ið viðhald í hesum. Nevnd­ arformaðurin í felagnum, Kevin McCabe, sigur, at niðurflytingin kostaði í minsta lagi hálva miliard pund, men í so máta sleppur West Ham bíliga. Endur­ gjaldið, sum teir nú eru dømdir at rinda til the Blad­ es, er upp á 300 milliónir krónur. Nýggju­r búni til Eystu­rríkis-dystin 300 milliónir í bót TSF TÓRSHAVNAR SÚKKLUFELAG