Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-24, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. september 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin 24. september 2008 21 JOBMATCH 08 samrøða við Elina HEinEsEn, stjóra Fólkatalið í Føroyum má upp Vit hava yvirskot á burðar­ talinum í Føroyum. Føroyingar fáa fleiri børn pr. íbúgva enn nakað annað land í Evropa, so íbúgvaratalið átti at vaksið – skjótt! Kortini stendur íbúgvaratalið í stað, tí vit hesi seinastu árini hava havt eina netto fráflyting um árið uppá 200­300 fólk. Tað eru alt ov nógv. Býtið av monnum og kvinnum er eisini skeivt. Vit hava eitt undirskot uppá áleið 2.000 kvinnur. Harumframt er aldurspyramidan skeiv. Vit hava nógv eldri fólk, men vit mangla fólk í arbeiðsførum aldri – og ikki minst væl útbúgvið, skikkað fólk, sum kunnu skapa virðir, og sum eru før fyri at kappast á høgum støði við sterka vinnulívið í størri londum, har vit mugu og skulu fylgja við. Vit bjóða ikki kappingarførar lønir – helst tí vinnulívið sum heild ikki er nóg inntøkuført. Nógv ung fara av landinum at útbúgva seg og venda ongantíð aftur, har onnur ístaðin fáa gleði av teirra førleikum. Hetta er ein nógv størri trupulleiki, enn vit hava hug til at síggja í eyguni, tí hetta máar støðið undan tí týdningarmikla vinnuliga virksemi, sum skal leggja lunnar undir og tryggja framtíð okkara í Føroyum. Um vit ikki fáa útbygt eitt avbjóðandi fakligt vinnuligt umhvørvi í Føroyum, sum dregur føra og skikkaða arbeiðsmegi til landið, kann hetta gerast ein óndur spiralur, har fleiri og fleiri skikkað fólk flyta av landinum og gera fakliga umhvørvið enn fátækari. Hvat er til at taka? Men alt er ikki mist á gólvið enn. Áhugin fyri Føroyum í umheiminum veksur. Føroyar tykjast onkusvegna at vera ein blandingur av ingrediensum, sum raka tíðarandan beint nú. Avbjóðingin hjá okkum nú er at brúka hetta momentumið. Fyritreytirnar fyri at kunna skapa vøkstur og kappingarføri snúgva seg í høvuðsheitum um evnini hjá vinnulívinum til at skifta frá ídnaðarframleiðslu sum fremstu búskaparligu drívmegi til meira fjølbroyttar og handilsligar tænastur – og so duga at marknaðarføra hesar. Tað eru júst tey kreativu og tey vælútbúnu, sum kunnu lyfta hesar týdningarmiklu uppgávur. Evnini til at fáa hesi virðisskapandi fólkini til at flyta til, støðast og ikki rýma úr Føroyum, er ein av okkara stóru avbjóðingum – tvs. at fáa ung fólk, lesandi, kvinnur, barnafamiljur, granskarar og kreativar íverksetarar til at velja at búgva í Føroyum ­ ella til at arbeiða fyri føroyskar fyritøkur, har sum tey eru, so føroyska vinnan fær ágóðan av teimum. Vit eiga nógvar kreativar og vælútbúnar føroyingar. Í roynd og veru hava vit betri kort á hondini enn tey flestu. Men nógv av hesum fólkunum búgva ikki í Føroyum, og vit gagnnýta ikki tær styrkirnar, vit hava, nóg væl, sum er. Um vit skulu lyfta føroyska vinnulívið á hædd við vinnulívið í londum, sum vit samanbera okkum við búskaparliga – helst enn hægri – so mugu føroyskar fyritøkur vera við til at draga og gagnnýta menniskjansliga tilfeingið meira og ikki minst geva teim kreativu og vælútbúnu tær bestu umstøðurnar til at vera kreativ og virkin í. Hetta er ein fyritreyt fyri at fáa ein sunnan búskap og trivnað fyri øll í samfelagnum – serliga í hesum tíðum, har vitanar­ og upplivingarbúskapur munar meira og meira á inntøkusíðuni. Hetta er galdandi fyri alla vinnu – eisini fiskivinnu, oljuvinnu, bankavinnu ­ sum kappast um kundarnar og bestu arbeiðsmegina t.d. ígjøgnum vørumenning og at skapa sterkan samleika, eina mentan og eitt andlit úteftir, ið hugtekur – júst uppgávur, sum ein akademisk arbeiðsmegi kann loysa. Hví er SamVit við til at fyriskipa Jobmath? Hvat kunnu vit gera – soleiðis í fyrstu syftu – beint nú fyri at bøta um støðuna? Vit kunnu t.d. varpa ljós á teir vinnuligu og fakligu møguleikar, sum hóast alt eru í Føroyum. Og vit kunnu royna at skapa sambond millum føroyskar arbeiðsgevarar og eina møguliga væl skikkaða arbeiðsmegi, ið, sum er, ikki verður gagnnýtt til fulnar. Slík sambond kunnu vera við til at skapa synergi, eitt sterkari fakligt umhvørvi og avdúka enn fleiri møguleikar og harvið draga fleiri fólk til Føroya. Tað er hetta, sum er endamálið við Jobmatch. Endamálið hjá SamViti er at veita vinnuni betri umstøður at skapa virðir – og harvið skapa búskaparvøkstur – t.d. við samskipan og netverksskapan innanhýsis og út í heim, umframt at lyfta stóru uppgávuna at marknaðarføra føroyskar vørur og tænastur í útheiminum í samstarvi við vinnuna. Sostatt sampakkar endamál SamVits væl við luttøku í fyrireikingum av átøkum so sum Jobmatch, ið kunnu vera við til at skapa sambond og netverk til gagn fyri føroyskt vinnulív og føroyska samfelagið sum heild. Hví SamVit er við til at fyrireika Jobmatch Elin Heinesen, stjóri í SamVit