mikudagur 24. september 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 183 - 24. september 2008
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Bilar
Fyrst í september
kom ein streymur
av Golfum til Ísland,
sum liggur mitt í
Golf streyminum.
Hetta var í sambandi
við at Volkswagen
presenteraðu ein
nýggjan Golf fyri
motorjournalistum
úr øllum heiminum
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Reykjavík: Volkswagen bil
arnir við týskum nummar
plátum sóust aftur í gøtu
myndini í Reykjavík, nú
Volkswagen
presentera
nýggja VW Golf fyri motor
journalistum úr øllum heim
inum í døgunum frá 8. til
26. september.
Yvir hundrað VW Golf,
sum vóru komnir við flog
fari, og hópin av VW Phea
ton luksusbilum umframt
aðrir bilar sum t.d. VW
Touareg, Passat, Tiguan og
Transporter Business. Hesir
vóru komnir við Norrønu
til Íslands. Yvir 200 bilar
tilsamans.
Talan er um størstu bil
presentatión, sum nakrantíð
hevur verið í Íslandi.
Luksusbilarnir VW Phea
ton og Transporter Business
vórðu nýttir til at heinta
tíðindafólk av flogvøllinum
í Keflavík og koyra tey til
hotellið í miðbýnum í
Reykjavík og til koyring til
og frá framsýningarbygn
inginum, sum Volkswagen
hava latið bygt nakað uttan
fyri Reykjavík.
Tá presentatiónin verður
liðug síðst í hesi vikuni
hava umleið 1500 motor
journalistar umframt starvs
fólkini verið í Reykjavík í
sambandi við nýggja VW
Golf. Tilsamans eini 2000
fólk.
Golfurin er
tíðarleysur
Fáir bilar hava so fast tak í
sínum kundum sum VW
Golf. Tað vanliga er at eitt
bilmodell er á marknaðinum
í nøkur fá ár, síðan fær bil
urin eina sonevnda facelift
og koyrir so nøkur ár aftur
at. Tá so nýtt modell kemur,
er talan um ein heilt nýggjan
bil, bæði hvat útsjónd og tí
tekniska viðvíkur. Tað at
VW Golf broytist so lítið er
eitt sjaldsamt fyribrigdi.
Tað er faktiskt eingin annar
bilur, ið verður broyttur so
lítið í útsjónd sum VW
Golf.
Hóast talan er um ein
nýggjan
Golf,
sum
er
broyttur og betraður á øllum
økjum, líkist hann sær sjálv
um. Og tað er ein succes
hvørja ferð. Golfurin heldur
sær væl, er tíðarleysur og
heldur sera góðan prís sum
brúktur. Soleiðis hevur tað
verið í meira enn 30 ár. Frá
Bilasøluni í Hoyvík verður
sagt, at nýggi VW Golf
kemur til landið november.
Golf streymur til Reykjavíkar
Umleið hundrað VW Golfar vórðu sýndir fram í Reykjavík
Ein rekkja av Golfum uttan fyri framsýningarbygninginum sum Volkswagen hava
latið bygt nakað uttan fyri Reykjavík
Framsýningarbygningurin tekur seg væl út í eini “oyðimørk” í
modernaðum VW-stíli