Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-24, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. september 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 sosialurin 24. september 2008 JOBMATCH 08 Landsbyggifelagið Vit skulu hava bestu starvsfólkini 9`kcXe[_\mli\`kkdleX[p^ke\km\ibXmi}^\mldmˆmˆ]\me[ld]µic\`bld# k%[%`eeXec\`jcl#BK#dXibeXXi]µi`e^#fiblld_mµim`#m\ib]iµ`f^Y’jbXg% J\kk\^ˆjXdYXe[m`9`kcXe[ldk´i › kµimXij\i]iµ`c`^Xi}^\m`e^ › kµimXiXiY\`jd\^`ˆjkpkki`\ccXcfe^i`kˆ › _\mlikµim}_\]kXi`i}^\m`e^\ccXXiY\`jfibl 9`kcXe[:fejlck`e^>iflgc\^^lij\^j\ic`^X\]k`ilgg^}mld#_mµijcfpje`i bi\maXjXdjkXimpm`ild]Xbdµibf^jXdm`ibe`]i}pd`jbld}_l^Xgµikld% 9`kcXe[ E`\cj=`ej\ej^µkX/$(' =F$(('Kij_Xme K\c%")0/*(('/, =Xo%")0/*,--'( `e]f7Y`kcXe[%]f Jˆ\`j`e`_\`dXjˆleXY`kcXe[%]f#_Xilggcj`e^Xi\illd]µic\`bXif^ifpe[`i _a}i}^\mleld% 9`kcXe[:fejlck`e^>iflg $ekkbfejlc\ek_’jˆ=µifpld =´iejbXgXek`c_µc[Xi Samrøða við Eyðbjørn brimnES, Stjóra Landsbyggifelagið ger nógv burturúr fyri at fáa bestu starvsfólkini. Talan er bæði um starvsvenjing, at lesandi arbeiða í summarfrítíðini og at gera verkætlanir í samstarv við LBF. Stórur dentur verður eisini lagdur á starvsfólkamenning og at geva starvsfólkunum bestu umstøðurnar. Vit hava serliga seinasta hálvtannað árið havt trupulleikar við at fáa fólk í øllum liðum í byggivinnuni. LBF hevur havt trupult við at fáa verkfrøðingar og onnur við tekniskum útbúgvingum. Góðu tíðirnar hava gjørt sítt soleiðis at eftirspurningurin hevur verið stórur. Men eisini minkaða tilgongdin til teknisku útbúgvingarnar í Danmark gera at kappingin er sera stór um eitt nú verkfrøðingar, og her eru vit í harðari kapping við danskar fyritøkur í okkara vinnugeira. Landsbyggifelagið er størsta ráðgevandi fyritøkan innanfyri bygging í Føroyum. Við hálvari øld á baki, hevur felagið drúgvar royndir at byggja á, og metir seg hava nógv at bjóða virkisfúsum starvsfólkum. Eyðbjørn Brimnes vísur á, at tey í LBF leggja stóran dent á at fáa tey bestu fólkini og nógv verður gjørt fyri at fáa fólk at trívast, so sum bæði góðar persónliga og fakligar menningarmøguleikar og flextíð. Støddin á virkinum ger eisini, at LBF kann bjóða eitt avbjóðandi fakligt umhvørvið, og umvegis fast samstarv við danskar og íslendskar fyritøkur verður skipað fyri starvsfólkaumskifti, sum er sera gevandi. LBF fer bæði á Jobmatch fyri at gera vart við seg sum arbeiðspláss, men er eisini til reiðar at bjóða starv, um rætti persónurin kemur á básin. LBF ger annars nógv burturúr tá talan er um at rekruttera. Sonevndu summarfuglarnir, lesandi, sum koma heim at arbeiða í summarfrítíðini er ein háttur at fáa samband við tey sum eru undir útbúgving. LBF bjóðar seg eisini fram hjá lesandi at verða í starvsvenjing og at lesandi kunnu gera størri uppgávur, sum t. d høvuðsuppgávuna í samstarvi við LBF. Fyri at vísa sín opinleika fyri lesandi hevur LBF trý lesandi við á básinum, sum hava verið í starvið í summar. Fyri LBF er Jobmatch eitt gott tiltak fyri at koma eitt fet nærri at útisetinum og soleiðis standa seg betri í kappingini at fáa tey útbúnu heimaftur. LBF hevur avgjørt at brúka Jobmatch sum eina marknaðarføring ímóti útisetum og hinum luttakandi fyritøkunum á JobMatch. Men eisini sum ein branding inneftir í virki, sum vísir starvsfólkunum á rekrutteringina frameftir.