hósdagur 25. september 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 184 - 25. september 2008
Longu í titlinum á
fyrsta yrkingasavninum
hjá Hanusi Kamban,
Café Europa, liggur ein
fyriboðan um, at tað,
sum goymir seg millum
permurnar, er ein uppgerð
við heimføðisskap og
andligt trongskygni
øðrumegin, og málsligt
(og tjóðskaparligt)
trongskygni hinumegin.
Men Café Eruopa er so
nógv meira enn bara
tað: savnið er eitt satt
fýrverk av poetiskum
formum og motivum úr
europeiskari og føroyskari
bókmentasøgu
Ummæli
Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð
Kendi danski rithøvundurin,
ummælarin og bókmentamiðlarin
fram um allar Poul Borum segði
einaferð í samrøðu við útvarps
rásina Sokkelund, at tað, sum ger
yrkingar til nakað serstakt og
neyðugt í sær sjálvum, er tann ser
ligi hátturin, málið verður brúkt:
tað at mál, bókstavir, ljóð, orð og
setningar verða brúkt vitvíst og í
samsvari við tær heilt serligu
reglur, sum galda fyri skaldskap á
bundnum máli, eitt nú reglur um
ørindaform og rím. Men fyri at
gerast ein góður yrkjari, helt Poul
Borum fram, hevur tað alstóran
týdning, at tú lesur breitt og nógv
og klassikarar og útlendskan
skaldskap, og her vísir hann til
víðagitnu útsøgnina hjá skaldin
um T.S. Eliot, tá ið hesin sigur, at
hvørt einasta bókmentaligt stór
verk broytir allar undanfarandi
bókmentir, tí tá ið ein hevur lisið
hetta verk, fer ein at lesa tær
undanfarnu á ein annan hátt, enn
ein annars hevði gjørt.
F
yri góðari viku síðan hevði
Turið Sigurðardóttir, pro
fessari í bókmentum, eitt yvirlit
– eina kanon – í ritinum
“Punktum” (ískoyti til vikuskiftis
útgávuna hjá Dimmalætting) yvir
tíggju tey størstu skaldskapar
verkini á føroyskum – altso
(sambært T.S. Eliot) ein lista við
teimum verkum, sum hava havt
størstu ávirkan á, hvussu vit lesa
tær bókmentirnar, sum skrivaðar
vórðu undan teimum. Í hesum
lista eru heili seks yrkingasøvn
ella einstøk verk á bundnum
máli, ið røkka heilt frá Bryn
hildartátti til yrkingasavnið Rot
hjá Tóroddi Poulsen. Bestu
einstøku yrkingina, sigur Turið
Sigurðardóttir vera “Aldan” hjá
Gunnari Hoydal, sum flestallir
føroyingar kenna best sum
(felags)sang, við lagi eftir
Anniku Hoydal.
F
yri ordans skyld skal eg
skunda mær at viðmerkja, at
topp10 listin hjá Turið Sigurðar
dóttir varð gjørdur, áðrenn
nýggja yrkingasavnið hjá Hanusi
Kamban, Café Europa, sum her
skal verða umrøtt, kom út. Um
tað hevði broytt nakað, veit eg
ikki, men eg kann alt fyri eitt
staðfesta, at savnið hevur møgu
leika – ið hvussu er í føroyskum
høpi – at blíva eitt av teimum
verkum, sum eftirtíðin fer at leita
sær aftur til, tí tað hevur dygdir,
sum fyri vist kunnu broyta háttin,
sum ein føroyskur lesari fer at
lesa skaldskap á bæði bundnum
og óbundnum máli (sambært
útsøgn T.S. Elitos) – kanska ser
liga útlendskan skaldskap. Men
hetta er sjálvandi bara ein giting.
Tað, sum hinvegin stendur púra
greit, er, at Hanus Kamban sjálvur
byggir sínar yrkingar á stórverk,
sum undangonguhøvundar hava
skrivað, alt síðan fornu griksku og
rómversku skøldini, við sínum
hexametrum, umvegis ta ganda
kendu sonettuna til fríar modern
aðar yrkingar, loystar úr fortíðar
innar formligu høftum. Og høv
undarnir, sum hava lagt Hanusi
lunnar undir hetta savn, eru
hvørki fáir ella smáir: H.P Love
craft, Franz Kafka, Edgar Allan
Poe, Thomas Mann, H.G. Wells,
Hjalmar Söderberg, Dante, Paul
Celan, Goethe, Seneca, Homeros,
Herman Bang, Baudelaire o.s.fr.
o.s.fr. Hesin fyrst nevndi, amerik
anski høvundurin H.P. Lovecraft,
ið skrivaði ræðusøgur, fantasy og
science fiction, tykist hava ser
ligan týdning, tí hann er tann
einasti, sum verður nevndur í
sjálvum yrkingaheitinum – enntá
í tveimum førum: “Grøvin hjá H.
P. Lovecraft” (bls. 16) og “H.P.
Lovecraft” (bls. 41)
Y
rkingarnar spenna víða,
bæði í innihaldi og formi.
Sum dømi eru her tvær, sum
báðar viðgera hugtakið “heima”,
men sum annars eru heilt ólíkar.
Vit byrja við tí seinru, sum eitur
“Heim” (bls. 30):
heim rópar sálin heim eg / taki
bussin og fari út í býarins / terra
incognita og fari av / á skeivum
stað // heim eg vil heim men hvar
/ er skip mítt og hvar fór / tíðin
eg drívi sum av tilvild / inn á
kaffistovu har / tú situr
Henda yrking er skrivað í
fríum ørindum, meðan fyrsta
yrkingin í savninum, “Heima
høllin” (bls. 11), er ein hátíðarlig
sonetta, sum ikki inniheldur tann
iva og ta ójavnvág, sum eyðkenn
ir modernitetin í hinari yrkingini:
ein váð av grønum silki har vit
ganga / sum leiftrar fyri loti
aldar teskar / har sóljugull og
fípa eygað leskar / í loftsins
endaloysi lampur hanga // sum
tendrast móti nátt í hesum skála /
er vín og virtur dagsverk til at
fáa / frá hondum drós sum
hugahválvið roða / eitt lív at liva
ella – kykur – mála
Ella: heimið er, har vit ganga,
har vit búgva, har vit virka.
Savnið er býtt upp í fimm
partar. Fyrsti partur er bara henda
eina yrkingin, “Heimahøllin”,
sum ógvuliga hóskandi er ein
sonetta, “diamantur yrkinganna”,
sum ofta verður tikið til, ið lýsir
ta høll, ein verður føddur inn í.
Seinasti partur telur eisini bara
eina yrking, “Evsta skarð”, sum
snýr seg um hvíldarstaðin.
Millum hesar lívsins pólar eru so
tríggir partar, sum hvør sær
umboða ávís skeið og ávísar tættir
í lívinum (hjá skaldinum?).
Í
øðrum parti finna vit yrkingar,
sum viðgera grundleggjandi
tættir í menningini hjá okkum
Skaldsligt fýrverk
Yrkingasavnið “Café Europa” hjá
Hanusi Kamban hevur dygdir,
sum fyri vist kunnu broyta háttin,
sum ein føroyskur lesari fer at lesa
skaldskap, heldur ummælarin
Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð