Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. september 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Nr. 184 - 25. september 2008 menniskjum, so sum ást, girnd, kunnleiki, átrúnaður og list. Triði parturin er tann løgnasti, men samstundis tann mest áhugverdi og avbjóðandi, tí hesar yrkingarnar eru meira eksperi­ mentellar, og har finnur tú eisini tveir stuttar prosatekstir, sum eru nakrir teir mest bisaru, sum eg havi lisið á føroyskum. Hugsi mær henda part sum tann táttin í lívinum, tá ið ein sum høvundur er opin fyri at royna alt í leitinini eftir tí sonevnda sublima, og tá kann tað, sum spyrst burturúr, blíva rættiliga margháttligt. Í fjórða parti hevur skaldið so at siga runnið hornini av sær, spurningarnir snúgva seg nú meira um tilveruna og órann­ sakandi vegir hennara. Her finna vit yrkingar um syrgiligar hend­ ingar, sum høvundurin hevur verið sjónliga ávirkaður av, stórar vanlukkur, sum fær ein til at ivast í, um nøkur meining er við nøkrum sum helst. Tíbetur gevur hetta fyrsta yrk­ ingasavnið hjá Hanusi Kamban sjálvt svarið, og kann tað stutt takast samanum við síðsta ørind­ inum í yrkingini við tittulheitinum “Café Europa” (bls. 59): henda mjørkamorgun / í Havn millum bløðandi / fuchsiur og ryskir við krúllum av / trølsliga glinsandi / filigrann-døgg Hvat meir kunnu vit forlanga? S um lesarin vónandi hevur skilt, er undirritaði rættiliga hugtikin av hesum savni. Perma og uppseting eru í allar mátar eins leskilig og Toscasnitturnar á Kondittarínum, ið eisini prýða permuna. Málsliga og innihalds­ liga er savnið merkt av óvanliga mongum nøvnum, orðum og tilsipingum. Hetta er sera avbjóð­ andi og uppríkandi fyri tann forvitna, sum vil brúka sína tíð til at arbeiða við tilfarinum, men eg hugsi, at tað man vera troytt­ andi og onkisigandi fyri hini. Eitt sum eyðkennir skriving Hanusar sum heild, er hansara nærlagni og ovurhugi at greiða gjølla frá øllum, sum hann vil siga við tí, sum hann skrivar. Royndum lesarum dámar hetta vanliga ikki so væl, tí sum oftast missir teksturin (og harvið eisini lesingin) við hesum meira enn hann fær, tí trongdin til “informa­ tion overload” avmarkaðar møgu­ leikarnar fyri, hvussu lesarin kann skilja tekstin. Fyri minni royndar lesarar kenst tað sjálv­ andi tryggari, at høvundurin heldur í hondina á einum og leiðir ein gjøgnum tekstin. N ýggja yrkingasavnið hevur onga leiðbeining um, hvussu yrkingarnar skulu lesast, men heldur eru yrkingarnar í sjálvum sær stuttar ritgerðir um yrkinga­ listina, bæði í formi og innihaldi. Líkt er til, at Hanus vil yrkja víðari aftir teirri leið, sum ein av stóru fyrimyndum hansara, Janus Djurhuus, troddi. Hanus orðar tað sjálvur soleiðis í fyrilestrinum “Ramman ella myndin”, sum stendur prentaður í greina­ savninum Hin bráðvakra hugsjónin, sum kom út í 2000: “Janus gjørdi tíðliga av at tæna málinum í rúmligari merking. Málið var ein høll, har bæði formur og miðil sótu til háborðs. ... Umframt at eiga ein form, sum skuldi røkjast, var málið fyri honum ein samskiftismiðil, eitt spegl, sum bar Norðurlond inn í brúkarans huga, sum speglaði Europa, sum varpaði inn í nútíðina tankar og fyrimyndir úr Hellas. Meira enn tað, formur og miðil ríkaðu hvønn annan, úr dialektikkinum teirra millum gróði mýking og víðkan, fremm- andar spegilsmyndir lyftu formin upp og edlaðu hann. At gera sítt til at fullføra hesa edlan, tað var lívsverkið, Janus setti sær fyri at fremja.” M ær tykir, at Hanus Kamban við hesum savni hevur megnað at fáa fram fremmandar spegilsmyndir, í dialektikkinum millum mál og form. Vælvalda heitið Café Europa er sum savningarhugtak rámandi, tí yrkingasavnið er eitt slag av ferð gjøgnum europeiska mentanarsøgu. Tittulin er sjálv­ sagt eisini ein viðmerking til før­ oyska stavseting og nýtslu av fremmandaorðum: “c” er ikki sloppin við í føroyska stavraðið, og sambært móðurmálsorða­ bókini stavast heitið á tí heims­ partinum, sum vit búgva í, Evropa, ikki Europa. Samanumtikið er Café Europa eitt satt fýrverk av poetiskum formum og motivum úr europe­ iskari og føroyskari bókmenta­ søgu. Hevur tú sum lesari tíð og dirvi til at fara undir tað, lønar tað seg aftur í síðsta enda.