Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. september 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 184 - 25. september 2008 13 Stutt Sagt Finnland er sum USA - Vit finnlendingar kunnu ikki góðtaka, at ungir menn skulu taka okkum gíslar. Tað skrivar blaðstjórin á finska blaðnum Vasa- bladet, Kenneth Myntti, í oddagrein í gjár. Hann vísir á tey bæði hópdrápini, sum hava verið í finskum skúlum tað seinasta árið, og sigur, at tilburðirnir eru eitt tekin um, at okkurt er í Finnlandi, sum ikki ruggar rætt. Samstundis setir hann spurnartekin við, um Finnland nakran- tíð verður, sum tað var undan teimum báðum sorgarleikunum. Kenneth Myntti mælir stjórnini í Helsinki at leggja nógv størri orku í at forða fyri, at tílíkt skal endurtaka seg. Millum annað heldur hann, at myndugleikarnir eiga at gera eitt størri uppsøkjandi arbeiði millum tey ungu. Blaðstjórin leggur afturat, at hóast Finnland og USA hava tað til felags, at fólk hava lutfalsliga nógv skotvápn um hendi, so hevur eingin viljað borið tey bæði londini saman. Men tann upp- fatanin er broytt nú, skrivar hann. Ikki álit á Livni Í Sýrialandi hava em- bætismenn lítlar vónir um, at tann komandi forsæt- isráðharrin í Ísrael, Tzipi Livni, verður serliga hugað fyri at fáa eina varandei friðaravtalu við Sýrialand. Tað siga embætismenninir sambært ísraelska blaðnum Ha'aretz. Blaðið vísir til grein í sýriska blaðnum Tishreen, sum verður endurgivið fyri at siga, at formansvalið í ísraelska stjórnarflokk- inum ger, at tað verður torførari nú at fáa eina varandi friðaravtalu við Ísrael. Issam Dari, blaðstjóri á sýriska blaðnum, skrivar sambært Ha'aretz, at um hugt verður at tí, sum Tzipi Livni hevur sagt fyrr, so er lítið sannlíkt, at hon fer at virka fyri var- andi friði við Sýrialand. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Vit hava sagt, at Finnland kann ikki samanberast við USA, men tann hugsanin heldur ikki longur finskur blaðstjóri útlond Forsetin í Ekvador, Rafael Correa, hevur biðið herin leggja hald á maskinur hjá einari brasilskari byggifyritøku Rafael Correra er í øðini inn á brasilsku byggi- fyritøkuna Odebrech. Fyri- tøkan hevur fleiri stór arbeiði í Ekvador, men nú hevur forsetin givið herin- um boð um at leggja hald á allar maskinur hjá fyri- tøkuni, og teir brasilsku arbeiðsmenninir hava fing- ið boð um at fara av landi- num sum skjótast. Odebrech hevur millum annað bygt eitt vatnorkuverk í Ekvador. Tað bleiv tikið í brúk seinasta summar, men longu í vár mátti tað sløkkjast orsakaðav ymsum trupulleikum. Stjórnin sig- ur, at Odebrecht hevur ikki hildið sínar skyldur sum byggifyritøka og vil hava endurgjald, men brasilska fyritøkan sigur nei. Tað er komið rættiliga óvart á politiskar eygleiðarar í Suðuramerika, at Correa, forseti, hevur lagt seg út í ósemjuna við byggifyri- tøkuna. Teir vísa á, at Correa og brasilski forsetin, Luiz Inacio Lula da Silva, hava verið væl, men at uppíleggingin hjá Correa kann fáa ávirkan á viður- skiftini millum Ekvador og Brasil. Ingrid Betancourt, sum var gísli hjá kolombisku rørsluni FARC, vil vera við, at samskifti við yvirgangsmenninar er tann besti hátturin at fáa enda á yvirgangi Ingrid Betancourt var gísli hjá FARC í kolombiska frumskóginum í fleiri ár, men varð latin leys fyrr í ár. Hon heldur ikki, at hermegi og harðrend framferð loysa trupulleikarnar við yvir- gangi. - Tað eru tvinnar upp- fatanir, tá vit tosa um yvir- gang. Onnur er, at vit skulu ongantíð tosa ella tingast við yvirgangsmenn. Mín uppfatan er, at tað er neyðugt at samskifta, júst tí at talan er um yvirgangs- menn, sigur Ingrid Betan- court við spanska útvarpið Caldera SER. Sjálv hevur hon kunnleika til virksemið og hugs- unarháttin hjá kolombisku FARC-rørsluni, og í út- varpssamrøðuni sigur hon seg stúra fyri, at rørslan FASRC fer at girða seg inni, um myndugleikarnir ikki vilja tosa við rørsluna. -Vit eiga at tosa við yvirgangsmenn Vatnorkuverk elvir til kreppu í Suðuramerika Ingrid Betancourt Mynd: Polfoto George W. Bush, forseti, hevur biðið tey bæði forsetaval­ evnini koma á fund við seg at tosa um búskaparkreppuna Tað er ikki vanligt, at ein amerikanskur forseti sendir boð eftir teimum, sum kapp- ast um at taka við eftir hann, men George W. Bush hevur eisini sagt, at støðan er óvanlig, og at tað tíð er rímiligt at taka óvanlig stig. Í einari sjónvarpsrøðu síðstu nátt segði Bush, at amerikanski búskapurin er í kreppu, og hann ávaraði um, at fleiri milliónir amerikanarar kunnu missa arbeiðið, og at kreppan kann gerast drúgv. Tí helt hann tað vera rætt av sær at bjóða teimum báðum for- setavalevnunum á fund um støðuna, tí annar teirra skal medvirka til at loysa trupulleikarnar. John McCain og Barrack Obama hava játtað at hitta forsetan. McCain hevur skotið upp, at ein sjón- varpsdystur teirra millum verður útsettur orsakað av búskaparkreppuni, men tað vil Obama ikki. Tað er heldur ikki av tilvild, at hann sigur nei, tí sambært eygleiðarum hevur valstríð- ið hjá Obama havt stórt gagn av kreppuni og hevur verið medvirkandi til, at hann liggur væl frammanfyri í meiningakanningunum. Á kreppufund við undanmannin Barrack Obama og John McCain skulu tosa við George W. Bush, forseta um búskaparkreppuna Mynd: Polfoto