Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. september 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 184 - 25. september 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Í dag 25. september verður Marni Zach­ ariassen, ættaður úr Norðragøtu, 70 ár. Í hesum sambandi hevur beiggi hansara Jan skrivað hesa heils­ an til Marna: Marni er sonur Jákup Sofus Zachariassen, (1910-1991) í Mortanstovu í Norðragøtu og Annelenu f. Tausen, (1914-1998). Jákup var sonur Zacharias Zachariassen (1853-1921) í Norðragøtu og Marin Fred- erikke (f. Jacobsen) frá Skipanesi. (1876-1957). Marni er tískil uppkallaður eftir ommuni. Annelena var elsta dóttir Hans Tausen, ættaður úr Hovi, uppvaksin í Lamba og Haldu (f. Hammer) av Hamri á Toftum. Tey búðu í Runavík. Børnini hjá Jákupi og Anne­le­nu e­ru: 1. Zacharias Zachariassen, føddur 1935 2. Hermundur Zachariassen, føddur 1937 3. Marni Zachariassen, føddur 1938 4.-5. Tvíburasystrarnar: Hallbjørg Zachariassen og Arnbjørg Antonisen (f. Zachariassen) føddar 1942 6. Flóvin Tyril (f. Zachariassen), føddur 1943 7. Jan Tausen Zachariassen, føddur 1952 Øll eru deyv uttan Zacharias og Flóvin, um búgva í Norðragøtu. Hermundur býr á Argjum. Hini systkini búgva í Danmark. Sóust fyrst bert eina ferð árliga Orsakað av sínum deyvleika var hann í februar 1946, sjey ára gamal, noyddur at fara til Danmarkar á deyva- skúla saman við sínum eitt ár eldri beiggja Hermund. Í 1949 komu tvíburasystrar- nar eisini til Danmarkar í somu ørindum. Beiggjarnir fóru fyrst á deyvaskúlan, sum lá á Kastelvej í Keypmanna- havn, og síðan fóru teir á deyvaskúlan í Fredericia. Hesi deyvu systkin komu fyrstu árini heim at ferðast eina ferð árliga, tað var í summarfrítíð. Seinni sluppu tey eisini heim á jólum. Tað var ein hørð tíð við gráti og longsli, tá ið farast skuldi aftur til Danmarkar, men so mikið størri var gleðin, tá ið komið var til Føroya við ferðamannaskipi. Tað var spenningur og gleði at síggja Føroyar koma undan havsbrúnni, og ikki var spenningurin minni, tá ið tað umsíðir varð lagt at í Havn og síggj- ast kundi henda stóra fjøld- in av fólki, sum stóð á bryggjuni. Øll veitraðu, sum um tey vildu ynskja øllum ferða- fólkunum vælkomin til Før- oyar. Skimast var væl eftir, um mamma og pápi mundu vera vera millum øll hesi fólkini? Tað vóru tey sjálv- sagt saman við ættarfólki og kenningum. Tey vóru líka so spent sum vit. Tá ið tað nærkaðist atlegg- ing, gjørdist tað so sera trongt umborð. Øll vildu sleppa fram at lúnningini, so síggjast kundi niður á mannamúgvina og kanska fáa heilsa uppá kenningar, meðan skipið legði at. Okkara foreldur og hoyr- andi beiggjar dugdu tekn- mál, og tí kundu tey sam- skifta við síni umborð, hóast tað ikki var hoyrandi ímillum. Tá ið so landgongdin kom umborð, varð aftur ein troðkan at sleppa skjótt í land. Men her var bert at hava tol, inntil vit endaliga komu fram til tey, sum vóru komin ímóti okkum. Tey hugdu at okkum, og vit hugdu at teimum. Øll og serliga børnini vóru jú eitt sindur broytt hetta heila ella hálva árið, vit ikki høvdu sæst. Soleiðis upplivdi Marni eisini síni barnaár. Hann var 13 ár, tá ið eg var føddur. Øll systkini vóru so spent uppá, um hetta fór at gerast ein genta ella drongur. Beiggjarnir væntaðu ein beiggja, meðan systrarnar væntaðu eina systir. Marni var eins errin og hini um, at tað gjørdist ein beiggi, og hann vildi, at eg skuldi eita Jan eftir bóka- røðini við sama heiti, sum var so væl umtókt millum dreingir hesa tíðina. Festi rót í Danmark Marni gjørdist liðugur við skúlan í 1955 og kom heim. Hann roknaði við at blíva verandi í Føroyum, men so komu boð úr Danmark um, at hann hevði fingið læru- pláss sum múrari í Frederi- cia. Hann fór aftur til Dan- markar í 1956 og varð útlærd- ur sum múrari í 1960. Marni festi rót í Freder- icia. Hann forelskaði seg í teirri vøkru Lisemarie Leer- ager frá Vejle, og tey blivu gift í apríl 1963 og hava tískil verið gift í 45 ár. Tey búsettust í tí vakra býnum Vejle, har náttúran eisini er ein tann vakrasta í Dan- mark. Tey búðu fyrst í Havne- gade 6 í nøkur ár, men so bygdi Marni egin hús. Hann vildi sær sjálvum líkur vera sín egin. Sum múrari lá hetta eisini væl fyri hjá honum. Tey búgva nú í Bredballe um 5 km frá miðbýnum í Vejle. Lisa Maria hevur verið Marna ein góð kona, eins og hon hevur verið góð við hanara familju. Somuleiðis kann sigast, at Lisemarie hevur ein góðan mann, og Marni er góður pápi, abbi og langabbi. Eg mintist fyrst rættiliga Marna, tá ið hann kom heim til Føroyar á sumri 1957. Eg var tá fimm ára gamal. Marni hjálpti foreldr- unum at hoyggja, og eg helt í honum, meðan hann slerdi við líggja. Eg fór frá honum, datt og fekk ein stóran stein oman á meg. Eg fór at gráta, men Marni hoyrdi meg jú ikki. Hann varnaðist kortini, at eg var burtur. Hann fór at leita og gekk seg fram á meg. Sum eitt snarljós fekk hann meg undan steininum. Seinni havi eg undrað meg yvir, hvussu lættliga hann kundi syfta henda stóra steinin. Tað má hava verið Harrin, sum hjálpti honum á ein serstakan hátt. Eg takki Honum fyri Hansara undur- fulli umsorgan. Marni hevur eisini upplivað og roynt Guds nærveru. Hann er uppvaksin í einum kristnum heimi, har foreldrini hava biðið um Guds verju fyri honum og øllum hansara systkjum. Marni fortaldi mær eina ferð, at einaferð skuldi ein hypnotisørur royna sítt kynstur á deyv børn. Men hann kundi ikki hypnotisera Marna og Hermund. Hetta má hava verið Guds verja móti tí ónda. Sjálvur kom eg á deyva- skúlan í Keypmannahavn í 1959, 7 ára gamal. Eg var fegin um at kunna møta Marna í Fredericia og Vejle. Eg minnist væl, hvussu errin Marni var at kunna vísa meg fram fyri teimum mongu deyvu í deyvafelagnum í Fredericia. Hann bað meg fortelja, hvørjir vóru størstu býir í heiminum. Eg fortaldi, at flest fólk búðu í Tokyo, New York og London. Tað var Marni, sum hevði fortalt mær alt hetta og nógv annað. Eg kom aftur til Føroya í 1962, tá ið deyvaskúli var settur á stovn í Havn. Eg saknaða Marna nógv og var fegin um at síggja hann, tá ið hann kom á vitjan í Føroyum. Er vorðin heiðurslimur Tá ið Marni og Lisemarie blivu gift í 1963, fóru okk- Brot úr deyvasøguni: Marni Zachariassen 70 ár Marni Zachariassen Lisemarie og Marni saman við familjuni á jólum 2006 Barndómsheimið í Norðragøtu Marni sum 7 ára gamal