Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. september 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 184 - 25. september 2008 15 Andlát og jarðarferðir nøvn Thomina Vang Han­ sen, vanliga nevnd Mina, úr Nólsoy, andað­ ist á Landssjúkrahúsin­ um 20. september, 94 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Nólsoyar kirkju hósdagin klokkan 13. Tey, vilja minnast Minu kunnu lata Vistar­ heiminum í Torfinnsgøtu 41 eina gávu, konta í Føroya banka. Árni Ellingsgaard, búsitandi í Lemvig, ætt­ aður úr Mykines, andað­ ist ígjár, 22. september, 61 ára gamal. Andlát og jarðarferðir Tøkk Vi takker alle, der har vist stor hjertelighed og omsorg i forbindelse med, at vores mor, bedstemor og oldemor Johanne Dorthea Jacobsen døde og blev begravet i Eiði. Tak til præst Emil Olsen, frivillige i kirken og missionshuset Karmel, der med deres hjælp og imødekommenhed har været en stor hjælp. Tak for blomster, kranse, hilsner og pengegaver til missionshuset Karmel og til alle, som fulgte Johanne til hendes sidste hvilested. På familiens vegne Lis, Ivan og Leif Tøkk Takk fyri sýnda samkenslu, tá Kristinn Johnsson andaðist og fór til gravar. Janne Tatjana, Natasha, Julian, Teresa og Maria við familju Dagurin 26. september. Adolf, deyður umleið 824. Sonur muslimskan pápa og kristna móður í Sevilla. Flutti til Cordoba í vón um at hava kristnu trúgv sína í friði, men varð klagaður og tikin av døgum. Týskt navn ið merkir aðalborin, úlvur. Tey í Mortanstovu í 1959: Aftara rað f.v. Zacharias, Hermundur, Marni og Flóvin. Fremra rað: Hallbjørg, Jákup, Jan, Annelena og Arnbjørg ara foreldur niður í brúð­ leyp. Eg slapp ikki við og græt tí illa, men hetta lá so ikki fyri. Eitt eyðkenni fyri Marna er, at hann er ein sera sjálv­ støðugur maður. Hann hev­ ur verið sera virkin í deyva­ felagnun í Vejle alt sítt lív. Hann er fyri hetta útnevndur heiðurslimur og hevur fingið heiðurgávu frá Ole Jørgensens mindelegat, sum verður latið slíkum, sum hava gjørt eitt serligt arbeiði fyri tey deyvu. Hann hevur eisini verið virkin í felagnum hjá lyst­ fiskarum, bæði lokalt og í landsfelagnum. Hann plag­ ar eisini at luttaka í fiski­ kappingum. Har er hann eisini heiðurlimur. Tað var eisini Marni, sum gav mær kunnleika um virk­ semi hjá danska deyvafel­ agnum, og sum gjørdi meg føran fyri at vera við til at stovna Deyvafelag Føroya, sum hevur verið til stórt gagn fyri tey deyvu í Føroyum. Marni hevur eisini gjørt sítt til, at tey deyvu á hans­ ara heimabeiti hava fingið hølir frá kommununi, har tey kunnu hava ymiskt virk­ semi. Marni hevur ikki gloymt sína heimbygd. Hann helt sín 65 ára føðingardag í Gøtu. Hann kundi tá síggja, hvussu nógv bygdin hevur ment seg. Børnini eru Liane Marina Zachariassen, fødd í 1966, og Benny Svend føddur í 1969. Marni eigur fýra abba­ børn og eisini eitt lang­ abbabarn, sum hann er errin av. Liane eigur Sabrina og Christoffer. Sabrina eigur dóttrina Nekeisha. Benny er giftur við Susanne frá Sverige og tær eiga Amalie og Daniella. Eg og mín familja ynskja Marna hjartaliga tillukku við hesum stóra føðingar­ degnum við ynski um Guds ríku signing í komandi tíð. Higani skal eisini sendast ein heilsan til Marna og Jan. Heilsanin frá Jan er ein hugtakandi og lívsjátt­ andi frá søgn um tveir deyvar beiggjar, sum hava klára væl seg hóast teirra støðu. Hetta er eisini eitt gott íkast til okkara deyva­ søgu. Hjartaliga tillukku, Marni, frá okkum í granna­ húsinum Tjørnustovu! Jan býr í Danmark saman við síni svensku konu Anna. Her er Jan sera virkin í kristiligum arbeiði fyri deyv. Í hesum sambandi hevur hann verið nógv uttanlands, og altíð roynir hann at um­ boða Føroyar. Hann virk­ aði eina tíð á einum bíbliu­ skúla fyri deyv í Ungarn. Í september var hann í Ukra­ ina á einum altjóða kristi­ ligum deyvafundi. Og í oktober skal hann til Kasakstan at vera gesta­ lærari í tvær vikur á einum bíbliuskúla fyri deyv, sum australska deyvakirkjan skipar fyri. Ynskt verður honum eydnu á ferðini! ó. Heilsan til Jan og Marna Brøðurnir Jan og Marni Zachariassen