Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. september 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 184 - 25. september 2008 17 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Aftur hetta vikuskift­ ið verða FM­kapp­ ing­ar á súkklu. Hesa ferð er býar­ koyring­ á Velbastað og­ fjallasúkkling­ í Hoydølum Súkkling Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo At skipa fyri býarkoyring í Havnar Býi er kanska ikki tað lættasta, tí hetta krevur eisini, at ferðslan verður av­ byrgd á økinum, har súkklað verður. Tað fekk í fjør súkklu­ ítróttina at leita til Velba­ staðar, tá súkklulandsliðið til Oyggjleikirnar skuldi veljast. Og tað verður á sama teini, at FM­kappingin í ár verður súkklað. Startur og mál er við Eggverikið á velbastað, og saman lagt er rutan á leið tríggjar kilo­ metrar. Og so verður koyrt eftir hesum teinum í trý korter, áðrenn seiansta um­ farið ger av, hvør vinnur kappingina. Kappingin leygardagin byrjar longu klokkan 8 um morgunin, og er freistin at boða frá luttøku fríggja­ kvøldið klokkan 20. Fjallasúkkling í Hoydølum Meðan býarkoyringin er á Velbastað, verður leitað nærri høvuðsstaðnum, tá fjallasúkklingin er á skránni. Eins og í fjør verður koyrt á einum teini við Stu­ dentarskúlan í Hoydølin, og aftur hesa ferð verður koyrt sum MTB Criterium. Tað vil siga, at reglurnar eru tær somu, sum tær eru til býarkoyringina, tó at tíðin hesa ferð er sett til hálvan tíma pluss eitt umfar. Børn sleppa eisini at royna seg sunnudagin, og meðan tey vaksnu og ung­ lingar byrja klokkan 13, byrja kappingarnar millum børnini klokkan 14. Børnini kappast í trimum bólkum, og kappast verður millum gentur og dreingir. B71 g­av dyg­g­a mót­ støðu í knappan tíma, men tá teir fing­u mann útvístan kundi NSÍ staðfesta ein ruddilig­an sig­ur Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo FM­finalan í fótbólti hjá ung­ lingum varð spæld á ovara vølli í Gundadali í gjár. Finalan stóð hesa ferð millum NSÍ og B71, og heilt fitt av viðhaldsfólki hjá báðum liðunum høvdu leitað sær til Havnar at stuðla sínum dreingjum. Og spælararnir løgdu eis­ ini nógv fyri. Hvørgin part­ urin hevði hug at leggja seg aftur at verja, og tí gjørdist talan fyri tað nógva um ein sera undirhaldandi dyst. Málmøguleikarnir trutu ikki, og londu eftir 10 min­ uttum legði NSÍ seg á odda, eftir at Filip Jacobsen varð spældur púra leysur móti málverjanum. Útvísing kostaði B71 royndi tó støðugt at svara aftur. Talan gjørdist eisini um fleiri opnar møguleikar, og einar tvær ferðir vildu sandoyingar hava brotsspark, eftir at spælari fór um koll í NSÍ­ brotsteiginum.. Tað kom tó at kosta sandoyingunum dýrt, at teir fingu spælara riknan av vølli tíðliga í seinna hálv­ leiki. Hóast sandoyingar høvdu roynt at trýst, so var NSÍ á ongan hátt fyri ongum, og við 11 móti 10 settu teir seg av álvara á dystin. Og tá hol kom á, so tók tað ikki meira enn góðar fimm minuttir at staðfesta sigurin. Øssur Dalbúð var púrasta leysur, tá hann økti til 2­0. Og tvær ferðir kom Jens Joensen eisini at standa so­ mikið væl fyri, at hann uttan stórvegis hóvasták kundi økja til bæði 3­ og 4­0. Sigurin hjá NSÍ var tann fimti, meðan spælt hevur verið um hesa útgávuna av FM­steypinum, og tí eiga runavíkingar nú steypið til ognar. Ein undirstrikan av støðuga ungdómsarbeið­ num, sum NSÍ hevur framt í skjótt nógv ár, og sum eisini varð undirstrikað við FM­ gullinum, sum felagið í fjør vann í Formula­deildini. NSÍ-B71 4-0 (1-0) 1-0: Filip Jacobsen, 10. 2-0: Øssur Dalbúð, 60. 3-0: Jens Joensen, 62. 4-0: Jens Joensen, 65. NSÍ-B71 4-0 (1-0): NSÍ eigur unglingasteypið Tað kann ganga eitt sindur rokaligt fyri seg, tá kappast verður á fjallasúkklu savnsmynd Býarkoyring og fjallasúkkla Tá sandoyingar fyrst fingu mann útvístan, gekk tað skjótt fyri seg. Og tá 90 minuttir vóru farnir, hevði NSÍ vunnið ein tryggan sigur Mynd: Johnny Lamhauge