hósdagur 25. september 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 184 - 25. september 2008 ]
Á leið 200 atgongu
merki eru longu send
til Eysturríkis, har
áhugin fyri landsdyst
inum ímóti Føroyum
er heilt stórur
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
12. september 1990 er eins
minniligur í Eysturríki, sum
dagurin er tað í Føroyum.
Hóast talan uttan nakran
sum helst iva var um størstu
eyðmýking, sum Eysturríki
hevur verið fyri sum fótbólts
tjóð, so skerst ikki burtur, at
føroyska avrikið í Lands
krona
eisini
fascineraði
nógv í Eysturríki. Og í øll
um førum syrgdi tað fyri, at
Føroyar
fyri
ævir
eru
prentaðar á nethinnuna hjá
lokalu fótbóltsfjepparunum.
Nú 18 ár seinni stendur
Eysturríki fyri løtuni, har
ósigurin skal hevnast, og
verður hetta á Tórsvølli
tann 11. oktober. Og áhugin
úr Eysturríki fyri dystinum
er eisini heilt stórur. Eystur
ríkar hava kanska ikki somu
siðvenju í landsliðsstuðuli,
sum eitt nú skotar hava,
men av FSFskrivstovuni
verður sagt, at eini 200
atgongumerki longu eru
seld til Eysturríkis.
Hinvegin hevur føroyski
áhugin enn ikki verið ser
liga stórur. Enn eru tó hálv
triðja vika til dystin, og før
oyingum so líkt, so verður
ofta bíðað til í seinastu løtu
við at keypa atgongumerki
til dystin.
Eftir øllum at døma
verður tað Terry
Venables, sum skal
taka yvir í Newcastle,
sum enn eina ferð
liggur í botni við
kreppu á síðulinjuni
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Krøvini og vónirnar til ein
venjara í Newcastle eru altíð
stór. Men tað er kortini
rættiliga sjáldan, at nakar av
venjarunum veruliga hevur
livað upp til stóru vónirnar.
Eisini hóast leiðslan í fel
agnum ikki hevur verið pírin
við pengum til spælarakeyp.
Eftir at Kevin Keegan
herfyri fór frá sum venjari
hjá felagnum, hevur nógv
verið gitt um, hvør nýggi
maðurin í sessinum verður.
Eitt skifti tóktist fyrrver
andi skarrættarin, Alan She
arer, at vera besta boðið,
men nú verður váttað, at fel
agið er í samráðingum við
Terry Venables.
Og Venables er ikki hvør
sum helst í enskum fótbólti.
Hann ikki hevur kanska ver
ið heilt so aktivur, síðani
hann í 1996 leiddi Ongland
til fjórðingsfinaluna í EM
kappingini, og síðani leiddi
australska landsliðið í tvey
ár. Men hann hevur verið
brúktur sum kreppuloysn
hjá Crystal Palace, Middles
brough og Leeds United,
umframt at hann var partur
av venjaratoyminum kring
Steve McLaren, tá hesin var
landsliðsvenjari. Og hann
var eisini millum evnini, tá
Newcastle fyri fýra árum
síðani skuldi finna avloys
aran fyri Bobby Robson.
Sambært enskum miðl
um, so váttar Venables, at
hann og Newcastle í gjár
tosaðu saman, og at part
arnir aftur hittast í dag.
Hvussu er og ikki, so er
eingin ivi um, at fótbólts
hýrurin í Newcastle er heilt
í botni í løtuni. Í gjárkvøldið
tapti Newcastle 21 á heima
vølli móti Tottenham í Car
ling Cup, og her vóru bara
20.577 áskoðarar. Hetta er
lægsta áskoðaratalið, síðani
St.
James’s
Park
varð
víðkað til at taka fleiri enn
52.000 áskoðarar.
Newcastle vil hava Venables
Alt bendir nú á, at Terry
Venables verður maðurin,
sum skal royna at fáa New
castleskútuna úr verandi
brotasjógvum
Mynd: Polfoto/AP
Eysturríkar koma manssterkir
Hóast talan var um
stóra eyðmýking,
so skapti føroyski
sigurin í Eysturríki
eisini eina veruliga
fascinatión fyri
føroyskum fótbólti í
Eysturríki
Aftur tap til Ajax
Tað gongur framvegis ikki eftir vild hjá Ajax Keyp
mannahavn. Í kvøld taptu Heini Hanusarson og lið
felagarnir í Ajax 2025 ímóti AaB Håndbold úr Aal
borg á heimavølli í Bavnehøjhøllini í Keypmanna
havn. Hálvleiksstøðan var 1511 til AaB. Heini
Hanusarson var tó eyðsýndur í dystinum. Hann
skoraði fimm mál, og fekk eisini eina tveir minuttirs
útvísing í dystinum. Men aftaná tríggjar dystir hava
Heini Hanusarson og liðfelagarnir framvegis einki
stig. Sunnudagin spælir Ajax á útivølli ímóti
Bjerringbro.
Villa og City úti av Carling Cup
Nú komið er til fjórða umfar av enska Carling Cup, má veitrast farvæl við fleiri
Premier League feløg. Kvøldsins stóra merkisverda úrslit framdi Brighton, sum sló
Manchester City úr kappingini. Felagið, sum til dagligt leikar í triðbestu deildini,
hevði á heimavølli fingið úrslitið 11 við sær, áðrenn farast mátti í longda leiktíð. Her
kom Brighton fyrst á odda, men Stephen Ireland sendi liðini út í brotsparkskapping,
tá ið hann javnaði til 22. Í brotsparkskappingini var Brighton omaná, og verjuleikarin
Michael Ball gjørdist syndabukkurin hjá Manchester City, eftir at hann, sum einasti
leikari, hevði misnýtt sítt brotsspark. Eisini Aston Villa mátti lúta fyri liði úr lægri
deild. Aston Villa, sum hevði nógvar eykaleikarar í uppstillingini, tapti 01 fyri
Queens Park Rangers úr næstbestu deildini. Damion Stewart skoraði einliga málið tá
ið 57 minuttir vóru leiktir.
Hvirlan og
Stuttleikir á
Frælsinum
Hvirlan, sum er felag
fyri frælsan ítrótti, skip
ar annan leygardag fyri
Stuttleikum á lærara
skúlavøllinum á Fræls
inum í Havn.
Stuttleikir byrja leyg
ardagin,
4.
oktober.
klokkan 12 og koyra til
klokkan 14. Tilmelding
fer fram á staðnum frá
klokkan 11.30.
Leikirnir eru skipaðir
sum
tríkampur,
har
hvør íðkari luttekur í
bóltkasti, longdarlopi
og 60 m renning. Tíðir
og longdir verða skrá
settar á skreytblað, sum
íðkarin fær til tilmeld
ingina. Tá hann hevur
luttikið í øllum trimum
greinum,
fær
hann
heiðursmerki fyri hetta.
Alla tíðina, so leingi
leikirnir vara, kunnu
luttakararnir stilla seg í
rekkju og vera við, men
bert
tríggjar
ferðir
verða tíðir og longdir
skrásettar
á
skreyt
blaðið. Til ber eisini
bara at fáast við eina
grein, men luttøka í
øllum trimum er kravd,
skal ein gera sær vón
um heiðursmerki. Til
tess at børnini ikki
skulu ørkymlast meir
enn neyðugt, er gott hjá
teimum at hava ein
vaksnan
við
sær,
soleiðis at tey finna
fram til røttu rekkjurnar
og fáa neyðugu skráset
ingarnar
á
skreyt
blaðið.
Luttøkugjaldið er 50
krónur, sum fólk skulu
hava í reiðum peningi,
og ongantíð betur, um
tey koma við „akkurát
fyri“, so avgreiðslan
verður skjót. Vónandi
taka fólk undir við til
takinum og bera boðini
á mannamuni, tí vit
vilja gjarna, at tað er
svart av fólki henda
dagin á Frælsinum.