Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-25, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. september 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 vinnan Nr. 184 - 25. september 2008 Ársins Virki Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sosialurin fer í dag at lýta afturyvir og hyggja at teimum virkjum, fyritøkum og stovnum, sum síðan ár 2000 hava fingið heiðurin at vera kosin Ársins Virki á Vinnudegnum. Tað eru tilsamans átta feløg, sum síðan ár 2000, tá tiltakið var á fyrsta sinni, ið hava fingið henda heiður. Í raðfylgju eru feløgini hesi: Havsbrún (2000), Tórshavnar Skipasmiðja (2001), Vónin (2002), Vaðhorn Seafood (2003), Reyni Service (2004), Faroe Marine Products (2005), Thor (2006) og Eik Banki (2007). Av hesum eru trý ymisk fiskavirkir, ídnaðarvirkið Havsbrún í Fuglafirði, saltfiskavirki Vaðhorn á Hulki og høvdavirkið Faroe Marine Products í Leirvík. Sum næstfyrsta felag, ið fekk henda heiður, var Tórshavnar Skipasmiðja (2001), og í 2002 fekk so trolvirkið Vónin heiðurin. Millum vinnararnar er eisini bilafyritøkan Reyni Service (2004), reiðaravirkið Thor í Hósvík (2006), og í fjør var tað so Eik Banki, sum fekk heiðurin sum Ársins Virki. Dómsnevndin, sum hevur havt til uppgávu at velja Ársins Virki síðan ár 2000, hevur eisini valt Ársins Átak hesi árini. Tíverri eydnaðist okkum ikki at finna líka nógv tilfar um allar vinnarnar síðan 2000, men vit hava so roynt eftir førimuni at siga nøkur orð um hvørja fyritøku sær. Átta ferðir Ársins Virki Eik Banki (2007): Áræði at ganga nýggjar leiðir Eik Banki Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í grundgevingunum fyri at veita Eik Banka heiðurin sum Ársins Virki, segði dómsnevndin, at felagið hevur víst framfýsni og áræði at fara út um kenda, gamla virkisøki, og fyritøkan hevur tryggjað hesa gongd við at lagt stóran dent á leiðslumenning og útbúgving av starvsfólki. - Fáar føroyskar fyritøkur koma undir heitið “born global”, skilt á tann hátt, at tær fata allan heimin sum sítt virkisøki. Síggja vit burtur frá okkara fiskaútflutnings- fyritøkum, liggur marknaðurin hjá føroyskum fyritøkum at kalla burtur av í Føroyum. Vanar og mangan avmarkandi lógir og reglur gera sítt til, at vit halda okkum innan eingjargarðarnar. Vit minka um seglini, tá byrurin heima ikki er tann besti og klára so dánt at fylgja við, tá tíðirnar aftur gerast góðar her heima. Fleiri av okkara stóru, gomlu fyritøkum eiga av tí sama styrki og íbornar møguleikar, sum ikki verða troyttir nóg væl, eitt nú á størri marknaði. Tað er váðaleysari at halda seg til tað gamla, kenda, men avkast og avbjóðingar verða hareftir. Um Eik Banka segði dómsnevndin, at nútímansgjørdar kappingarreglur og vaksandi altjóðagerðin skapa fyritreytir fyri broytingum uttan tó at fremja tær. Tað tykist neyðugt við ungari, væl útbúnari leiðslu og starvsfólki. Men tá kann alt henda. Knappliga tykist alt gjørligt, ið fyrr var óhugsandi. Vit síggja gamlar fyritøkur skifta ham og fáa arnarflog, ið ber tær langt út í onnur lond at gera nyttu og fáa innløgu. Undangongan fær aðrar fyritøkur at fylgja eftir; summar við at skifta eigara og leiðslu, og aðrar bert við at yngri, alheimshugsandi kreftir taka við. - Eik Banki hevur verið skjótt vaksandi í fleiri ár, og fíggjarligu úrslitini hava verið framúr góð. Fyritøkan verður roknað sum eitt avbjóðandi arbeiðspláss og er sera attraktiv fyri arbeiðstakarar. Dómsnevndin var ikki í iva um at velja Eik Banka til Ársins Virki 2007. Thor Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í grundgevingunum fyri at veita reiðarínum Thor í Hós- vík heiðurin sum Ársins Virki, vísti dómsnevndin á, at fiskivinnan er okkara høvuðsvinna. Hon er beinið hjá okkum at standa á. Men livandi tilfeingið, sum fiski- vinnan hvílir á, er skiftandi og við hvørt svikaligt. Vit hava gjørt ymiskar royndir at fáa onnur bein at standa á, eitt nú við farmaskipa- vinnu og alivinnu. - Vónir eru um annað til- feingi undir Føroyum enn fisk, og fólk eru spent um úrslit av royndarboringum. Skal ein møgulig komandi oljuvinna fáa vinnuligan týdning fyri land og fólk, er ein fyritreyt, at vit vinnuliga búgva okkum til at taka aktivan kappingarføran lut í vinnuni. Dómsnevndin fegnast um, at fleiri føroyskar fyri- tøkur og samtøk eru virkin á oljumótum í Evropa og víðari úti í heimi. - Tað hevur gingist teim- um so mikið væl í kapp- ingini, at tey á jøvnum føti við dugandi útlendskar kappingarneytar kunnu bjóða seg fram í tí oljuvinnu, sum stundar til her heima. Dómsnevdin var tí samd um at velja eitt av hesum virkjum, sum við seiggi, støðugari góðskumenning og virkni mótvegis keypar- unum hevur ment seg á altjóða marknaðinum fyri tær tænastur, sum tað hevur lagt seg eftir at veita. - Thor hevur støðugt hev- ur brotið upp úr nýggjum. Felagið hevur lagt seg eftir ótraditionellum fiskasløg- um og fiskileiðum við góðum úrsliti, og hevur um somu tíð við hegni fjøltáttað sítt virksemi til eisini at fevna um tænastur innan oljuleiting, har tað veitir hjálparskipatænastur til frálandavinnuna í 50 lond- um kring allan knøttin. Dómsnevndin vísir á, at menningin er farin fram, meðan oljuprísurin var lágur, og oljufeløgini aftr- aðu seg við at leita eftir olju á óvissum oljumótum. Menning er eisini farin fram, meðan dollarvirðið hevur verið óvanliga lágt. - Hesar umstøður hava ikki hildið Thor aftur í at leggja sær eina við at lúka øll krøv til góðsku, um- hvørvi og trygd, sum nútím- ans vinna krevur. Hetta hevur givið útslit, og í dag ræður virkið yvir 22 skipum, av hesum 15 innan oljuvinnu. Nærum 450 fólk starvast hjá fyritøkuni. Felagið hevur eisini gjørt sáttmála um at smíða supportskip í Føroyum, sigur Dómsnevndin. FMP vilmund@sosialurin.fo Dómsnevndin vísti á, at undanfarin ár hevur valið av Ársins Virki náttúrliga staðið millum virki, sum gjøgnum fleiri ár hava prógvað sítt virði í mun til tað metingargrundarlag, sum nevndin brúkar. - Men við tí opinleika og gjøgnumskygni, sum nú er tøkt og alment, eru møguleikarnir fyri vali av Ársins Virki vorðnir víðari, enn teir hava verið. Eins og undanfarin ár, hevur aftur í ár verið trupult at valt í mill- um tey virki, sum kunnu koma upp á tal. Í 2005 gjørdi nevndin tí av at heiðra eitt nýtt virki, sum framum onnur hevur lagt seg eftir at ganga nýggj- ar leiðir - í framleiðslu, vøruvali og útflutningi. - Hetta hevur eydnast FMP (Faroe Marine Pro- ducts) við góðum fíggjar- ligum úrslitum. Í javnbýttum samstarvi við útlendskar fyritøkur við kunnleika um marknað og tøkni, hevur Høvdavirkið troytt lítið brúktar partar av tí tilfeingi, sum er tøkt í Føroyum. Dómsnevndin sigur, at Høvdavirkið eisini er tæn- astufyritøku hjá fiskavirkj- um, sum bjóðar eina heild- arloysn fyri høvd og ryggir, sum hon turkar og selir á nigerianska marknaðinum, har serliga turkaðu høvdini eru ein delikatessa. - Høvdavirkið gagnnýtir hita, sum annars hevði farið upp í royk, og virkið hevur gjørt stórar íløgur í ar- beiðssparandi tøkni og digi- tala stýring av góðskuni. Stýriskipanir og fleiri av maskinunum eru mentar til Høvdavirkið, og onkur er enn eindømi í heiminum. Dómsnevndin segði, at Høvdavirkið støðugt roynir at finna nýggjar framleiðslur og marknaðir fyri at kunna bjóða føroyskum og út- lendskum virkjum innan fiskivinnu og alivinnu tænastur at virka nýggjar og kendar vørur til ser- marknaðir. - Talan er sostatt um týð- andi undangongu innan føroyska fiskavirking, segði dómsnevndin, sum soleiðis ikki var í iva um Ársins Virki í 2005. Thor (2006): Breyt upp úr nýggjum Faroe Marine Products (2005): Nýggj framleiðsla og marknaðir