hósdagur 25. september 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
vinnan
Nr. 184 - 25. september 2008
Reyni SeRvice
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Bilafyritøkan Reyni Service
hevur leingi verið kend sum
ein tann fremsta bilasølan í
Føroyum. Hetta er ikki
minst vegna góða kunda
tænastu. Hetta viðurkendi
Vinnudagurin
alment
í
2004, tá fyritøkan Reyni
Service varð vald til Ársins
Virki.
Men eitt er at umboða
eitt bilmerki sum Toyota.
Annað er at byggja upp
eina vælvirkandi søluog
tænastufyritøku. At veita
viðskiftafólkum eina góða
tænastu, hevur samstundis
givið virkinum góð úrslit.
Viðurkenningin er eitt
úrslit av einum drúgvum og
miðvísum arbeiði, sum vit
hava gjørt her í fyritøkuni.
Hetta er ein virðismeting av
tí, vit hava stríðst fyri.
Tað segði Eivind av
Reyni, stjóri, eftir at fyri
tøkan hjá teimum hevði
fingið henda heiður.
Í sínari grundgeving fyri
at velja Reyni Service til
vinnara í kappingini um
Ársins Virki, legði dóms
nevndin dent á, at virkið,
sum fær henda heiður, skal
hava givið eitt gott fíggj
arligt úrslit. Tað skal vera
sterkt og støðugt.
Samanborið við undan
farin ár, fall valið í 2004
ikki á eitt virki, sum so ella
so er knýtt at fiskivinnu
ella útflutningi.
Reyni Service er hinvegin
talan um eitt innflutnings
virki, sum vendir sær móti
føroyska brúkaramarknaði
num, sum selir eina vøru,
men sum harafturat hevur
lagt seg eftir at geva við
skiftafólkunum eina góða
tænastu alt við einum
góðum úrsliti.
Tit kunnu siga, at tað at
veita
viðskiftafólkunum
eina góða tænastu er ein
sjálvfylgja. Men her heima
er hetta tíverri ikki altíð so.
Í mun til nógvar aðrar
fyritøkur
hevur
Reyni
Service valt at raðfesta hesa
sjálvfylgju á hægsta stigi.
Tað hevur givið úrslitið.
Hóast viðskiftafólkini vita,
at Reyni Service ikki altíð
liggur lægst í sjálvum prísi
num, koma viðskiftafólkini
kortini aftur til hetta virkið.
Tað er tí, at vøran sjálvandi
er so nógv annað enn bara
bilurin, segði dómsnevndin,
sum legði aftrat, at Reyni
Service ikki bara selir ein
bil, men eitt tænastukonsept.
Tí er virkið í hesum ein
fyrimynd á økinum.
Vaðhorn Seafood (2003):
Lítið virki
stóran
heiður
vaðhoRn
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á Vinnudegnum í 2003 legði lítla saltfiskavirki á
Hulki á Strondum øll hini fiskavirkini aftur um seg
og gjørdist Ársins Virki.
Vaðhorn er eitt lutfalsliga lítið fiskavirki, men tey,
sum arbeiða har, eru sera dugnalig.
Dómsnevndin segði í 2003, at Vaðhorn er eitt virki,
sum við ógvuliga hepnari hond hevur lagt seg eftir at
virka eina serliga vøru. Tað eru fá virki, sum eftir
støddini hava eitt so gott rakstrarúrslit at vísa á, ár
eftir ár, sum Vaðhorn hevur.
– Góðu úrslitini stava ikki frá, at virkið hevur
funnið eitt loynimið. Heldur er uppskriftin, at virkið
hevur lagt seg eftir at gera eina serliga vøru til nakrar
útvaldar keyparar, og eftir hesum hevur virkið lagt alt
sítt virksemi til rættis.
– Virksemið hjá Vaðhorn er lagað eftir ynskjunum
hjá viðskiftafólkunum, og við einum nútímans
hugtaki kann virkið sigast at vera eitt ”just in time”
saltfiskavirki.
Dómsnevndin segði, at virkið á Hulki hevur dugað
at bygt upp eitt dygt samstarv við útlendskar
keyparar, og tað hevur eisini dugað at laga innkeyp og
framleiðslu eftir teirra eftirspurningi. Vaðhorn hevur
eisini dugað at hildið fast í teir góðu keypararnar.
Saltfiskur er ein gomul siðbundin vøra, men tey
hava verið mong, sum spáddu, at henda vøra fór at
fara í søguna. Men føroysku virkini, eitt nú Vaðhorn,
hava gingið á odda at endurnýggja øll liðini í hesi
vøru heilt frá rávøru til keypara, so at hon hóskar til
nútímans brúkaran. Fram um onnur virki innan hesa
framleiðslu, hevur Vaðhorn dugað at fingið fíggjarlig
úrslit burtur úr tí sera góða umdømi, sum føroyski
saltfiskurin hevur á marknaðunum í Suðurevropa.
Dómsnevndin segði, at úrslitið hjá virkinum fyri
hvørt kilo av ráfiski skarar framúr, sammett við onnur
fiskavirki, og nevndin ivaðist sostatt ikki í at velja
Vaðhorn Seafood til ársins virki í 2003.
vónin
Vilmund Jacobsen
Eg má siga, at eg hevði
ikki væntað, at vit fóru at
fáa henda heiður í ár, serliga
tá havt verður í huga, at
nógvar aðrar fyritøkur eru
sterkar og hava gott úrslit at
vísa á.
Tað segði Hjalmar Peter
sen, sum framvegis er og
var stjóri á Vónini saman
við John Poulsen, tá virkið í
2002 varð kosið at vera
Ársins Virki.
Stjórin tók í fyrsta lagi
ímóti heiðirinum, sum eitt
herðaklapp til fyritøkuna
og starvsfólkini, sum ar
beiða hjá felagnum.
Starvsfólkini eru okkara
størsta aktiv. Vit eru í eini
vinnu, har neyðugt er við
stórum fleksibiliteti, eitt nú
tí, at skip koma inn við
skrøddum troli ella nót og
skulu hava umvælingarnar
gjørdar
so
skjótt
sum
gjørligt – ella at nýggjar
bíleggingar skulu avgreiðast
beinanvegin. Hetta merkir
ofta nógv yvirarbeiði og
skeivar arbeiðstíðir, og her
hava vit verið sera hepnir
við okkara starvsfólki, sum
hava verið lagalig móti virk
inum, segði stjórin.
Virksemið hjá P/F Vónini
byrjaði í 1969, tá felagið
keypti ein trolara av sama
navni. Tvey ár seinni í
1971 fóru teir undir at
umæla og framleiða trol, og
seks ár seinni bygdi Vónin
sín fyrsta virkisbygning í
Fuglafirði. Síðan er virk
semið hjá fyritøkuni vaksið
nógv.
Hjalmar Petersen segði,
at kappingin er so hørð, at
Vónin noyðist at økja sítt
virksemi fyri at standa seg.
Skulu vit standa okkum
í kappingini, noyðast vit at
kunna veita tað, sum skipini
vilja hava, til eina og hvørja
tíð. Tí noyðast vit at hava
nógv tilfar á goymslu, sum
bindir nógvan pening.
Stjórin vísti á, at ein av
fyrimununum hjá Vónin er
góða og tætta sambandið,
sum fyritøkan altíð hevur
havt við fiskiflotan.
Tætta sambandið og
samspælið merkir, at fyri
tøkan fær nógvar aftur
meldingar frá skipunum um
trolini, hvat virkar væl, hvat
virkar minni væl, og hvat
møguliga kann broytast. Á
henda hátt hava vit í meira
enn 30 ár roynt at ment og
tillagað okkara framleiðslu,
so hon er í tráð við tað, sum
skipini vilja hava, segði
Hjalmar Petersen.
Árið fyri, at Vónin varð
kosið at vera Ársins Virki í
2002, hevði felagið eitt
avlop á 11,2 miljónir krónur
fyri skatt.
Tórshavnar Skipasmiðja
(2001):
Eitt virðiligt
umboð fyri
føroyska vinnu
SkipaSmiðja
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á vinnudegnum í 2001 varð
Tórshavnar Skipasmiðja kosin
at vera Ársins Virki, og vit
kunnu siga, at serstøðan hjá
Skipasmiðjuni við hesum varð
staðfest í grundgevingini fyri
virðislønini.
Í grundgevingunum hjá
dómsnevndini verður sagt, at
tað eru fleiri virki í Føroyum,
sum lúka fyrstu treytina, sum er
avlop, men Tórshavnar
Skipasmiðja hevur í longri tíð
givið avlop. Tórshavnar
Skipasmiðja hevur eina
serstøðu í føroyskum vinnulívi,
og í grundgevingunum verður
skipasmiðjan kallað ein “risi” í
føroyskum vinnulívi.
- Fyritøkan er eitt virðiligt
umboð fyri føroyska vinnu og
hevur væl uppiborið at verða
útnevnt til ársins virki. Hetta er
eitt trygt og eggjandi
arbeiðspláss í støðugum vøkstri,
segði dómsnevndin.
havSbRún
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fyrsta felagið, sum varð
kosið at vera Ársins Virki í
Føroyum, eftir at Vinnu
húsið og Føroya Arbeiðs
gevarafelag fóru undir hetta
afturvendandi tiltak, var
Havsbrún í Fuglafirði.
Tíverri hava vit ikki
funnið
grundgevingarnar
hjá dómsnevndini fyri at
veita
virkinum
henda
heiður, men vit hava í staðin
hugt á heimasíðuna og hava
soleiðis sett nøkur orð
saman um virksemið.
P/F Havsbrún fór undir at
framleiða fiskamjøl og lýsi
í 1966. Framleiðslutólini
kláraðu tá at arbeiða umleið
400500 tons av fiski um
samdøgnið. Nógvar íløgur
eru síðan gjørdar í fiska
mjøls og lýsiframleiðsluna,
og er framleiðsluorkan í
dag umleið 1300 tons av
fiski um samdøgrið.
Í 2002 – ella tvey ár eftir
heiðurin sum Ársins Virki
fekk Havsbrún umhvørvis
góðkenning
frá
Heilsu
frøðiligu Starvstovuni. Í
góðkenningini verða krøv
sett til óljóð, lukt og útlát.
Í samband við endur
nýggjan av framleiðslu
útgerð, hevur nógv verið
gjørt fyri at minka um
útlátið hjá virkinum – við tí
endamáli, at hetta skal
verða so lítið sum møgu
ligt.
Biofar gjørdi eina um
hvørviskanning av botni
num á Fuglafirði í 2004, og
henda kanning vísti sera
góð úrslit. Kanningarstovan
kundi staðfesta, at økini
rundan um útlátini ikki eru
dálkað á nakran hátt. Ein
tílík kanning av botninum
verður endurtikin í 2006.
Saman um tikið eru
umstøðurnar fyri óljóð, lukt
og útlát væl betrað síðan
2002.
Vit kunnu leggja aftrat, at
samlaða ráfiskanøgdin hjá
Havsbrún
í
2007
var
254.000 tons.
Framleidd vórðu í fjør
59.000 tons av fóðuri,
54.400 tons av mjøli og
10.000 tons av lýsi.
Samlaða sølan var 685
miljónir krónur, og talið av
ársverkum var 92.
Reyni Service (2004):
Tænasta vinnur
viðurkenning
Havsbrún (2000):
Vann fyrsta heiðurin
Trolvirkið Vónin (2002):
Tætt samband við fiskiflotan