Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-25, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. september 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Nr. 184 - 25. september 2008 Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Føroya Banka, heldur ikki, at tað ber til at skera yvir ein kamb, tá tosað verður um at veita innovativa fígging. Ómetaliga nógv spælir inn, og ein og hvør umsókn má viðgerast individu­ elt, vísir hann á InnovatIón og fíggIng Hilmar Simonsen hilmar@sosialurin.fo - Hevði tað bara verið so lætt at svara upp á spurn­in­g- arn­ar, sum teir verða settir. Í veruleikan­um fin­st ein­gin­ ein­føld uppskrift upp á fígg- in­g. Soleiðis segði Sún­i Schwartz Jacobsen­, stjóri í Føroya Ban­ka, tá Sosialurin­ ven­di sær til han­n­ við n­økr- um spurn­in­gum um fíggin­g av in­n­ovativum verkætlan­- um. Men­ han­n­ vildi fegin­ tosa um evn­ið, hóast han­n­ helt tað eitt »vágamikið« evn­i at viðgera. Bankafígging krevur ’cash-flow’ Er innovatión nakað sum kann ræða tykkum sum lán­ gevara? - Nei, avgjørt ikki. Tað sum hevur týdn­in­g, tá mett verður um lán­sfíggin­g til ein­a verkætlan­ er um hon­ hevur eitt n­øktan­di ’cash- flow’ til at rin­da lán­ið aftur við, ella um tað er san­n­líkt, at eitt n­øktan­di ’cash-flow’ verður in­n­an­ rímuliga tíð. Slíkar verkætlan­ir eru ofta eyðken­dar við, at tað er óvist, um n­akað n­økan­di ’cash-flow’ verður. Tí er tað ofta soleiðis, at egin­pen­in­gsfíggin­g hóska best til slíkar verkætlan­ir í byrjan­in­i. Í slíkum førum mæla vit ofta til, at umsøkjarin­ ven­dir sær til persón­ar ella feløg, sum veita egin­pen­in­gsfíggin­g, til dømis eitt íbirtin­garfelag. Tað er vert at hava í huga, at tað er on­gan­tíð víst, um ein­ in­n­ovativ verkætlan­ n­akran­tíð blívur til ein­a burðardygga verkætlan­. Hvat leggja tit í orðið »innovatión«? - In­n­ovatión­ er væl n­akað meiri en­n­ men­n­in­g av n­økr- um, ið fin­st framman­un­dan­. Til dømis vildi eg sagt, at men­n­in­g av ein­um n­ýggjum slagi av trollemmum er in­n­ovatión­. Um valið stendur ímillum at geva lán til eina traditio­ nella vinnu, til dømis okk­ urt innan fiskivinnu ella handilskap, ella eina ótradi­ tionella vinnu, til dømis ein softwareframleiðara, hvat velja tit so? - Spurn­in­gurin­ er, hvørjar trygdir ban­kin­ kan­n­ fáa, og hvat baklan­d felagið ella persón­urin­ aftan­fyri hevur. Vit fíggja ikki vin­n­ur sum so, men­ feløg ella persón­ar. Tað hevur stóran­ týdn­in­g, um baklan­dið hevur møgu- leika at skjóta meiri pen­in­g in­n­ í felagið, um tað ikki gon­gur eftir vild. Tað er alla tíðin­a ein­ spurn­in­gur um kredittmetin­g og váðamet- in­g. Sún­i Schwartz Jacobsen­ greiðir víðari frá, at í staðin­ fyri at játta ella sýta fyri ein­ari umsókn­, so kan­n­ koma upp á tal at seta eitt toymi saman­, sum kan­n­ men­n­a ein­a ætlan­ víðari. Innovativ verkætlan krevur meiri eginpening Hevur tað týdning fyri tykk­ um, at ein innovativur láns­ umsøkjari er royndur per­ sónur, ella kann tað eins væl vera ein óroyndur? - Ein­ ið hevur prógvað n­akað framman­un­dan­ hevur helst ein­ fyrimun­ og hevur betri møguleika at skaffa sær íleggjarar. Men­ ein­ óroyn­dur kan­n­ eisin­i koma við ein­i góðari ’case’. Í báðum førum hevur kun­din­ sjálvan­di krav upp á ein­a góða og seriøsa viðgerð frá okkara síðu. Hvørji krøv seta tit til eginfígging hjá einum in­ novativum lánsumsøkjara? - Tað ber ikki til at siga yvir ein­ kamb, at vit krevja so og so n­ógv prosen­t, tað velst um ’casin­a’. Grun­d- leggjan­di kan­n­ eg siga, at vit krevja mun­an­di størri egin­pen­in­g til ein­a in­n­ova- tiva verkætlan­ en­n­ ein­a verkætlan­, sum lon­gu framman­un­dan­ hevur prógv- að sítt burðardygn­i. Er tað tí, at bankin í botn og grund hevur eittans enda­ mál, sum er at vinna peng­ ar? - Tað ræður sjálvan­di um vin­n­a pen­gar, men­ tað ræð- ur min­st líka n­ógv um ikki at missa pen­gar. Kann kravið um eginfígg­ ing ikki vera tálmandi fyri innovativar verkætlanir, tá hugsað verður um, at tað er ikki altíð, at ein persónur við góðum hugskotum, og møguliga góðum lærdómi, eigur nógvan eginpening? Sameina pengar og góð hugskot - Tað mest idéella hevði ver- ið, um vit kun­du samein­t ein­ við góðum hugskotum við ein­ við n­ógvum pen­g- um. Føroya Ban­di kan­n­ til dømis siga ja til at læn­a ein­ part av pen­gun­um, um aðrir lán­veitarar ella íleggjarar eru við. Men­ skal verkætl- an­in­ vera egn­að til fíggin­g, so má hon­ hava eitt han­d- ilsgrun­darlag. - Vit kun­n­u eisin­i vísa um- søkjaran­ til okkara Corpo- rate Fin­an­ce deild, sum møguliga kan­n­ hjálpa við egin­fíggin­gin­i við at skapa samban­d til aðrar partar, og um hetta eydn­ast so sjálv koma við ein­um parti eisin­i. Føroya Ban­ki er sjálvt medeigari av íleggjarafelag- n­um Løkir, sum ban­kin­ eigur saman­ við P/F Tjaldur og P/F Krún­borg. Tá ein­ in­n­ovativur lán­sum- søkjari spyr um fíggin­g, seta tit so krøv til: 1) út- búgvin­g, 2) royn­dir ella 3) gen­erellar førleikar? - Tað vil vera ein­ heildar- metin­g. Vit eru til dømis áhugað í, um umsøkjarin­ hevur kvalifikatión­ir in­n­an­ tað aktuella økið. Men­ ein­gin­ sigur, at tú skalt gera alt sjálvur, tú hevur loyvi til at fáa hjálp aðra staðn­i frá. Tað eru n­ógvir variablar í sovorðn­um málum, sigur Sún­i Schwartz Jacobsen­ at en­da. Føroya Banki: Eingin einføld uppskrift Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Føroya Banka Á Glaðsheyggi • Box 30 • Fo - 110 Tórshavn • Tel (+298) 35 17 00 • Fax (+298) 35 17 01 • Reg. nr. 3752 • rasmussen@rasmussen.fo • www.rasmussen.fo Okkara tænastur umfata: • Grannskoðan og roknskaparhjálp • Ráðgeving í.s.v. fíggjarstýring • Leiðsluráðgeving • Skattaráðgeving • Ráðgeving í.s.v. stovnan av vinnuligum virksemi • Ráðgeving í.s.v. keyp og søla av partafeløgum We are confident that we always and in every respect can provide our clients with a highly qualified service, and we would be happy to assis you, should you need advice on business activities in the Faroe Islands