Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-25, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. september 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 vinnan Nr. 184 - 25. september 2008 Johannes Jensen, stjóri Hotel Føroyar P/F Vinnan ella P/F Christi­ an í Grótin. Fíggjarligu úr­ slitini hava verið góð, og so tað, at teir hava tora at gjørt sera stórar íløgur eftir føroyskum mátistokki, sum kunnu geva gott úrslit, men sum eisini kunnu geva stórt hall. Tær íløgurnar hava lønt seg væl higartil. Og so eisini tað at teir arbeiða int­ ernationalt, millum annað við at teir byggja eitt skip í hinum endanum á jørðini. Fremsti boðskapurin má verða at fáa ein størri flogvøll og kapping á økinum. Tað er tað vigtigasta at fáa loyst. Hvør verður Ársins Virki? 6RQ\(ULFVVRQ.L 6HSWHPEHUWLOERË )DUWHOHIRQYLË%OXHWRRWK03VSÁODUD)0ÕWYDUSL03 P\QGDWÎOL7UDFN,'PXVLFUHFRJQLWLRQYDSSRJP\QGDERËXP 7HNXU0PLQQLVNRUW )ÁVW¼YRGDIRQHIRRJÈYRGDIRQHKDQGOXQXP NU %ODFN%HUU\&XUYH 9LQQXWÎOLËWÕDOWÈË KHYXUVDNQDË 9LË%ODFN%HUU\IU¼9RGDIRQHKHYXUWÕVDPEDQGYLËIÎON VDPDKYDUWÕHUW9LËWHOGXSRVWLWHOHIRQNDOHQGDUDP\QGD WÎOLYLGHRXSSWDNDUDLQWHUQHWLVWUHDPLQJRJ*36HUHLQNL PDUNI\ULKYDWWÕNDQVWI¼DIU¼KRQGLQL /HVPHLUDXP%ODFN%HUU\KDOG¼YRGDIRQHIR 9LWHUXHLVLQLWLOWÁQDVWX¼ NU Annika Andreasen, stjóri á Synergi Eg vildi ynskt at eg kundi sagt Synergi, men tað verð­ ur ivaleyst longri frammi í tíðini. Hesaferð er eitt gott boð Formula.fo, tí tey hava eitt sera gott úrslit og ikki minst tí at tey hugsa globalt og leggja seg eftir at menna skipanir sum eru kappingarførar í útlond­ unum. Tað er júst har, ið tann verðurligi vakstar­ møguleikin liggur. Marner Jacobsen, stjóri í Føroya Sparikassa ­ Bakkafrost, Tavan ella Luna– Teir hava verið dugnaligir, og hava gjørt tað gott í ár. Umráðandi at trúgva uppá at vit vinna okkum kappingarførið aftur, og ikki missa mótið. Hóast nógv skýggj eru á luftini, so mugu vit koyra á. Jóhanna á Bergi, stjóri í Faroe Ship Bakkafrost – Eg haldi at teir hava gjørt tað ótrúliga gott í ár, so teir eru uttan iva eitt boð. Tað má vera at arbeiða seriøst við tí man arbeiðir við, fokusera uppá kjarnu­ økini. Arbeiða professi­ onelt og ikki missa mótið. Eirikur á Húsamørk, stjóri á Faroe Marine Products Bakkafrost, fiskavirkið í Gøtu og Tavan eru trý virkir, ið hava góð úrslit og arbeitt miðvíst. Tey eru øll góð boð uppá ársins virkið 2008. Tað eru ivaleyst onnur eisini, men hetta er nærkomi og vinn­ an sum eg kenni til og havi lættast at fyrihalda meg til, eisini havi eg gloymt koduna til business­line, so tað er trupult at úttala meg um onnur virkir, við so stuttum skotbrái. Hákun Steingrímsson, stjóri í Formula.fo So má eg jú siga Formula. fo. Vit hava gjørt skilagóð­ ar íløgur, og hava vent eyguni úteftir og roynt at víðka um marknaðin til egin produktir. At víðka um marknaðin úteftir í heim eisini. Vit eru alt ov bundin av okkara egna lítla marknaði, og um vit skulu standa sterk­ ari, mugu vit víðka um marknaðin úteftir eisini. Nú Vinnudagurin 2008 verður í morgin, og Ársins Virki 2008 verður avdúkað, hava vit sett seks framstandandi vinnulívsfólkum tveir spurningar. Vit hava spurt tey, hvat virki tey halda er ein góður kandidatur til at gerast Ársins Virki, og hvat tey halda eigur at vera fremsti boðskapurin til vinnulívsfólk og vinnuna í Føroyum.