Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-25, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. september 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Nr. 184 - 25. september 2008 Vinnan Vinnu- og handilstíðindi í Sosialinum Vinnan Vinnu- og handilstíðindi í Rás2 Sum nakað spildurnýtt fer Miðlahúsið nú at geva føroyskum vinnu- og handilslívi enn meira rásarúm í miðlum tess. Vit leggja fyri nú komandi týsdag. Ætlanin er hvønn týsdag at hava innlegg í blaðnum, sum burturav tekur sær av vinnu- og handilslívi. Somuleiðis fara vit hvønn týsdag millum klokkan 16 og 17 at hava sending á rásini við vinnu- og handilstilfari. Aftrat hesum fer Miðlahúsið í vetur at lata dyrnar upp fyri fyrilestrum, kjak- og upplýsandi fundum, og fara vit eisini at skipa fyri tiltøkum av ymsum slag, sum hava tilknýti til heimliga vinnu- og handilslívið. Sum frálíður fara viðskiftafólk okkara eisini at síggja meira til vinnulívs- og handilstilfar á okkara egnu heimasíðu á netinum www.sosialurin.fo og somuleiðis á heimasíðuni hjá hvørjum mansbarni í Føroyum www.portal.fo, ið miðlar Miðlahúsins umsita. ...títt vinnuradio ...títt vinnublað