hósdagur 25. september 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
vinnan
Nr. 184 - 25. september 2008
Klokkan 15.45 á
Vinnudegnum trínur
Heini Zachariassen
á pallin at halda
ein fyrilestur undir
heitinum »At tora at
gera feilir«
Vinnudagur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Heini Zachariassen er kend
ur innan vinnu í Føroyum. Í
vár gavst hann sum stjóri í
felagnum Bullguard, hóast
fyritøkan tá hevði havt stóra
framgongd. Harafturat er
Heini Zachariassen nevnd
arformaður í Føroya Tele
og situr í nevndini hjá FC
Amager. Hann er kendur
fyri at royna nýggjar leiðir
og at byggja fyritøkur upp.
Í løtuni arbeiðir hann við
eini nýggjari verkætlan,
sum hann tó ikki vil úttala
seg um beint nú, men hevur
arbeitt við í einar tveir mán
aðir.
Sambært honum sjálv
kundi hent seg, at hann lyft
ir lokinum undir fyrilestri
num á Vinnudegnum.
Verður spennandi
Heini Zachariassen er eitt
slag av íverksetaratýpu, og
var biðin um at halda ein
fyrilestur á Vinnudegnum.
Teir spurdi um eg kundi
hava eitt innlegg á degnum,
og at eg sleppa at halda
hann um tað eg vil. Tað
verður sjálvandi spennandi
at tosa við so nógv vinnu
lívsfólk í einum, sigur Heini
Zachariassen
At tora er alt
Tá Heini Zachariassen talar
á Vinnudegnum, fer fyri
lesturin at handla um tað at
tora.
Eg havi lagt til merkis,
at intelligensur og annað
sær út til at hava minni at
siga í eini suksé, enn júst
tað at tora. Tað handlar um
at bróta barrierur og at fara
útum sína comfortsonu,
sigur Heini Zachariassen.
Sambært Heina Zacha
riassen verður fyrilesturin
– fyrst og fremst – um at
tora á einum persónligum
støði, men at hetta á mangan
hátt eisini kann flytast til
bæði fyritøku og samfeløg.
Hann leggur afturat, at
føroyingar, sum hava peng
ar um hendi ofta hava vunn
ið sær hesar innan fiskivinn
una, og at hesir ofta vilja
vera verandi innan sína
vinnu. Hetta er nakað Heini
Zachariassen í fyrilestri sín
um vil nema við.
Ofta tora vinnulívsfólk
ikki at seta pengar í virk
semi uttanfyri sína vinnu,
og klári eg bara at umvenda
eitt ella tvey av teimum 300
til 400 vinnulívsfólkunum,
so havi eg nátt mínum mál
ið, sigur íverksetarin, sum í
hesum føri nærmast kennir
seg sum ein trúboðara.
At vera sterkur
í trúnni
Av og á ger onki, um mann
hevur eitt sindur av blindum
vinklum, tí er mann sterkur
í trúnni uppá tað sum mann
ger, og ikki letur onnur
draga ein niður, kann tað
gott kompensera fyri evnini,
sigur Heini Zachariassen.
Hann greiðir eisini frá, at
mann ofta sær fólk við
rímiliga høgum intelligensi
analysera og fokusera uppá
trupulleikar, heldur enn at
fara í gongd og tora at byrja
sítt virksemi, og at tað kann
vera eina stórur trupulleiki
Helst greiðir Heini Zacha
riassen eisini frá nógvum
øðrum á Vinnudegnum,
men her var so ein brellbiti
til fyrilesturin á fríggja
dagin.
Framtaksgrunnurin
hevur sum mál at
fáa sølubæri í eina
verkætlan, men
grunnurin sær
gjarna innovativar
umsóknir. Um ein
umsøkjari hevur
drúgvar royndir
hevur minni týdning,
tí tær royndir ein
umsøkjari ikki hevur,
kunnu møguliga
skaffast onkra
aðrastaðni.
innoVatión og
fígging
Hilmar Simonsen
hilmar@sosialurin.fo
Tá Framtaksgrunnur Føroya
varð stovnaður í 1994, var
tað við tí høvuðsendamáli
at fáa gongd aftur á fiski
vinnuna á landi eftir hervi
ligu kreppuna fyrst í nítiáru
num. Síðani er nógv broytt,
og nú er grunnurin partaeig
ari í einum breiðum skara
av sera ymiskum fyritøkum.
Framtaksgrunnurin er ikki
ein banki ella peningastovn
ur, men ein íleggjari, sum
serliga hevur áhuga fyri
verkætlanum,
sum
eru
klárar at fremja í verki.
Framtaksgrunnurin kann
gera íløgur í verkætlanir
sum partapening og/ella
ábyrgdarlán, sum grunnurin
metir
vera
áhugaverdar.
Sosialurin hevur hitt Niels
Dann West, stjóra í Fram
taksgrunninum, og sett hon
um nakrar spurningar um
fígging
av
innovativum
verkætlanum.
Traditionelt, ótraditio
nelt, ella bæði tvey
Er innovatión nakað, sum
kann ræða tykkum í sam
band við áheitan um ílegg
ing?
Nei, innovatión er ikki
nakað, ið ræðir okkum.
Hvat leggja tit í orðið
»innovatión«?
Innovatión kann vera so
mangt, bæði heilt nýskap
andi – til dømis Decision3
(eitt felag sum mennir orku
sparandi skipanir til skip og
bátar, blaðm.) – men eisini
ein menning innan meiri
vanlig vinnuøkir.
Um valið stendur ímillum
at gera íløgu í eina traditio
nella vinnu, til dømis okk
urt innan fiskivinnu ella
handilskap, ella eina ótradi
tionella vinnu, til dømis ein
softwareframleiðara, hvat
velja tit so?
Nú veit eg ikki hví vit
skuldu valt. Kanska vit
ynskja at gera bæði tvey.
Men um vit skulu velja, so
hevur tann innovativa verk
ætlanin ein fyrimun. Men
tað hevur altíð mest at siga,
at verkætlanin kann verða
burðardygg og sølubær upp
á sikt.
Hvørji minstukrøv seta tit
einum innovativum umsøkj
ara, áðrenn tit møguliga
kunnu fara inn í verkætlan
ina?
Krøvini til umsóknirnar
eru tey somu til allar um
søkjarar. Tey síggjast á
heimasíðuni www.framtak.
fo. Annars ber altíð til at
venda sær til Framtak við
ítøkiligum spurningum.
Royndir ikki
avgerandi
Hevur tað týdning fyri tykk
um, at ein innovativur láns
umsøkjari er royndur per
sónur, ella kann tað eins
væl vera ein óroyndur?
Um verkætlanin sær
gott út, so er hesin spurning
ur ikki so øðiliga avgerandi.
Tað sum umsøkjarin kanska
manglar av royndum, kunnu
vit hjálpa til við í samband
við val av nevnd og tílíkum.
Tað hevur týdning fyri allar
verkætlanir, at ’manage
ment’ er í lagi, tað vil siga
stjórn og nevnd. Hesi skulu
í felag bera verkætlanina á
mál, og mugu gera tær til
laganir, ið tey meta eru
neyðugar, fyri at røkka máli
num.
Kann kravið um eginfígg
ing ikki vera tálmandi fyri
innovativar verkætlanir, tá
hugsað verður um, at tað er
ikki altíð at ein persónur
við góðum hugskotum, og
møguliga góðum lærdómi,
eigur nógvan eginpening?
Fyrsta svarið kundi
verið ja, men ... er ein
innovativ verkætlan komin
so langt, at hon er klár at
føra út í lívið, so hevur hon
eitt virðið í sær sjálvum, ið
millum annað kann nýtast
sum eginfígging. Annars so
siga viðtøkur Framtaks, at
vit kunnu ikki lutaka við
meira enn helvtini av fígg
ingini, tað verið seg egin
fígging ella lánsfígging.
Um tørvur er á størri fígg
ing enn Framtak og stig
takarin kunnu koma við, so
kunnu vit hjálpa til við at
fáa aðrar íleggjarar við.
Hetta hava vit gjørt í
onkrum førum.
Framtaksgrunnurin: Innovativar
verkætlanir fyrimun
At tora er at eydnast
Heini Zachariassen nevnd
arformaður í Føroya Tele
og situr í nevndini hjá FC
Amager
Hann, ið einki vovvar
hann einki vinnur