hósdagur 25. september 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 184 - 25. september 2008
Tað er ikki ein
spurningur um
»enten eller«, hvørt
traditionel fígging
verður tikin fram
um ótraditionella.
Men váðin við
ótraditionellum,
innovativum verkætl
anum er, alt annað
líka, størri, og tað
skal ein hava respekt
fyri, sigur stjórin í
Eik Banka, Marner
Jacobsen
InnovatIón og
fíggIng
– Hilmar Simonsen
hilmar@sosialurin.fo
Sosialurin hevur hitt Marner
Jacobsen,
stjóra
í
Eik
Banka, og spurt hann,
hvussu Eik Banki fyriheldur
seg til umsóknir um fígging
av innovativum verkætlan
um.
Er innovatión nakað sum
kann ræða tykkum sum lán
gevara?
Nei. Men váðin í sam
bandi við nýggjar óroyndar
verkætlanir kann vera stór
ur, og tað skal man hava
respekt fyri.
Hvat leggja tit í orðið
»innovatión«?
Tað snýr seg væl grund
leggjandi um at gera nakað
nýtt, sum ikki er gjørt fyrr
ella at forbetra okkurt.
Bróta burtur úr nýggjum
síggja okkurt frá einum
nýggjum vinkli og so fram
vegis.
Um valið stendur ímillum
at geva lán til eina traditio
nella vinnu, til dømis okk
urt innan fiskivinnu ella
handilsskap,
ella
eina
ótraditionella
vinnu,
til
dømis ein softwareframleið
ara, hvat velja tit so?
Tað er ongantíð »enten
eller«. Meginparturin av
okkara vinnuligu útlánum
fer náttúrliga til traditionella
vinnu. Men vit veita eisini
til innovativar verkætlanir,
tá vit sjálvi trúgva uppá hug
skotið og vinnuliga poten
tialið í tí.
Hvørji minstukrøv seta tit
til ein innovativan lánsum
søkjara, áðrenn tit møguliga
kunnu lata fígging?
Hann skal hava skil fyri
tí hann ger, hann skal hava
eina virkisætlan, sum vísir,
at verkætlanin kemur at
kasta vinning av sær, um
hon eydnast, og so skal
hann helst vága nakað sjálv
ur og harvið vísa, at hann
trýr uppá verkætlanina.
Royndir hava týdning
Hevur tað týdning fyri tykk
um, at ein innovativur láns
umsøkjari er royndur per
sónur, ella kann tað eins
væl vera ein óroyndur?
Ja. Váðin er alt annað
líka minni við tí roynda, tí
hann hevur roynt tað fyrr
og ger tí helst færri feilir.
Men avgerandi er hugskotið
aftanfyri. Og tað at ein láns
umsøkjari er óroyndur kann
viðhvørt bøtast upp á, við
at hann onkursvegna knýtir
roynd fólk afturat sær.
Hvørji krøv seta tit til
eginfígging hjá einum in
novativum lánsumsøkjara?
Tað er individuelt og
veldst eisini um váðan í
verkætlanini.
Kann kravið um eginfígg
ing ikki vera tálmandi fyri
innovativar verkætlanir, tá
hugsað verður um, at tað er
ikki altíð, at ein persónur
við góðum hugskotum, og
møguliga góðum lærdómi,
eigur nógvan eginpening?
Jú. Men um hugskotið
er gott nokk ber viðhvørt til
at útvega váðafúsan kapital
at seta í verkætlanina, eitt
nú frá íbirtingarfelagnum
Set ella onkrum av íløgu
feløgunum í Føroyum.
Eik
Grunnurin
eigur
sjálvur í íbirtingarfelagnum
Set. Í Eik Banka er eisini
ein deild, Investment Bank
ing, sum millum annað hev
ur til endamáls at hjálpa
innovativum
lánsumsøkj
arum at skaffa fígging, um
mett verður, at talan er um
eina góða og burðardygga
verkætlan.
Tá ein innovativur láns
umsøkjari spyr um fígging,
seta tit so krøv til: 1) út
búgving, 2) royndir ella 3)
generellar førleikar?
Ja, mett verður um før
leikarnar at fremja verkætl
anina, herundir útbúgving
og royndir. Eisini verður
mett um, hvørt umsøkjarin
hevur atgongd til førleikar,
sum hann ikki hevur sjálvur,
til dømis á roknskaparøki
num, sigur Marner Jacobsen
at enda.
Marner Jacobsen,
stjóri í Eik Banka
Eik Banki: Ótraditionellar
verkætlanir størri vága
»Tað avgerandi
er hugskotið
aftanfyri«
VIT HAVA PRIKKIN, IÐ MANGLAR
Í TÍNUM VIRKSEMI
CREW.FO | á Hjalla 24, FO-187 Hoyvík | Tel. 66 10 10 | info@crew.fo | www.crew.fo
VIT Á CREW.FO HAVA DRÚGVAR ROYNDIR Í AT ÚTVEGA ARBEIÐSMEGI
crew.fo hevur drúgvar royndir í at útvega arbeiðsmegi. Vit hava
deildir í Pólandi, Rumenia og í Baltikum, og vit hava fólk í arbeiði í
øllum Norðanlondum. Vit finna rætta fólkið til rætta starvið.