Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-25, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. september 2008síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 184 - 25. september 2008 Tónleikur SAMRØÐA Sunneva H. Eysturstein sunneva@sosialurin.fo Líggjas Olsen (LO) og Flóvin Viderø (FV) kenna vit best sum sangararnar í popprokk bólkinum Deja Vu. Hesin bólkurin hevur tó ikki verið at hoyrt í longri tíð nú, men tað hevur ikki steðga teim­ um báðum oddamonnunum í at halda á við tónleikinum og gera nýtt tilfar. Í løtuni eru teir í upptøkuhølum saman við Niclasi Johannesen og í gongd við at gera videolag til eitt av nýggjastu løgunum hjá sær. Hvar endaði Deja Vu og hví? FV: í skrell. LO: Ja, faktiskt. Vit vóru ógvuliga aktivir í langa tíð. Góvu fløgu út, spældu nógv, vunnu føroyska umfarið av Global Battle of the Bands, fóru til London osfr. Men har var eingin ordilig drívmegi í bólkinum, eingin vilji. Eg haldi, at vit vóru blivnir troyttir av at spæla saman. So vóru tað eisini onnur ting; ein í bólkinum bleiv pápi, ein flutti niður, og at enda hendi bara einki í langa tíð. FV: Vit ætlaðu alíkavæl at gera eitt videolag. Men tá vit komu í gongd við tað og byrjaðu at hugsa um framleiðslu, fingu vit at vita, at tað ikki var serliga feitt at gera videolag til eitt gamalt lag. Deja Vu hevði jú verið til rættiliga leingi tá, og tilfarið hjá okkum var rættiliga gamalt eftir hondini. Hetta bleiv lopfjølin hjá okkum báðum at fara frá Deja Vu, fara aðrar vegir og framleiða nýtt tilfar. LO: So ístaðin fyri at fara í gongd við eitt videolag til eitt gamalt Deja Vu lag, fóru eg og Flóvin í studio at taka eitt nýtt lag upp. Hetta var í februar/mars. Vit hava faktiskt verið í studio síðani og tikið upp, manerera við detaljur, nørdast við ljóðum og so framvegis. Vit hava nógv hugskot til løg, sum vit hava fingið ígjøgnum árini, men sum ongantíð eru blivin til nakað, og sum vit so eru farnir at arbeiða við nú ístaðin. Hetta er ógvuliga hugnaligt. Niclas Johannesen er við okkum í upptøkuhølunum, og vit hava tað ordiliga feitt við at skapa tónleik saman. Hvør framleiðir videolagið hjá tykkum? FV: Eir í Ólavsstovu er fram­ leiðslustjóri av videolagnum og gongur í løtuni sína egnu gongd. Vit ána faktiskt ikki, hvat hon er í holt við. Hava bara útviklað manuskriptið saman við henni, og so vita vit ikki meira. LO: Ein dagin, tá vit komu koyrandi uppi við sjónleikar­ húsið, sóu vit eina rúgvu av fólki hoppa runt í búnum og andlits­ máling. Vit sóu Eir mitt í rokan­ um, og Flóvin segði, at hatta mátti hava okkurt við okkara videolag at gera. Eg bleiv eitt sindur kløkkur. Tað er jú ikki til at vita, hvat tað fer at blíva til, ella um okkum fer at at dáma tað. Men tað mugu vit bara fáa at síggja. Tað er sjálvandi spenn­ andi, men slett ikki til at siga enn, um tað verður feitt ella ikki. Hvat fyri slag av tónleiki gera tit saman nú? LO: Tað er nokso nógv Deja Vu bara við einum nýggjum botni. Fyrr gjørdu vit tónleik og tóku upp sum ein bólkur, men nú er tað meira við at taka útyvir, klippa og so framvegis. FV: Faktiskt segði Niclas, at tað ikki er Deja Vu. Kanska tí at tað er meira upbeat, enn bólkurin var. Í hvussu er og ikki, so er hetta agnið, sum vit fara at brúka til at koma frameftir. Vit ætla okkum at fáa fatur á plátufeløg­ um og alt tað. Tað gongur bara við sniglaferð. LO: Ja, vit hava sum so ongan skund beint nú. Vit arbeiða fram ímóti at gera eina útgávu, men hava ikki ásett nakra tíðarfreist. FV: Nei, tíbetur. Tað er ov vanligt, at fólk siga eitt dato, men at tað so ongantíð hendir fyrr enn fleiri ár aftaná. So vit taka tað bara róligt. Hvat er tað við tónleikinum, sum dregur tykkum? LO: Eg haldi, at vit hava onkra Klassiskir droymarar Teir góvu út væl móttiknu fløguna A Place to Stand On í 2005, vunnu føroysku tjóðarfinaluna av Global Battle of the Bands í 2006 og spældu í altjóða finaluni í London sama árið. Í dag er bólkurin upploystur, og oddamenninir Líggjas Olsen og Flóvin Viderø eru farnir í gongd við sítt egna projekt. Her siga teir frá um tíðina aftaná Deja Vu og íblásturin til tónleikin Líggjas Olsen og Flóvin Viderø, ið vóru forsangarar í Deja Vu, eru nú farnir í gongd við sítt egna tónleikaprojekt, og í løtuni Niclas Johannesen er við teimum í upptøkuhølunum. Mynd: Barbara Vang