hósdagur 25. september 2008síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 184 - 25. september 2008
45
Viðmerkingar til tónleikasíðurnar? Hugskot til tónleikatíðindi?
Skriva til sunneva@sosialurin.fo
Lagt til rættis:
Sunneva H. Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
ímynd av, at verðin bara fer at
koma til okkum; vit eru klassisk
ir droymarar. Sjálvandi vita vit,
at tað er bullshit, men vit vilja
bara gera góðan tónleik, og tón
leikur er eisini í grundini bara
tað, sum vit duga. Tað er bara
reinur alskur til tónlistina.
FV: Tað er eisini nakað við, at
mann er so kritiskur ímóti øllum,
sum hini gera, og at mann á ein
ella annan hátt avspeglar tað við
sínum egna; mann setur sítt egna
upp ímóti hinum. Ikki tí at mann
vil vera betri, men tí at tað følist
rætt at gera tað.
LO: Ja, allir tónleikarar hava
eina náttúrliga trongd til at gera
tónleik. Tað er væl soleiðis við
øllum kreativum fólki. Ein kona,
sum dugir og dámar at binda, fær
okkurt burturúr at binda ein
sokk. Vit fáa okkurt burturúr at
skriva sangir og spæla teir. Og
tað er genialt, tá tað riggar.
FV: Bara tað at skapa eitt evar
ska lítið ljóð í einum lagi kann
geva eina fantastiska kenslu.
Mann blívur so spentur. Tað er
sum at gleða seg til jólapakkan,
tú følir tað brúsa innaní.
Hvussu arbeiða tit saman?
LO: Vit kennast væl, og eg haldi,
at vit hoyra tónleik øgiliga líka.
Til dømis ljóð og klangir; um eg
sigi »á, hatta er feitt«, so veit
Flóvin beinanvegin, hvat eg
meini við.
FV: Tað er næstan so galið, at
vit enda setningar hjá hvørjum
øðrum...
LO: Vit diskutera eisini væl
um allar detaljur og hava eina
felags uppfatan av tingum, sam
stundis sum at vit geva hvørjum
øðrum mótspæl.
FV: Vit møtast í luftini. Fólk
halda, at vit burdu kallað okkum
»Friends Forever«!
Hvat er tykkara drívmegi?
LO: Alt. Allur tónleikur og yvir
høvur alt, sum ein upplivir.
FV: Sinnalagið er ógvuliga
inspirerandi. Tað, tú følir, tá tú
ert í góðum lag ella ringum lag.
Tá veðrið er gott ella ringt. Alt
tað fær ein at koyra víðari. Og so
vilja vit bara gera góðan tónleik.
Eg havi eina serliga trongd til at
gera okkurt feitt live. At seta list
saman uppá ymsar mátar og gera
nakað stórt.
LO: Tú og títt teatur... eg eri
kanska meira ótolin enn Flóvin.
Eg vil gjarna hava tónleikin út,
og tað skal ikki taka ov langa tíð.
Ikki tí at mann skal stressa seg
sjálvan í prosessini at gera tón
leikin, men eg vil gjarna arbeiða
effektivt og fáa tað út til so nógv
fólk sum gjørligt. Vit hava tó ikki
spælt hendan tónleikin live enn,
men tað fara vit nú skjótt. Tað
má tó líka venjast ordiligt fyrst.
Studio er studio, men live er
nakað heilt annað, og tað má
gjøgnumarbeiðast ordiligt,
áðrenn mann spælir konsertir.
FV: Ja,vit hava arbeitt on and
off í studio nú í átta mánaðar, og
tað er við at verða tíð til at koma
út at spæla.
LO: Vit skulu eisini finna
okkum eitt navn, men eru ikki
heilt samdir enn, so tað kann ikki
avdúkast beint nú. Men »Friends
Forever« er í hvussu er útilukkað!
Hoyr Líggjas
& Flóvin
framføra til
Mind The
Music
konsertina á
Altjóða
Sálarheilsu
degnum tann
10. oktober í
Reinsarínum
kl. 22.00
- Vit hava onkra
ímynd av, at verðin
bara fer at koma
til okkum; vit eru
klassiskir droymarar.
Sjálvandi vita vit, at
tað er bullshit, men
vit vilja bara gera
góðan tónleik, og
tónleikur er eisini í
grundini bara tað,
sum vit duga, sigur
Líggjas Olsen um
alskin til tónleikin.
Mynd: Barbara Vang