Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. september 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 185 - 26. september 2008 Rógvarir í Danmark fara næsta viku­skifti til eina rimmargalla­ veitslu­ í Føroyahús­ inu­m, har millu­m annað sangarin í TV2 Steffen Brandt, og Jensina Olsen frá E elski Førjar u­ndirhalda Kappróðarárið er júst liðugt í Danmark, og næsta viku­ skifti fara rógvarir og onnur í róðarumhvørvinum í Dan­ mark til rimmar gallaveitslu í Føroyahúsinum. Skráin inniheldur fría barr, galla­ matskrá og undirhald við kenda sangaranum í TV2, Steffen Brandt, Jensinu Olsen og dans við Revival aftaná. Hetta er annað árið á rað, at róðarárið verður endað við eini rimmar veitslu í Føroyahúsinum. Endamálið við veitsluni er millum annað at skapa meira lív í kappróðarumhvørvið, so fleiri koma at rógva, siga fyrireikarirnir. Vit hava nú í tvey ár havt ein samstarvsbólk, ið er mannaður av umboðum frá teimum fýra føroysku róðr­ arfeløgunum í Danmark. Úrslitið er millum annað, at vit hava fýra regattaðir um árið, og haraftrat hava vit nú fingið gallaveitsluna, hetta frálíka afturvendandi tiltak, har vit gera eina serliga veitslu fyri teimum, sum eru í kappróðrarum­ hvørvinum, sigur Hjalmar Joensen, sum er í veitslu­ nevndini. At fáa Steffen Brandt at luttaka hevur kravt eitt sindur eyka, og tí hevur eis­ ini veri neyðugt við stuðuli aðrastaðni frá. Vit hava fingið stuðul til tiltakið frá Miðlahúsinum, og tað eru vit sera fegin um – tað hevði nokk ikki kunna lati seg gjørt uttan stuðul. Hetta skal síggjast sum stuðul av tí føroyska kapp­ róðrinum í Danmark – uttan Miðlahúsið, Atlantiv Airways og Føroyahúsið, sum leggur hús til og stuðlar tiltakinum annars, hevði tað nokk heldur ikki borið til, sigur Hjalmar Joensen. Veitlsan verður hildin 27. september og har verda millum annað latin steyp til mest vinnandi bát og vakrasta róður. Rimmar róðrargalla við Steffen Brandt í Føroyahúsinum Aftur í ár er rimmar gallaveitlsa í Føroyahúsinum og í ár er skráin á tremur við spennandi nøvnum, sum Steffen Brandt, sangara í TV2, Jensinu Olsen frá E elski Førjar og Revival, sum spæla til dans aftaná. Miðlahúsið, Føroyahúsið og Atlantic Airways hava stuðlað tiltakinum