fríggjadagur 26. september 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 185 • 26. september 2008
bíbliutýðariN
5
beinanvegin í 1937 undir
at týða Gamla Testamenti.
Hann sigur sjálvur soleiðis
frá í eini grein frá 1952:
“Í mars 1937 byrjaði eg at
um seta Gamla Testamenti
og var liðugur í mai 1939 (í
kladdu). Síðani revideraði
eg Nýggja Testamenti
frá 1937, og sonur mín
maskinskrivaði alla Bíbliuna
fyri meg.“
„Vit skuldu so lata
hana prenta í Oslo og
høvdu fingið rættlestur av
knappliga 100 síðum, tá ið
Noreg varð hersett. Alt lá
so stilt inntil byrjan av 1947,
prenting viðvíkjandi. Tá
varð farið undir at prenta
Bíbliuna í Føroyum. Men
tá las eg aftur alt handritið
ígjøgnum, bæði G.T og N.T.
og revideraði málið rættiliga
nógv.“
Bíblian var liðugt sett á
ólavsøku 1948 og kom út
hin 19. mars 1949. Hetta
má sigast at vera ein heilt
serligur merkisdagur í
Føroya søgu, tí henda dag lá
fyri fyrstu ferð øll Bíblian á
føroyskum máli á borðinum,
og tað er ein søgulig stór
hending.
Danmark fekk sína Bíbliu
longu í 1550, Svøríki í 1541
og Ísland í 1584. Men eftir
trúbótina um miðja 16. øld
bleiv kirkjumálið í Føroyum
danskt, og føroyingar
komu sostatt bert at brúka
ta donsku Bíbliuna, og
ikki fyrr enn 400 ár eftir at
brøðratjóðir okkara høvdu
fingið Bíbliuna á egnum
máli, fingu vit hana.
“Bíblian skal ikki vera
ein lærubók í máli – og
heldur ikki eitt museum
fyri fornorð. Hon skal vera
umsett so, at bæði lærd og
ólærd lættliga kunnu fata
lærdóm hennara og njóta
signingar hennara”.
1914
Liðugur á læraraskúlanum í
Havn. Fekk prógv sum tann
besti av teimum 10, sum fingu
prógv
1916
Victor Danielsen brýtur við
kirkjuna, tá hann saman við
øðrum verður doyptur á sjónum
í Søldarfirði, og eftir tað gjørdist
hann ein hin ídnasti trúboðarin
hjá Brøðrasamkomuni
1917
Victor Danielsen týðir sín fyrsta
sálm »Tað ið hvør skuggi burtur
er horvin« úr enskum »After the
earthly shadows have lifted«
Einaferð fyrst í tríati árunum, gekk ein smádrongur runt
við traktatum í Fuglafirði, og hann kom so inn til eina
gamla konu har og spurdi, um hon legði í at fáa eitt blað
við andaligum lesnaði á føroyskum. Konan spurdi, um tað
var føroyskt, og drongurin svaraði ja. „Nei, so skal eg ikki
hava tað, tí eg dugi ikki at lesa føroyskt“, segði konan.
Drongurin skuldi so fara avstað aftur, men tá rópti hon
á hann og spurdi, hvør hevði skrivað. „Victor“, svaraði
drongurin. Tá læt í konuni: „Ja, so vil eg hava tað, tí tað
einasta, eg dugi at lesa á føroyskum, er tað, sum Victor
hevur skrivað.“
Victor Danielsen dugdi væl at savna fólkið saman, bæði tey ungu og tey tilkomnu. Og væl dámdi
honum eisini at taka myndir, sum henda myndin úr Tjørnuvík vísir
Besta bók av bókum her
Besta bók av bókum her
Bíblian hjá mammu er,
merkt av tárum, skrætt og
rukkað er mangt blað.
Men so klárt er fyri mær,
tá hon tók meg inn at sær,
setti meg í fangið, og til Gud hon bað.
Niðurlag:
Gamla bók, dýra bók,
gjøgnum teg eg Jesu kærleik? havi sæð,
meir og meir eg elski teg,
sum eg ferðist á tí veg,
ið skal føra heim til Zions nýggja stað.
2. Hon fortaldi fyri mær,
hvussu Jesus Kristus var,
komin her at ganga krossins tunga veg.
Tá eg krossfestan sá hann,
og mær tár á kinni rann,
kysti hon meg, segði, alt var fyri meg.
3. Nú í himli mamma býr,
men tann bókin er mær dýr,
sum í sorg og gleði henni var so kær.
Hon gav kraft í neyðarstund,
hon helt inn í deyðans blund,
og eg veit, hon eisini skal hjálpa mær.
Johannes A. Hultmann. Victor Danielsen
Heldur akker títt
Heldur akker títt, tá ið stendur á,
tá í stormi reisir seg bylgjan blá,
og tá streymur fossandi fer avstað,
liggur skip títt tá, ella drívur tað?
Niðurlag:
Vit eiga akker, sum lítist á,
botnfast og trygt, er enn bylgjan há;
lyftið stendur fast, um alt annað fer:
Tann, ið trýr á Sonin, hann frelstur er!
Tað er sterkt og gott, tað kann lítast á,
tað kann væl mót stormi og streymi stá,
eingin ódn kann slíta tey tog so sterk,
einki svíkja kann, alt er Harrans verk.
3. Og tað svíkur ei, tá ið neyð er á,
tá ið grunnbrot boðunum siga frá;
um í broddi bróta tey krøppu brot,
liggur skip várt trygt, sum ei hoyrdist lot.
4. Enn í deyðans streymi tað svíkur ei,
á tí síðstu døpru og tungu leið;
um so náttin svørt okkum fjala skal,
tó várt akker heldur, vit liggja væl.
5. Tá so dimmið lættir, og kvirt er hav,
tá vit eru har, sum alt stríð er av,
har ei stormar ýla, ei bylgjur slá,
har ið lívsins ódn okkum ei kann ná.
Priscilla J. Owens, 18291893
(V. Danielsen týddi)