fríggjadagur 26. september 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 185 - 26. september 2008
Býarlívið í London
hevur givið íblastur
til spildurnýtt tón
leikaverk eftir Páll
Sólstein, sum verður
frumframført á
Heystkonsertunum
hjá Aldubáruni um
vikuskiftið
Tónleikur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Aldubáran man vera tann
bólkurin í Føroyum, ið fram
førir flest nýskrivaðan parti
turtónleik.
Til
næstan
hvørja konsert hjá Aldu
báruni er ein frumframførsla,
og Heystkonsertin 2008 er
einki undantak.
Londonferð
gav íblástur
Tónasmiðjurin hesaferð er
hornpælarin Páll Sólstein,
sum fekk hugskotið at
skriva eina trio bygd á býar
lívið í London eftir eina
stutta konsertferð hjá Aldu
báru Málmblásara Trio í
bretska høvuðsstaðnum.
Nýggja
trioin
verður
frumframførd
á
heyst
konsertunum hjá Aldubáru
Málmblásara
Trio,
sum
verða um vikuskiftið.
Í ár fer Aldubáran at hava
tvær heystkonsertir. Fyrra
konsertin verður í leygar
dagin 27. í Leikalund í
Klaksvík. Til hesa konsert
ina fer Aldubáru Málm
blásara trio at spæla eitt
sindur lættari tónleik so
sum Georg Gershwin og
nakrar føroyskar sangir,
umframt nýggja verkið hjá
Pálli Sólstein.
Seinna konsertin verður í
Norðurlandahúsinum
í
Havn sunnudagin 28. sep
tember kl 16. Á hesari
konsertini verður nýggjari
tónleikur spældur av millum
annað Nils V. Bentzon, Páll
Sólstein og Atla Petersen.
Konsertinar vara umleið
6070 minuttir og eru uttan
steðg.
Stuðlað
konsertunum
hava: Tórshavnar Býráð,
Mentamálaráðið og Ment
anargrunnurin Landsins.
Nýtt tónleikaverk á Heystkonsert
Tónleikarnir í Aldubáru Màlmblásara Trio er Johan Hentze á trompet, Páll Sólstein á horn og Andras Olsen á trombon.
Schaeffler ætlar at keypa Mercedes
Ein av mest múgvandi persónum í Týsklandi, 66 ára gamla MariaElisabeth Schaeffler, sum
er ein av eigarunum av Schaeffler Group, ið er ein av heimsins størstu framleiðarum av
kúluleigum, hevur ætlanir um at keypa MercedesBenz bilverksmiðjuna, Daimler AG. At
hon meinar tað í álvara, sæst av at hon í august keypti stóru týsku Continental
dekkverksmiðjuna.
Eitt minkandi fólkatal
og ein hækkandi
miðalaldur merkja,
at Suðuroy gongur
móti eini truplari tíð.
Gongdin í modernaða
samfelagnum
merkir, at fólk
flyta seg inn móti
stórbýunum, men
ikki er vist, um hetta
er støðan í føroyska
útjaðaranum
ÍbúgvaviðurskifTi
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
Ein vandamikil gongd í
fólkatalinum
í
Suðuroy
hevur verið seinastu árini,
og 2008 sær út til at gerast
ein dyggur smellur. Einans
29 børn verða borin í heim í
Suðuroy í ár, 19 hava longu
sæð dagsins ljós, og einans
10 eru ávegis, veit Suðuroy
ar Sjúkrahús at siga.
Undanfarin
ár
hevur
burðartalið sveiggjað, men
gongdin hevur verið rætti
liga greið. 1990 var metár
við yvir 100 nýføddum, og
í 2006 vóru 73 børn fødd,
men hesi eru serdømi. Bæði
í 2005 og 2007 vóru 53
fødd, og talið hevur annars
sveiggjað millum 40 og 60
seinastu árini frá 1995.
Lága talið av nýføddum
hevur við sær eina sera
óhepna gongd fyri oynna.
Miðalaldurin hækkar, og
komandi ættarlið koma at
møta størri mótstøðu enn
undanfarin.
Berandi
aldursbólkurin
eru tey í arbeiðsførum aldri.
Hini, ið annaðhvørt eru
undir ella yvir, kosta samfel
agnum meir enn tey geva.
Hetta er sjálvsagt náttúrligt,
og tí báðir aldursbólkarnir
antin hava tænt samfelag
num, ella eru ein íløga í tað.
Sostætt veitir ein hækkandi
miðalaldur ongum gagn.
Myrk framtíð
Við ársbyrjan 2008 var
íbúgvatalið
í
Suðuroy
4.915, hetta er 10,2% av
samlaða talinum fyri Før
oyar. Í verandi løtu eru 658
fólkaskúlanæmingar í teim
um átta skúlunum í Suðuroy,
og tað talið er einans
9,3% av samlaða talinum.
Av teimum átta skúlunum
eru tríggir, ið einans hýsa
einum flokki á tríggjar
næmingar, og tveir hava
einans tveir flokkar. Til
dømis
eru
tveir
triðjafloksnæmingar og
ein í fjórða flokki í Sand
vík.
Í fólkaskúlalógini, løg
tingslóg nr. 125, kap. 2
§13, stendur at skúlar, ið
hýsa
millum
114
næmingar hava ein flokk,
1530 tveir flokkar, 31
48 tríggjar flokkar, og so
framvegis.
Í høvuðsstaðnum er næm
ingatalið á stóru skúlunum
yvir 500, ið ikki er langt frá
samlaða talinum frá átta
skúlum í Suðuroy. Og talið
í Suðuroy sær ikki út til at
ganga móti eini ljósari fram
tíð. Í verandi løtu sær tað út
sum ein árgangur av fyrsta
flokksnæmingum í allari
Suðuroynni 2015 kemur at
ljóða á 29 næmingar í mun
til teir 56, sum eru í dag.
Enn er ikki greitt hvat
verður gjørt við hetta. Ein
loysn kundi verið at lagt
skúlarnar ella flokkarnar
saman, og havt alt á einum
staði. Men hvat hevði tað
gjørt við Suðuroynna og
viðurskiftini har.
Trivnaður í øllum landin
um skal sjálvandi raðfestast
høgt, men annaðhvørt hetta
letur seg gera verður upp til
landsins myndugleikar.
Vandamikil gongd í Suðuroy