Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. september 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 185 • 26. september 2008 bíbliutýðariN 7 Victor vildi vera millum fólkið - Henda standmyndin av Victor Danielsen er ein sonn mynd av hesum megnarmanni. Eingin ivi er um, at hon vísir mannin soleiðis sum hann var, sigur Jóhan Heri Joensen, formaður í nevndini sum hevur staðið fyri arbeiðinum við standmyndini í Fuglafirði Standmyndin - Vit ynsktu at standmyndin skuldi standa so nær fólki- num sum gjørligt. Tí tað var millum fólkið at Victor sjálvur altíð ynskti at vera, sigur Jóhan Heri Joensen. Var tað nakað sum sermerkti henda megnar- mannin, so var tað eitt brennandi ynski at bera Gudsorðið fram í talu, sangum og við skrivligum tilfari. Samkoman í Siloa hevði stóran týdning fyri hann, og tí er standmyndin sett á sama øki, har tann gamli salurin stóð. Tað er helst eisini so sum formaðurin í teirri serligu Standmyndanevndini í Fuglafirði tekur til: - Standmyndin er eitt tað fyrsta sum ein sær, tá ein kemur til Fuglafjarðar. Hon stendur tí nærum sum eitt portur til býin. - Ja, tað er líkasum at hon býður fólki at vera vælkomin higar, sigur Jóhan Heri Joensen við einum brosi. Standmyndin – sum altso stendur upprætt! – er gjørd í fullari hædd, og fer at síggjast gjøgnum ein stóran part av býnum. Her sæst Victor Danielsen standa við blýanti í hond og skriva eitthvørt niður á ein stein. Hvat, hann skrivar, vil formaðurin í Standmyndanevndini ikki avdúka. - Men eg kann lova fyri, at standmyndin er ótrúliga vøkur, sigur hann. Við øllum tilhoyri er kostn- aðurin fyri standmyndina 500.000 krónur. Trupult at velja Arbeiðið við standmyndini av Victor Danielsen hevur tikið rættiliga drúgva tíð. Úrslitið av hesum sleppur almenningurin at síggja seinnapartin sunnudagin. Tað var longu fyri eini 6-7 árum síðani at Jóhan Heri Joensen, sum tá var býráðslimur og formaður í mentanarnevndini tók upp málið um at reisa eina standmynd av Victor Danielsen í býnum, har hann búði. Umframt Jóhan Hera sótu eisini Ditlev Róin og Øssur Mohr í teirri serligu Stand- myndanevndini. Áðrenn nøkur standmynd kundi verða reist, máttu økini rundan um skipast soleiðis, at hesi hóskaðu til slíkt. Í dag kann ein staðfesta, at fleiri slík fríøki eru í býnum. Teir tríggir í nevndini vóru fyrst á ferð kring landið fyri at hyggja eftir ymiskum standmyndum, og settu seg síðani í samband við listamannin Hans Paula Olsen. - Og hann segði ja beinan- vegin, greiðir Jóhan Heri Joensen frá. Hans Pauli kom fyrst við nøkrum skitsum, og seinni við tveimum modellum, hvussu hann ímyndaði sær at standmyndin av Victor Danielsen kom at síggja út á ætlaða fríøkinum. - Hesi bæði modellini vóru heilt ymisk. Men hinvegin var hvørt teirra betri enn hitt, so vit høvdu okkara trupulleikar at velja tað rætta, sigur hann við einum brosi. Annað teirra varð so valt, og verður tað hetta sum skal avdúkast sunnudagin á fríøkinum, har gamli salurin hjá samkomuni í Siloa stóð. Hetta er Victor Skal nakað sigast um Fugla- fjørð, so slepst ikki undan at nevna tað ríka mentanar- lívið sum hevur verið og framvegis er í bygdini. Í hesum arbeiði hevur mentanarnevndin í býráð- num spælt ein týðandi leiklut, við bæði at prýða bygdina, lívga um mentanar- lívið og eisini at seta upp standmyndir. Henda standmyndin av Victor Danielsen er bert ein av mongum í eini røð, sum ætlanin er at halda fram við í komandi tíðum. Nú hon verður avdúkað sunnudagin er Jóhan Heri ikki í iva um, at hetta er eitt valaverk sum listamaðurin hevur latið úr hondum: - Hans Pauli er komin ótrúliga væl frá hesi stand- myndini. Bæði kropsburður og útsjóndin eru har – ja, hetta er veruliga tann Victor, soleiðis sum eg minnist hann, greiðir formaðurin í Standmyndanevndini frá. Fleiri stand- myndir í væntu Elisabeth Eldevig er forkvinna í Mentanar­ nevndini í Fuglafjarðar kommunu. Og fyri hana er standmyndin av Victor Danielsen bert ein í eini røð, sum í framtíðini vónandi fara at prýða býin. Bygdin og seinni býurin eiga ein hóp av fólki, ið hava gjørt vart við seg innan mong ymisk øki – til dømis vinnulív, mentan og politikk. Óhugsandi er ikki, at ein so líðandi fer at síggja fleiri standmyndir í býnum, kanska eisini av fyrsta løgmanni okkara, Andrass Samuelsen, ið var ættaður úr Fuglafirði. ­ Vit hugsa ikki minst um komandi ættarlið, sum eisini fara at fáa gleði av hesum stand­ myndunum, og sum tey somuleiðis kunnu identifisera seg við, greiðir Elisabeth Eldevig frá. Við hesar standmynd­ irnar kunnu fólk í fram­ tíðini steðga á eina løtu, og síðani spyrja eftir og hugsa um, hvørji hesi fólkini vóru, hvat tey framdu í verki og hvat gjørdi, at júst tey fingu eina standmynd reista av sær. ­ Mín fatan er, at fólk taka sera væl undir við hesi ætlanini, slær hon fast. Kring standmyndina er ætlanin at seta upp beinkir og annars fríðka økið. Her skal standmyndin reisast – á fríøkinum, har gamli salurin hjá samkomuni í Siloa stóð. – Standmyndin er eitt valaverk, staðfesta formaðurin í mentanarnevndini Elisabeth Eldevig og formaðurin í teirri serligu Standmyndanevndini, Jóhan Heri Joensen Tað er Hans Pauli Olsen ið hevur gjørt standmyndina av Victor Danielsen. Hon fer at standa upprætt og verður í fullari stødd 1920 Victor Danielsen giftist hann Henrikku Malenu f. Olsen úr Søldarfirði. Hon andaðist í 1997, og gjørdist 100 ára gomul. Tey fingu níggju børn. 1920 Saman við Jens av Reyni gevur Victor Danielsen fyrstu sálmabókina út, nevnd »Sálmar« úr hondum. Í bókini, sum varð prentað í 1000 eintøkum, eru 85 andaligir sangir 1922 Onnur og økta útgávan av sálmabókini »Sálmar« frá 1920 kemur út. Í bókini eru 121 sangir