Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. september 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 185 - 26. september 2008 Tað endaði, sum Sosialurin alla tíðina hevur spátt, við at nýggju fólkini hjá Fólkaflokkinum í landsstýrinum gjørd­ ust Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard og Annika Olsen POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo myndir: Jens Kristian Vang Telvingarnar gjørdust drúgvar, og tingmanning og ný­valdu landsstý­risfólkini pá­stóðu alla tíðina, at alt var opið og at har vóru nógv nøvn at velja ímill­ um. Um so hevur verið er ikki hjá­ teimum uttanfyri stand­ andi at siga, men tað er ein sannroynd, at tngingarnar tilsamans tóku 11 tímar. Hetta er sjá­lvandi leingi sæð í mun til teir 15 minutt­ irnar, Sambandsflokkurin brúkti, men hinvegin lítið í mun til ta tíð, sum Javnaðar­ flokkurin brúkar. Hann er so hin seinasti flokkurin, sum skal finna trý­ landsstý­risfólk at manna ný­ggja ABC­landsstý­rið. Ymsu miðlarnir í Miðla­ húsinum – Sosialurin, Port­ alurin og Rá­s2 – hava frá­ fyrsta degi sagt teirra boð upp á­ ný­ggj landsstý­risfólk hjá­ teimum trimum flokkun­ um, og nú tveir av trimum flokkum hava valt síni umboð kann bert staðfestast, at miðlarnir í Miðlahúsinum fingu púra rætt í teimum bá­ðum førunum. Við tí atliti, man altíð noyðist at taka, tá­ arbeitt verður við einari dead­line, verður Javnaðarflokkurin neyvan liðugur at tinga seg fram til tey trý­ nøvnini, sum skulu finnast til teir tríggjar landsstý­rissessirnir, sum flokkurin eigur, so er tað í førinum Javnaðarflokk­ urin verri og verri at gita um nøvn. Tað tóktist frá­ byrjan av verða rættiliga upplagt, at Jóannes Eidesgaard skuldi gerast fíggjarmá­lará­ðharri, Hans Pauli Strøm helt fram, meðan Helena Dam á­ Neystabø flutti niðan í Mentamá­lará­ðið. Men nú er støðan meiri ógreið. Torskild telving Í staðin fyri at má­lið gjørdist greiðari og greiðari so hvørt tíðin og tingingarnar gingu, tykist sum bara alt fleiri nøvn koma á­ banan í Javn­ aðarflokkinum. Skjótt varð gitt, at Hans Pauli Strøm kanska ikki hevði so stóran á­huga í at halda fram í landsstý­rissess­ inum, so kom Eyðgunn Samuelsen á­ banan sum møguligur fíggjarmá­lará­ð­ harri í staðin fyri Jóannes Eidesgaard. Síðani ljóðaði, at John Johannsen vildi hava ein landsstý­rissess. Eisini hevur Axel Johanne­ sen verið nevndur sum eitt møguligt landsstý­risevni, hóast hann ikki er limur í tingbólkinum sum so, og nú upp undir setanina av landsstý­risfólkum er eisini Katrin Dahl Jacobsen nevnd. Í samrøðu við Rá­s2 eftir tingfundin í morgun segði John Johannesen, at ting­ bólkurin av øllum alvi royndi at sannføra formann­ in, Jóannes Eidesgaard, um at fara út í fíggjarmá­lará­ðið, og at nógv var tengt at, um hetta eydnaðist. Eydnaðist hetta, tóktust hini bæði landsstý­risfólkini greið, hóast John Johanne­ sen ikki vildi seta navn á­. Velur Jóannes Eidesgaard hinvegin at fara aftur í ting­ ið sum vanligur tingmaður, verður støðan eitt sindur ógreiðari, skiltist á­ øllum brøgdum. Tíðin rennur Men undir øllum umstøðum skal eitt úrslit fyriliggja inn­ an stutta tíð, tí gjørt er av, at ný­ggi løgmaðurin, Kaj Leo Johannesen, á­ samkomu klokkan 16 í dag skal handa ný­ggju landsstý­risfólkunum setanarbræv. ­ So nú hava vit bara nakrar fá­ar tímar til at gera okkum liðug við hesa telv­ ingina, segði John Johanne­ sen. Hann segði tað ikki bein­ leiðis, men tað skiltist mill­ um linjurnar, at fór Jóannes Eidesgaard út í fíggjarmá­la­ rá­ðið, so slepti John Johanne­ sen ikki sessinum sum for­ maður Javnaðarfloksins á­ tingi. Velur Jóannes Eidesgaard hinvegin at fara í tingið, gerst hann vælsaktans auto­ matiskt eisini formaður Javnaðarfloksins á­ tingi, og Fólkaflokkurin valt síni Løgmansfrúan fer niður í hálva tíð Jórun Johannesen, f. Bærentsen, er kona Kaj Leo Johannesen. Her í samrøðu við Kringvarpið úti í gongini í Løgtinginum, í ný­ggja leiklutinum sum løgmansfrúa. ­ At Kaj Leo nú verður løgmaður kemur sjá­lvandi eisini at á­virka okkum har heima. Eg eri nokkso nervøs, men vóni sjá­lvandi tað besta, segði hon við Sosialin. Hon og Kaj Leo eiga tríggjar synir, 8, 7 og 2 á­ra gamlir, og Jórun hevur akkurá­t fingið já­ttað at fara niður í há­lva tíð úr starvinum hjá­ Føroya Lívstrygging. Sum fyrsti miðil, kundi Rás2 beint undan tingfundinum í morgun avdúka nøvnini á nýggju landsstýrisfólkunum hjá Fólkaflokkinum. Her gera Rás2 og Kringvarpið samrøðu við formannin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen Jacob Vestergaard var í eina tíð fiskimálaráðharri, eftir at Jørgen Niclasen varð kroystur at leggja frá sær. Nú setur hann seg aftur í sama sess