Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. september 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 185 - 26. september 2008 Her er røðan, sum Kaj Leo Johannesen helt í tinginum fríggja­ morgunin Eg vil sum føroya løgmaður takka hjartaliga fyri tað álit sum mær er givið at stjørna Føroya landi, eg eri ómeta­ liga stoltur og glaður at hava fingið hesa stóru upp­ gávu, at røkja og tæna landsins áhugamálum bæði úti og heima. Føroyar hava brúk fyri at verða savnaðar, so øll tann megi, sum fólkið hevur, verður brúkt sum ein felags styrki. Vit eru 48.000 fólk, so vit eru ikki mong saman­ borin við onnur. Men í fólk­ inum býr bæði vilji, dugna­ semi og áhaldni. Hetta hava føroyingar víst øll tey árini, føroyingar hava búð í Før­ oyum. Men vit hava eisini verið ósamd. Síðan vit fingu politiskar flokkar fyri 100 árum síðan, hava vit brúkt nógvar kreftir uppá at stríð­ ast innanhýsis. Framvegis stríðast vit inn­ anhýsis, og nú í seinastuni eru nógv fólk vorðin so troytt av politiskum klandri, at tey hava fingið nóg mikið. Vit hava ikki ráð til at brúka orkuna uppá at klandrast, tí tá halda vit hvørjum øðrum niðri. Vit kunnu ikki oyðsla okkara vilja og dugnasemi burtur í innanhýsis stríði. Vit eru øll samd um, at vit vilja skapa eitt gott sam­ felag, og vit eru øll samd um, at vit vilja fáa sum mest burturúr at samstarva við onnur lond. Vit eru ikki samd um mátan, men vit eru samd um málið, og tí eiga vit at gera meira fyri at at røkka málinum heldur enn at stríðast um mátan. Hetta krevur, at vit øll í Føroyum, politiskir flokkar og allir borgarar, vísa ein felags vilja til at finna semjur, so vit koma framá og ikki standa í stað. Eg vænti, at tey flestu harmast um, at politisku ósemjurnar fylla so nógv hvønn dag, tí í veruleikanum eru vit ikki so ósamd, sum vit halda. Vit virða jú øll dygdirnar hjá hvørjum øðrum. Vit savnast á stevnum og festi­ valum, vit savnast í sam­ komum og til ítróttartiltøk, vit savnast at arbeiða sam­ an, hugna okkum saman og skemta okkum saman. Her er onki galið við okkara samanhaldi. Øll vilja vit eisini, at vit skulu skapa eitt so gott samfelag, at okkara útisetar vilja koma heimaftur at búgva og virka. Mál okkara eigur at vera, at vit skulu varðveita okkara bestu fólk, fáa fleiri dugnalig fólk heim og samstundis verja okkara veiku. Pláss eigur at vera fyri øllum í Føroyum, tí har øll trívast, hóast tey eru ymisk, er dynamikkur. Vit skulu hava pláss fyri sjálvlærdum og lærdum. Vit skulu hava pláss fyri teimum lívsroyndu og teimum væl lisnu. Og vit skulu hava pláss fyri bæði heimkærum og heims­ borgarum, tí øll hava hvør sítt stóra virði. Í felag lyfta vit tungar byrðar, og tað kennist lætt, júst tí vit lyfta í felag. Men standa vit ikki saman, orka vit onki at lyfta, og tá kenn­ ist alt tungt. Vit skulu geva Føroyum flog við altjóðagerð, sjálv­ bjargni og samhaldsfesti, og vit skulu øll við ­ 33 ting­ fólk og allir landsins borg­ arar. Eg veit, at spurningurin um sjálvstýri og samband fyllir nógv hjá nógvum fólk­ um. Sum eg síggi støðuna, so hava vit sjálvstýri, og tað má ikki minka. Vit hava eisini samband, og tað skal vaksa. Vit skulu á okkara egna hátt knýta samband við all­ an heim og á tann hátt skapa vøkstur í Føroyum. Eg vil her frá hesum tignarliga talarastóli binda meg til at tæna føroysku tjóðini sum eg elski yvir alt, landið hevur tikið nógv menniskju sum eg havi verði góður við, men hetta landið hevur so sanniliga eisini givið mær menniskju, sum eg elski yvir alt, tað er tað lívið í stuttum snýr seg um, at geva og at fáa. Meira tú gevur øðrum menniskjum av kærleika og stuðli í dagligdegnum, meira fært tú aftur og betri verður tú fyri at geva enn meira. Mín uppgáva sum land­ sins leiðari er at fáa tað besta fram í hvørjum eink­ ultum sum eg skal arbeiða saman við, eg ynski eitt vinnaralið, stutt og greitt. Tað sum hendir víðari í dag er at klokkan fýra fari eg sum føroya løgmaður at geva mínum landsstýris­ fólkum setanarbræv, tað gleði eg meg eisini ómetliga nógv til, tað er ein stórur dagur hjá hesum fólkum, sum saman við mær gleða seg til at tæna tjóðini í við­ gongd og mótgongd, hetta er ein heiður og ein áminn­ ing um, at valdið er einki vert um vit ikki megna at røkja tað á ein hátt hvar vit kunna siga við okkum sjálvi at vit gera ongum órætt hvørki lágum ella høgum. Gud vælsigni okkara land Føroyar Fólk eru troytt av klandri Brátt vend komið í Partabrøvini hjá Eik banka fingu eitt lyft á næstan 9% í morgun. Ringa støðan á amerikanska marknaðinum hevur ávirkan á so at siga allan fíggjarheimin, og Eik hevur eisini merkt sítt til tað í seinastuni. Seinastu tríggjar mánaðirnar eru partabrøvini minkað við 30% og um 70% seinasta árið. Føroya Banki hevur harafturímóti ikki eins nógv virksemi uttanlands, men kemur tó ikki heilt snikkaleysur gjøgnum hesa kreppu. Tó seinasta árið hevur givið undirskot, hava seinastu seks mánaðirnir verið góðir. Í dag liggja partabrøvini hjá Eik á 188,00 kr. og hjá Føroya Banka á 171,00. Kelda: EuroInvestor.dk Kaj Leo Johannesen, nývaldur løgmaður, í tinginum fríggjamorgunin Mynd: Jens Kristian Vang