Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. september 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 185 • 26. september 2008 bíbliutýðariN 10 fór fram í salinum í bygdini. Honum dámdi best at steðga í fleiri dagar, ofta upp í eina heila viku, har hann helt møtir í salinum hvørt einasta kvøld. Tá bygdin fekk slíka vitjan, varð alt annað sett til viks, tí fólk máttu bara hoyra boðskapin hjá hes­ um unga og dugnaliga prædikumanninum. ­ Eg minnist við gleði aftur á hesi møtini. Hetta vóru sannir hátíðardagar, sigur hon. Tað sum sermerkti vitjan­ irnar og boðskapin hjá Victor vóru trý viðurskifti: Hann var greiður í talu; hann tosaði oftast um lóg og náði, og hann gjørdi nógv av at vitja bygdar­ fólkið. ­ Ja, hann dugdi eisini sera væl at tala, og átti tann kunstin at kunna siga nógv uppá stutta tíð, sigur Brynhild Absalonsen. UFM MPLBMtGBLT tFNBJMWJTUJS!IBSBMETFOGP á kambsdali Heilsøla til skip 1927 Fyrsta skaldsøgan hjá Victor Danielsen kemur út við heitinum »Aðru ferð«. Hetta var onnur skaldsøgan á føroyskum máli 1928 Victor Danielsen og konan, Henrikka flyta til Fuglafjarðar, fyrst í eina lítla íbúð í samkomuhúsinum Siloa, og í 1933 fluttu tey í egin hús við Gjógvará í Fuglafirði. 1930 Í 1930 varð viðtikið á fundi í Ebenezer at heita á Victor Danielsen um at týða Galatiabrævið til lættskilt føroyskt mál. Galatiabrævið kom út í 1931, og fólk fagnaðu tí væl. Heitt var tí á Victor um at umseta restina av Nýggja Testamenti. Har vit eru veikast Á einum møti á Viðareiði tosaði Victor Danielsen um tær freistingar, sum kunnu møta menniskjum – eisini einum ferðandi prædikumanni, bíbliutýðara og sálmatýðara. Brynhild Absalonsen minnist sera væl hetta møtið og tað sum hann segði: - Victor greiddi frá, at eingin – heldur ikki hann! - varð spardur fyri freistingum, og at djevulin dugdi at leggja júst á tað økið, har eitt menniskja var veikast. “Tann Óndi kemur ikki til mín og biður meg at drekka brennivín, tí hann veit, at tað fær hann meg ikki til”, segði hann. - Men so legði Victor eisini dent á: “Tann Óndi roynir alt hvat hann kann at taka mótið frá mær. TAÐ dugir hann í øllum førum væl!” Victor Danielsen var ofta og vitjaði í barnaheiminum hjá Brynhild á Viðareiði og seinni, tá hon og maðurin fluttu til Klaksvíkar. – Honum dámdi serliga væl pannukøkurnar hjá mær, sigur Brynhild Absalonsen