fríggjadagur 26. september 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 185 - 26. september 2008
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Aftur á slóðina?
S
amgonguskjalið er stjórnargrund-
arlagið hjá landsstýrissamgongu.
Skjalið er vanliga ein blanding
av politiskari kós og ferðaætlan
– ein tekstur, sum bæði hevur høg
yvirskipað politisk mál og ein hóp
av smálutum, ið tykjast løgnir fyri
teimum, sum ikki eru kunnug við
politiskar prukkhestar. Soleiðis er
eisini við tí samgonguskjali, ið varð
kunngjørt í gjár. Tá hetta er sagt,
so skal samstundis verða viðurkent,
at samgonguskjalið hjá endurreistu
ABC samgonguni er bæði nýskap-
andi og nýhugsandi, tó at vit
uttan iva kunnu finna fleiri lýti og
manglar við tí. Men her er ikki bara
vent aftur á slóðina. Tað verður tí
sera spennandi, hvørt løgmaður
og landsstýrisfólk fara at megna
at fremja ætlaninar. Hvørt hetta
eydnast velst um nakrar fortreytir,
ið snúgva seg um mál, strategi,
leiðsluførleikar, samfelagsbúskap og
semju. Tað er sjálvsagt ov tíðliga at
siga nakað við vissu um allar hesar
fortreytir, men vit kunnu líta at
málunum og hugleiða, hvørt hesi
eru viðkomandi, týdningarmikil og
hóskandi at flyta tjóðina frameftir
í einum altjóðagjørdum heimi við
skjótt vaksandi og sera álvarsomum
búskapartrupulleikum. Eisini ber
til at hugleiða um møguleikar
samgongunar at røkka málunum
ella við øðrum orðum: hómast
nakrar strategiir í tí skjali, sum var
almannakunngjørt í gjár?
Y
virskriftin er altjóðagerð,
sjálvbjargni og samhaldsfesti
og er raðfylgjan neyvan tilvildarlig.
Føroyar skulu sambært egnum
mentunarligum, vinnuligum og
landafrøðiligum fortreytum gerast
partur av altjóða samfelagnum,
sum dregur fólk og íløgur til sín.
Henda áseting er nýskapandi og
áhugaverd, tí hon er ein almenn
viðurkenning av, at Føroyar eru
vorðnar integreraður partur av
altjóðagerðini við øllum tí, sum
henda altjóða tilgongd ber við sær
av møguleikum og vandum. Her
verður nú signalerað ein offensiv
strategi, sum skal tryggja, at vit
kunnu gagnnýta møguleikarnar,
samstundis sum vit brynja okkum
móti vandunum. Her er talan
um hugburðsbroyting í tøkum
tíma. Her krevjast broytingar á
snøgt sagt øllum samfelagsøkjum,
og tí er ikki nóg mikið við eini
styrktari uttanríkistænastu, so
tiltrongd ein slík annars kann vera.
Vit skulu vita, hvat vit vilja við
altjóðagerðini. Hetta krevur, at
vit menna útbúgving, gransking
og mentan, fremja broytingar í
samfelagsbygnaðinum, eggja til og
stuðla bygnaðarligum broytingum í
vinnulívinum – reka vinnufremjandi
politikk. Hetta krevur, at vit
grundleggjandi broyta hugburð til
Europeiska Samveldið og helst eisini
gerast limur í EFTA. Hetta krevur
nakrar heilt grundleggjandi og
einfaldar politiskar fortreytir so sum
arbeiðsfrið og politiskan stabilitet.
T
aka vit hetta síðsta first, so er
hendan fortreytin høgt raðfest
í og við, at tað er eitt kunngjørt
mál at skapa stabil viðurskifti í
samfelagnum. Ein slík áseting skuldi
ikki verið neyðug í einum nútímans
fólkaræði, men politiska gongdin
seinasta hálva árið hevur avdúkað,
at her er talan um avgerandi
fortreyt. Við støði í omanfyri
lýstu málum og fortreytum ætlar
samgongan at reka ein virkisfýsnan,
sjálvbjargnis og samhaldsfastan
politikk. Hetta ljóðar kanska sum
sjálvsagt, men er tað ikki. Hinvegin
er ein slíkur politikkur avgerandi
og átrokandi neyðugur. Alt ov nógv
orka er í føroyskum politikki farin til
klandur og persónligar eins væl og
flokspolitiskar markeringar. Hetta
má halda uppat! CHE samgongan
varð ein spennandi roynd og
nýbrot, men beklaði ov oftani
orsakað av innanflokka ósemjum
serliga. Semja og stabilitetur
eru tí, nú sett verður út í kortið
av nýggjum, ikki eitt mál, men
fortreytir, sum fara at seta stór krøv
til samgonguleiðara og floksleiðslur.
Uttan mun til hvørja politiska
áskoðan landsmenn hava, so mugu
øll ynskja, at komandi løgmaður
fer at hava hepna hond við hesum
setningi. Vit ynskja løgmanni og
landsstýrisfólkum tilukku, og vit
fara at venda aftur til innihaldið
í samgonguskjalinum í komandi
oddagreinum.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330