Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. september 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 185 • 26. september 2008 bíbliutýðariN 12 1937 Nýggja Testamenti kom út 30. mars hetta árið. Nakrar vikur seinni kom týðingin hjá Jákup Dahl, prósti, av Nýggja Testamenti út. Victor Danielsen helt fram við at umseta restina av Bíbliuni, Eftir útgávuna av Nýggja Testamenti helt Victor fram við at umseta restina av Bíbliuni, men seinni heimsbardagi tarnaði arbeiðinum nógv 1937 Álmanakkin »Ráðgevari mín« kemur út á fyrsta sinni. Hann var komin í 25. árgang, tá Victor Danielsen doyði í 1961. »Ráðgevari mín« kemur framvegis út hvørt einasta ár. Hesum arbeiðinum tekur sonur Victors, Dánjal Dánjalsson sær av 1947 Seinna skaldsøgan hjá Victori Danielsen »Nei, lyftið sveik ikki« kemur út Stórverk við Nógv fagrari, fríðari songurin Nógv fagrari, fríðari songurin ljóðar hjá einglum í himmalsku høll enn alt spæl her á jørð, tá várt hjarta seg gleðir, tá lovsongur tónar um dalar og fjøll. Niðurlag: O, songur, sum tónar um Guds paradís, tá einglar og frelst syngja Harranum prís! 2. Har uppi er songurin brimduni líkur, og himmalin fyllir hans ljóð. Tá ið andarnir sælir har Jesusi prísa, tey hørpurnar sláa og fegnast so fró. 3. Bert tey vera við í tí syngjandi skara, sum her funnu frið við sín Gud í trúnni á Jesus, vár frelsara kæra - bert teimum skal falla tann lukka Op. 14,1-3. James Murray. Victor Danielsen. Eg vil syngja ein sang Eg vil syngja ein sang um hitt signaða land, um hin ljósa og skínandi stað, har ei nakrantíð stormur skal ýla um strand um tað land, sum ei sorg hevur sæð. 2. Hetta landið eg ofta í andanum sá og tann ljóma, sum skyggir um tað, og tað mangan mær var, sum ein toka bert lá millum meg og hin glitrandi stað. 3. Hetta sálanna heim er til tín og til mín, vár æviga hvíld bíðar har; Jesus stendur har uppi og veittrar til sín tann, sum fremmandur her niðri var. 4. Á tú lívssæla land! aldri rennur eitt tár, aldri hoyrist ein gremja í tær! Og við songi á munni í endaleys ár skulu Harran vit tilbiðja har. Ellen M. Gates. Victor Danielsen - Við hesari sálma- bókini hava brøðra- samkomurnar, við Victori á odda, sum tí kynstriga málmanni, hann er, gjørt máli okkara eina stóra tænastu, skrivar blaðið Norðlýsið í Klaksvík tann 4. apríl 1952 Sálmarnir - Betri vin enn Victor eigur mál okkara neyvan, tá ið talan er um at geva tí bestu sømdir innan gátt Gudshúsa, skrivar ein, ið kallar seg X í blaðnum. Greinin er skrivað í sambandi við nýggju sálmabókina “Songbók Guds fólks”, ið Victor Danielsen greiddi til prentingar og er endurgivin í bókini »Bíblian á føroyskum í hálva øld«. Bókin hevur ikki færri 1125 sálmar, prentað hjá Fr. Bagges Kgl. Hofbogtrykkeri í Keypmannahavn. Útgivið hevur brøðrasamkoman í Føroyum á Nýggja Forlagnum. Blaðsíðurnar eru 611 í tali. Megnarverk Nógv mundu fegnast um útgávuna av hesi sálma- bókini. Og X í Klaksvík er einki undantak: - Við at blaða gjøgnum hesa bók, verð ur ein brátt varur við, at hetta er eitt stórarbeiði, ið Victor hevur latið úr hondum, og eiga landsmenn okkara at vera hon um takksamir fyri hetta megnarverk, ið hann hevur avrikað, skrivar hann. Victor hevur enn einaferð, avrikað eitt slíkt megnararbeiði, at fólk, ið standa uttan fyri áður nevnda trúarfelag, duga at síggja, at føroyingar í honum eiga ein vegara, ið slóðað hevur rás fyri máli okkara á slíkan hátt, at tjóðin virðir hann sum ein av sínum trúgvu synum. - Hann byrjaði, tá bert fáir neistar vóru eftir á grúgvuni, og fjøldin gekk við dumbu og royki í eygunum. Frægir hava óivað vakt hann til dáðar, teir, ið ikki eru meira, men hetta ættarliðið hevur notið gott av arbeiði hansara. »Stóran málsligan týdning hava tær bøkur við føroyskum sálmum, sum brøðrasamfelagið (Baptistarnir) geva út, tí hesir sálmar hava verið sungnir av fólki úr øllum trúarsamfeløgum. Victor Danielsen hevur yrkt og týtt flestallar sálmarnar, og tað er einki yvir at dylja, at hesin maður hevur sjáldsamar skaldsligar gávur« (Christian Matras, professari)