Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. september 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 185 - 26. september 2008 13 viðmerkingar Eik Banki hevur eina sunna forrætning, og tað er ógrundað at saman­ bera Eik við kreppu­ raktar bankar uttanlands Tað brý tur í bæði borð í fíggjarheiminum, og líkt er til, at hann hevur øtlað veðrið í seinastuni. Fíggjarkreppan, ið byrj­ aði í USA sum ein sub­ prime kreppa, dregur nú síni myrku spor gjøgnum Danmark eisini. Higartil hevur kreppan serliga rakt fimm danskar bankar; allir eru teir uppkeyptir ella hava fingið gjaldføri, móti at teir verða settir til sølu. Og flestu danskir bankar hava – eins og bankar kring allan knøttin ­ í hesum døgum eina sera torføra gjaldførisstøðu, tí vanligu peningamarkn­ aðirnir ikki virka í løtuni. Amerikanski og europ­ eiski tjóðbankin hava longu tryggjað bankum í ávikavist USA og evru­ økinum gjaldføri, og dan­ ski Tjóðbankin hevur somu­ leiðis havt ein virknan leik­ lut í at finna loysnir fyri teir bankar, ið higartil hava fingið trupulleikar. Eisini hevur Tjóðbankin sett í verk eina skipan, har bank­ ar kunnu útgeva lánsbrøv, sum kunnu endurfíggjast í Tjóðbankanum og sum tí eru gjaldførisskapandi. Hóast fíggjarkreppan helst er tann ringasta síðani 1929, so er vert at geva gætur, at higartil hava ongir innskjótarar mist pening, hóast fimm dansk­ ir peningastovnar hava verið í trupulleikum! Og út frá tí er ikki væntandi, at innskjótarar fara at missa pening! Tey, ið higartil hava mist, eru partaeigarar og í ávísum førum teir lánveitarar, ið hava veitt neyðlíðandi bankunum ábyrgdarpening. Men tað er kortini nóg ringt! Neilig umrøða í føroysku miðlunum Í sambandi við fíggjar­ kreppuna hevur Eik Banki verið á breddanum í før­ oyskum fjølmiðlum sein­ astu tíðina. Soleiðis var eisini tý sdagin 23. sep­ tember 2008. Fokus hjá fjølmiðlunum var m.a. á, at kursurin hjá bankanum er lækkaður síðani børsskrá­ setingina í juli í fjør. Í Degi og Viku varð eisini ivi sáddur um virksemið hjá Eik sum heild. Í hesi sjónvarpssending setti verturin fleiri ferðir einum “serfrøðingi” spurn­ ingar, ið beinleiðis snúðu seg um Eik Banka. Tað, sum undrar meg, er, at Eik Banki ikki fekk høvi at vera til staðar og svara spurningunum. Ja, eg gjørd­ ist ikki sørt skakkur, at ein fjølmiðil kann umrøða so viðkvom evni á ein so ábyrgdarleysan hátt! Meginparturin av tí, sum er komið í føroysku fjøl­ miðlarnar, hevur sínar røtur í donsku fjølmiðlunum, ið aftur og aftur – og eftir okk­ ara tykki ógrundað ­ hava nevnt Eik Banka millum teir bankarnar, sum kanska hava stóran váða við sær. Roykur uttan brand í Danmark Hetta byrjaði alt við, at Børsen sáddi iva um útlán­ ini hjá “islandske Eik Bank”, tí kursurin á okkara partabrævi var fallin eins nógv og kursurin á Ros­ kilde Bank­partabrævinum. Blaðfólkið hevði ikki so mikið sum sett seg inn í, hvar Eik Banki var heima­ hoyrandi, tíðansheldur hvussu stórur tapsváðin var í okkara útlánum. Okkara partabræv var tá komið niður á sama støði ­ mett upp á kurs/innaravirði ­ sum Danske Bank. So um nakað hald var í greinini, skuldi blaðmaðurin sam­ stundis sett spurnartekin við Danske Bank. Tað gjørdi hann tó ikki. Aðrar greinar hava snúð seg um bankar, sum hava havt sera stóran útlánsvøkst­ ur, og aftur har hevur Eik Banki verið nevndur. Trupul­ leikin er bert, at tá journalist­ arnir samanbera við hinar bankarnar í Danmark, gloyma teir, at útlánsvøkst­ urin hjá Eik Banka í 2007 í stóran mun stavaði frá, at Eik Banki keypti Skandia­ Banken og deildina hjá Kaupthing í Føroyum. Donsku fjølmiðlarnir hava eisini nevnt Eik Banka millum bankar, sum hava veitt nógv útlán til vinnu­ liga fígging av fastognum. Faktum er, at Eik­samtakið hevur 6,8% av sínum útlán­ um í fastognarprojektum, t.e. byggiverkætlanum og í bygningum, sum vera um­ bygdir. Uml. 20% av lánun­ um eru í fastognum, sum annaðhvørt eru útleigaðar ella verða ný ttar av tí, sum eigur fastognina – t.d. har vit hava fíggjað virkisbygn­ ingar. Hetta er rættiliga avmarkað í mun til teir bankar, ið samanborið verður við. Loksins kom dømið við Stones Invest. Har varð Eik Banki nevndur saman við einum fimm øðrum bank­ um, og sagt varð í sama viðfangi, at Stones skyld­ aði omanfyri 4 mia. kr., harav tær 2,5 mia. kr. vóru uttan nakrar trygdir. So kundi lesarin gita, hvussu nógv hvør av navngivnu bankunum hevði lánt Stones Invest. Faktum var og er, at Eik Bank Danmark hevur veitt felagnum Stones Invest lán upp á tilsamans 99 mio. kr. við veð í tveimum fastogn­ um, har avtala fyriliggur um sølu. Við støðið í nýggj­ um eksternum virðismet­ ingum av fastognunum liggur veðið hjá Eik Bank Danmark innan fyri ávika­ víst 80% og 95% av virðis­ metingunum. Vit vænta soleiðis ikki tap av týdn­ ingi av hesum útlánum. So aftur her var roykur uttan brand ­ íspunnin av yvirskriftsglaðum journa­ listum á Børsen, sum ikki seta seg inn í veruligu viðurskiftini og púra ókeypis spjaða ótta millum fólk. Og tað selur! Sethúsafígging tý ðandi partur av útlánunum Fyri at gera myndina eitt sindur meira fullkomna kann eg skoyta uppí, at danskir peningastovnar hava vanliga ongi ella sera fá útlán við fyrsta veðrætti í sethúsum. Hetta tí, at realkredittlán eru mest vanligi hátturin at fíggja bústaðir í Danmark. Eik Banki harafturímóti, hevur lutfalsliga stóran part av sínum útlánum veitt við tryggum fyrsta veðrætt­ um í bústøðum, bæði í Føroyum og í Danmark. Í Føroyum stavar hetta frá, at hetta higartil hevur verið vanligasti hátturin at fíggja sethús. Í Danmark stavar hetta frá, at Skandia­ Banken, sum nú er partur av Eik Bank Danmark, hevði sera gott gjaldføri, tí hann hevði nógv innlán. Hetta gjaldførið veitti hann í høvuðsheitum sum fyrsta veðrættarlán í kapping við donsku realkredittfeløgini. Her er talan um lán við sera lítlum tapsváða. Donsku fjølmiðlarnir taka, tá teir samanbera Eik Banka við danskar peninga­ stovnar, heldur ikki hædd fyri hesum veruleika! Eik offur fyri íslendsku sjúku í Danmark? Danskir fjølmiðlar hava leingi havt eitt ilt eyga til íslendskar peningastovnar, og tað letur til, at teir held­ ur ikki tola, at pinkulandið Føroyar roynir veingirnar í Danmark. Tað at vera føroyskur letur til at stempla okkum framm­ anundan í donsku pressuni sum “váðafullan”, “suspekt­ an” og hvørji onnur orð, donsku fjølmiðlafólkini hava nýtt um okkum. Eg havi eina greiða ken­ slu av, at negativa umrøðan av Eik Banka í føroysku fjølmiðlunum stavar frá negativu umrøðuni í donsku fjølmiðlunum. Flestu før­ oysku fjølmiðlarnir eru eftir øllum at døma tíverri ikki nóg at sær komnir at hava sín egna tíðindaflutning. Váðaspjaðing er ein styrki Einasta einstaka sjálvstøð­ uga meining, eg havi sæð í føroysku fjølmiðlunum, var ein serfrøðingur ið úttalaði seg um, hví Eik Banka­partabrævið er fallið meira enn Føroya Banka­partabrævið. Hesin vildi vera við, at tað er tí, at Eik Banki hevur virksemi í Danmark, sum skuldi vera meira váðiligt enn virksemið í Føroyum. Sum nevnt omanfyri eru útlánini hjá Eik Banka væl spjadd, bæði millum vinnu­ greinar og landafrøðiliga. Vit hava roynt at lagt eggini í fleiri kurvar og eru ikki bert tengdir at einum einstøkum landafrøðiligum marknaði. Váðaspjaðing meta vit sum eina styrki! Opinleiki er eitt krav Hóast fólk vanliga halda, at bankar eru afturlatnir, so skal Eik Banki sum børs­ skrásett fyritøka fylgja strongum krøvum um opinleika. Um okkurt tý ðandi, ið kann ávirka partabræva­ kursin skuldi stungið seg upp, skulu vit beinanvegin kunna á børsinum, og har­ við fær almenningurin skjót og greið boð. Harvið kunnu fólk og fjølmiðlar rokna við og líta á at fáa allar týðandi upp­ lýsingar. Hetta hevur tann fyrimun, at tað slepst und­ an at gita seg til, hvat fer fram. Ongin slík fráboðan er komin frá Eik, og tað merk­ ir, at onki týðandi, ið kann væntast at ávirka kursin ella úrslitið hjá Eik, er hent. Fakta fram um illgitingar, takk Frá okkara síðu fer ein innilig áheitan á tykkum, sum stíla fyri og arbeiða í fjølmiðlunum, um at halda tykkum frá at gita, illgita og bera leysasøgur. Eisini heita vit á tykkum um at geva Eik møguleika at gera viðmerkingar, tá tit bera tíðindi, sum kunnu skaða virksemi ella um­ dømi bankans. Henda áheitan er neyvan annað enn rímilig og í grund­ ini í fullum samsvari við tað, ið væntast má av grundleggj­ andi journalistikki. Ósaklig umrøða av Eik Banka forstjóri í Eik Banka Marner Jacobsen Hendan dagin sást lýsing í bløðunum um eina nýggja føroyska sjónvarpsrás, ið nevnir seg Iktus. Tí hesar viðmerkingar. Fyri tveimum árum síðani læt nýggjur handil upp í Havn við navninum ”Iktys”. Hetta er ikki ein vanligur handil, men ein handil, ið selir brúktar, góðar vørur, har allur vinningurin verður latin beinleiðis til tey fátækasku menniskjuni í heiminum sum hjálp til sjálvhjálp. Í handlinum starvast millum 25­30 fólk uttan løn. Handilin arbeiðir í tøtt­ um samstarvi við ta don­ sku ”Folkekirkens Nød­ hjælp”, sum hevur eitt gott professionelt umsitingarapparat og nógvar slíkar handlar í øllum kongaríkinum. Allir handlarnir hava fiskin sum logo (búmerki) og eita teir ”Fisk”. Við tað at vit starvast í eini fiskivinnutjóð, valdu vit at nýta eitt annað orð fyri ”fisk”, nevniliga tað griska orðið ”Iktys”. Nú um dagarnar síggja vit, at ein nýggj føroysk sjónvarpsrás ætlar sær at kalla seg tað sama. Har­ aftrat hava tey fingið sær nærum sama búmerki sum ”Folkekirkens Nødhjælp”. Hetta fer ikki at bera til. Vit hava sjálvandi roynt at seta okkum í samband við nýggju sjónvarpsrásina (yvir internetið), men so eigasørt, at vit fáa nakað svar. Tí fer danska ”Folke­ kirkens Nødhjælp” nú inn í málið, sum óivað verður loyst á sama hátt, sum fleiri onnur líknandi mál: Sjónvarpsrásin verður noydd sum skjótast at fáa sær annað navn. Fyri starvsfólkið: Meta Palle Oddvør Johansen Nýggj sjónvarpsrás hevur tikið okkara navn Fyrst og fremst vilja vit fegnast um at Barnatænast­ an er nevnd í samgongu­ skjalinum. Vit gleðast um, at hendan tænasta skal styrkjast fyri betur at kunna røkja øktar uppgáv­ ur sambært nýggju lógini um fyribyrgjandi heilsu­ tænastur fyri børn og ung. Tá hetta er sagt, harmast vit sera nógv um, at mangul­ in av sjúkrarøktarfrøðingum ikki er nevdur og raðfestur í skjalinum. Hesir setningar eru tó at finna: • Styrkjast skal undir starvsfólkaorkuna á heilsu­ verkinum • Sjúklingar skulu hava betur tænastu • Heilsutænasturnar skulu styrkjast Í samgonguskjalinum stendur eisini, at betri rættindi og tænastur skulu veitast eldri og at styrkjast skal um starvsfólkaorkuna og trivnaðin í eldrarøktini. Allar hesar visiónir standa í anstøðu til tann vaksandi tørvin á sjúkra­ røktarfrøðingum. Hvussu kann tænastan gerast betur, tá talið á tí best útbúnað røktarstarvsbólkinum alsamt fækkast? Mangulin av sjúkrarøktarfrøðingum kemur serliga til sjóndar í frítíðar tíðarskeiðunum. Hetta kundu vit m.a lesa um í fjølmiðlunum, serliga síðstu jól, var støðan ikki tespulig á landsins stórsta sjúkrahúsi. Í londunum rundan um okkum ger sami trupulleiki seg galdandi, og vísa fram­ skrivingar, at støðan gerst alsamt verri. Bara í Dan­ mark mangla 2400 sjúkra­ røktarfrøðingar í dag. Stjórnin hevur tikið ábyrgd, og útvega fleiri pláss til útbúgvingina, men nú vænta umsøkjarar. Enn hava tað verið nokk av skikkaðaum umsøkjar­ um til sjúkrarøktarfrøðisút búgvingina í Føroyum, eisini um tveir flokkar verða tiknir inn, men ikki ber til at síggja burturfrá, at talið er fækkað tey síðstu árini. Okkara áheitan er, at henda samgongan tekur ábyrgd og tekur hendan trupulleikan í álvara. Vit vilja heita á tykkum um at bera so í bandið at tveir flokkar av sjúkrarrøktarfrø ðislesandi verða tiknir inn árliga. Vit mugu hava fleiri starvsfelagar! Tveir flokkar á Sjúkrarøktarfrøðisskúlan Forkvinna Føroyskir Sjúrkrarøktarfrøðingar Vár í GonG