Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. september 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 185 • 26. september 2008 bíbliutýðariN 13 1948 Bókin »Tá ið Eingil fylti«, sum Victor Danielsen týddi úr norskum eftir O. F. Walton kemur út 1949 19. mars 1949 var ein søguligur dagur fyri føroyingar, tí tá kom Bíblian á fyrsta sinni út á føroyskum, í umseting Victor Danielsens. Hetta var tungumál nummar 189 sum fekk alla Bíbliuna á móðurmálinum. 12 ár seinni - 27. februar 1961 - kom eisini bíbliutýðingin hjá Jákup Dahl og Osvald Viderø út. 1952 »Songbók Guds Fólks« kemur út. »Nýggja Forlagið« í Fuglafirði gevur hana út. Í sangbókini eru ikki færri enn 1125 sangir 1125 sálmum Hann, ið tosar føroyskt mál, kennir Victor og virðir hann, leggur ónevndi klaksvíkingurin dent á. Atsóknir “Songbók Guds fólks” var bert ein liður í eini langari røð av týðingum, sum Victor Danielsen hevði megnað í lívi sínum. Høvuðsverk hansara var uttan iva tann fyrsta føroyska Bíblian, sum kom út í 1949. Øll vóru ikki eins fegin um týðingina, og av hesum stóðst eitt rættiliga drúgt orðaskifti. Líkt er til, at hesin X heldur lítið um hetta orðaskiftið: - Blástur og brim (heldur skvatl) hava staðið um tær umsetingar, ið Victor bar fram fyri almenningin, men atsóknirnar hava verið veikar sum aldur í støðuhyli. - Kanska vóru atfinningarnar bornar av somu kensl um, ið kunnu valda monnum, ið fáast við talvleik, tá teir síggja, at teir eru ein, kanska fleiri leikir ov seinir?, spyr hann. Hann heldur hinvegin, at sálmabók Victorsar kann verða fyridømi fyri aðrar, ið vilja gera eitt gott arbeiði á sama øki. Hann hevur brotið upp úr nýlendi, og er lættari hjá øðrum at koma afturum aftur. - Tað grør í víngarðinum, men ikki allir, ið siga seg vera víngarðsmenn, eiga at sleppa í hann, um teir so eru klæddir til arbeiðið. Bert teir, ið veruliga hava alsk og vælmeint sinni til hetta arbeiði, skulu fáa loyvi at fara í hann fyri at lúka og seta út nýggjan vøkstur. - Hinir gera svart eftir sær, og illgras og deyðasina skjýtst upp úr fótafarinum, skrivar X í Norðlýsinum. Helmingurin úr enskum Um helmingurin av øllum sálmunum í Songbók Guds fólks eru úr enskum tungumáli, og úr donskum eru 235 sálmar, úr norskum 135 og svenskum 140. Upprunaligir føroyskir eru um 140 sálmar. Av teimum hevur Óli Reinert yrkt 52, Jákup Olsen 15, Petur Háberg 6 og Victor sjálvur 27. Av teimum 988 sálmunum, ið eru umsettir, hevur Victor umsett um 870 og Jákup Olsen gott 70. Av útlendskum skaldum kunnu vit nevna: Fanny Crosby (amerikukvinna) 37 sálmar, Lina Sandell (svensk prestadóttir) 33, Horatius Bonar (skoti) 14, Philip Bliss (amerikumaður) 18, Daniel W. Whittle (amerikumaður) 13, A. B. Simpson (amerikumaður) 7, Isaac Watts (breti) 9, Frances R. Havergal (breti) 7, Paul Gerhardt (týskari) 2, Abraham Grimstvedt (norðmaður) 16 og Joël Blomquist (svii) 5. Av teimum kendu donsku sálmaskaldunum er Thomas Kingo umboðaður við 3 sálmum, B. S. Ingemann við 4 og H. A. Brorson við 5. - Hetta eru nøkur dømi um, hvussu fjølbroytt skaldini eru, og við hegni eru tey umsett til føroyskt mál, skrivar omanfyrinevndi X í Norðlýsinum. Av teimum 1125 sálmunum, sum í bókini eru, kann tað ikki við vissu sigast, hvør hevur yrkt 246 av teimum. Restina, 879 sálmar, hava 411 ymisk skald yrkt. Tað er eftirtektarvert ídni, ið Victor Danielsen sýnir í virki sínum, og væl hevði verið statt, um vit áttu so huga góðar menn á øllum økjum. (Erlendur Patursson sigur í „14. September“, 22. oktober 1957:) Pallurin fyri møtunum var einfaldur: Ein bryggja, nøkur fólk ið brendu fyri at fáa gleðiboðskapin til bygdarfólkið og áhoyrarar sjálvandi Uppi yvir gamla samkomubygninginum Siloa í Fuglafirði – Dánjal, Karolina, Lena, Mia og Victor, og frammanfyri Hansa og Harriet