fríggjadagur 26. september 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 185 - 26. september 2008
Í føroyskum politikki
hevur veljarin onga
ávirkan. Politiskir
hundabardagar avgera
alt. Kanska fólkaræðið
fekst at fungera, um vit
valdu løgmann beinleiðis
Tá fólk vaknaðu miku
morgunin, var Kaj Leo
løgmaður. Atkvøðurnar hjá
trimum flokkum – tilsam
ans 18.770 veljarum –
vóru brúktar til at gera
hann til løgmann.
Men hetta var ikki tað,
hesir veljarar ætlaðu, tá teir
atkvøddu í januar. Tað
vístu allar kanningar undan
valinum. Tey, sum valdu
Sambandsflokkin mundu
tey flestu vóna, at Eides
gaard helt fram í sessinum.
Tey, sum valdu Javnaðar
flokkin og Fólkaflokk
in ætlaðu heldur ikki, at
Kaj Leo skuldi í sessin.
Men nú eru hesar atkvøður
kortini brúktar til at seta
hann í sessin.
Hetta er eitt dømi um, at
demokratiið als ikki funger
ar í Føroyum. Veljarin velir
í blindum. Hann sleppur at
seta sín kross – men hann
sleppur ikki at ráða.
Tað er ein øgiligur hunda
bardagi í tinginum, sum
ger av, hvør endar í land
sins stjórn. Tað einasta,
sum veljarin bestemmar, er
hvør skal vera við í hesum
bardaga.
Hetta sigi eg ikki tí eg
eri fornermaður um, at
ABC aftur leggur frá landi.
Eg segði tað eisini áðrenn
valið. At Kaj Leo nú er
løgmaður er bara eitt so
sigandi dømi um, at før
oyski veljarin ikki fær tað,
hann biðjur um.
Ókeypis vallyfti
Og hetta er ikki bara gald
andi fyri løgmanssessin.
Føroyski veljarin hevur
heldur ikki ánilsi av, hvønn
politikk hann fær, tá hann
setir sín kross.
Tey, sum hava sæð frálíka
filmin "Fimm dagar fyri
valdið" síggja, at Høgni
Hoydal letur ALLAR
flokkar skilja, at møgu
leikin fyri samgongu við
Tjóðveldi stendur opin. Tað
má hann, sum skipanin er.
Men tað ger at tey, sum
valdu lista E, ikki vistu um
tey atkvøddu fyri eini
CHEsamgongu, eini EDB
samgongu ella onkrum
heilt øðrum. Tey vistu
heldur ikki, hvør persónur,
við stuðuli frá teimum,
kundi gerast løgmaður.
Tá hundabardagin um
maktina byrjar, hevur
veljarin onga ávirkan.
Hetta ger, at tey lyfti,
sum givin verða í valstríð
num, aldrin eru bindandi
fyri nakran. Tað er full
komiliga ókeypis at lova í
eyst og vest, tí í tí sam
starvi, sum spyrst burturúr,
skulu lyftini hjá minst
trimum flokkum saman
sjóðast. Tað ber altíð til at
siga: Vit ætlaðu – men
hinir vildu ikki...
Tá valið er av, hvørva val
lyftini sum roykur í luftini.
Eftir stendurin veljarin
sum ein rukka.
Bindandi lyfti
Í Bretlandi stríðast tveir
flokkar um valdið. Tá
annar vinnur, vinnur hann.
Fólk fáa tann politikk og
tann forsætisráðharra, tey
biðja um.
Og tey lyfti, sum bretsku
flokkarnir geva í valstríð
num, eru bindandi. Fólk
kunnu altíð halda tann
førda politikkin upp ímóti
teimum givnu lyftunum.
Í norðurlondum eru fleiri
flokkar – men teir eru
saman í blokkum. Tann,
sum velir Konservativu í
Danmark veit, at hann
velur Fogh til forsætisráð
harra. Vallyftini hjá stjórn
arflokkunum eru eisini so
væl samskipað, at veljarin
veit, hvat hann fær – uttan
mun til, hvønn av flokkun
um hann velir.
Hetta er eitt tað mest
grundleggjandi í eini polit
iskari skipan yvirhøvur:
Tað, politikarin sigur seg
fara at gera, skal hann
eisini gera. Álit millum
politikara og veljara er
púra avgerandi. At bróta
eitt vallyfti er at gera seg
inn á sjálvt fundamentið
undir skipanini. Og tað
skal veljarin hava møgu
leika fyri at revsa.
Men í Føroyum kann velj
arin ikki revsa tey, sum gera
seg inn á fundamentið – tí
fundamentið er als ikki til.
Lættari, tá alt flýtur
Ofta verður sagt, at ríkis
rættarliga støðan ger bind
andi samstarv millum flokk
ar ómøguligt. Tjóðveldi er
bæði samt og ósamt við
Fólkaflokkin, bæði samt og
ósamt við Javnaðarflokkin.
Høgra og vinstra skilir
okkum ein veg, loysing og
samband skilir okkum ein
annan veg.
Hetta er rætt. Men tað er
undanførsla at siga, at tað
forðar fyri skipaðum
samstarvi.
Fólkaflokkurin, Sjálv
stýrisflokkurin og Tjóð
veldi kundu t.d. saktans
bjóðað seg fram sum ein
sjálvstýrisblokk við greið
um politiskum lyftum á
øllum økjum.
Hesir flokkar kundu
saktans samráðst, gjørt
neyðsemjur og skrivað
samgonguskjal í góðari tíð
áðrenn valið, soleiðis at
veljarin fekk nakað
ítøkiligt at taka støðu til.
Vit kundu fyrireikað
okkum undir róligum um
støðum, og biðið veljaran
tikið støðu til ítøkiligar
ætlanir.
Men tað hevði kravt álit,
floksdisiplin og realistisk
vallyfti. Tí tað hevði gjørt,
at veljarin kundi hildið
givin lyfti upp ímóti
førdum politikki.
Tað kann veljarin ikki í
dag – og tað ger tað nógv
lættari at vera politikari.
Sum er kanst tú sum polit
ikari siga akkurát hvat tú
vilt í valstríðnum. Tú kanst
lova í eyst og vest, tí tú
veitst, at einki bindir teg
kortini. So leingi alt flýtur,
er alt "so nógv lættari" hjá
politikarunum.
Hvat er at er at gera?
Eg havi sum journalistur
eygleitt hundabardagarnar,
sum koma eftir valini. Tað
var stundum heilt skelk
andi. Fólk sita til langt út á
næturnar og trætast, og
vinnari verður tann, sum
orkar best, tá klokkan er
fimm á morgni.
Eg var sjálvur við til
hetta í januar. Tað var so
illa skipað, at øll tey
nýggju fólkini øtaðust.
Og í vikuni sóu vit tríggj
ar menn, sum í fleiri døgn
bardust um løgmanssessin.
Endin var, at Kaj Leo lá
ovast.
Hann fer helst at klára
seg líka væl sum mangur
annar. Men tað er ein sann
roynd, at hetta ikki var tað,
sum fólk vildu hava. Tá tey
vaknaðu mikumorgunin,
var tað kortini hetta, tey
høvdu fingið.
Veljarin hevði onga
ávirkan. Hundabardagar á
náttartíð avgjørdu alt.
Tilvildin ráddi.
Og tað er eingin ivi um,
at henda tilvild, sum altíð
ræður eftir eitt val, er
orsøkin til, at okkara polit
iska skipan er so skinklut
sum hon er.
Tað, sum byrjar við
bardaga, endar sjáldan við
góðum samstarvi.
Løgmaður má veljast
beinleiðis
Vit kunnu broyta hetta á
einfaldan hátt: Vit skulu
lata fólk velja løgmann
beinleiðis!
Tá val er, skulu fólk
velja bæði eitt valevni ella
ein flokk og ein løgmann.
Soleiðis fáa tey júst tann
stjórnarleiðara og tað
andlit úteftir, sum tey vilja
hava.
Og tey fáa meira enn tað.
Verður løgmaður valdur
av fólkinum, mugu løg
manskandidatar finna sær
stuðlar í øðrum flokkum
áðrenn valini. Og flokkar,
sum ikki hava upplagdar
kandidatar, mugu gera seg
væl við teir flokkar, sum
hava teir populeru løg
manskandidatarnar.
Sum tíðin gongur, kunnu
vit kanska fáa tveir blokkar
av flokkum, sum bjóða seg
fram við bæði felags løg
manskandidati og felags
valskrá. Blokkarnir kunnu
skifta frá vali til val – men
tann flokkur, sum ikki vil
binda seg áðrenn eitt val,
fær skerdar møguleikar
eftir eitt val. Tað fer at
kosta at vera populistiskur.
Í uppskotinum til før
oyska grundlóg verður
latið upp fyri, at løgmaður
kann veljast beinleiðis.
Hetta eigur at vera hert,
soleiðis at løgmaður skal
veljast beinleiðis.
Soleiðis geva vit veljaran
um veruliga ávirkan. So
leiðis kunnu vit vónandi
slóða fyri at fólk, tá tey
skulu á val, fáa ítøkiligar
politiskar ætlanir at taka
støðu til.
Soleiðis kunnu vit ið
hvussu er forða fyri, at fólk
vakna ein morgun og hoyra
í útvarpinum, at tey hava
fingið ein løgmann, tey als
ikki hava ynskt.
Og tá fólk vaknaðu, var Kaj Leo løgmaður...
Sjúrður
Skaale
Meginorsøkin til, at tað
gjørdist so drúgt at loysa
løgmansspurningin í borg
arligu ABCsamgonguni,
sum nú tykist vera komin
undir land, er ivaleyst, at
tað ikki bar til at telva við
formanssessinum á Føroya
Løgtingi. Annars hevði tað
verið sjálvsagt, at sett ein
fyrrverandi løgmann í tann
sessin, eftir at hann hevði
lagt kongin í talvinum við
Jørgen og Kaj Leo.
Tíanbetur situr Hergeir
Nielsen teimum so meinur
á ovastu rók í parlamentar
isku skipanini, og hann
kann ikki flytast, uttan so at
hann fær meiri enn 4/5 av
tinginum ímóti sær. Var
hetta ikki so, hevði evsti
sessur í skipanini heilt víst
verið brúktur í rossahandli
num, og Jóannes Eides
gaard hevði kunnu kropið
sær úr músaholini so á
leið við skinninum á nøsini.
Nú hava Rás2 og fólk
afloksagentarnir, sum reika
runt í Miðlahúsinum, drig
ið tað út ígjøgnum rivja
beinini á Jørgen, at Hergeir
Nielsen skal hava roynt at
ávirka fólkafloksformannin
til at broyta kós, tá hesin
var til hoyringar hjá for
manninum í morgun, um
hvussu Føroyar skulu
stjórnast, tað ið eftir er av
hesum valskeiðnum. Skal
hava roynt at ávirka til eitt
skifti frá ABC til eina
fullveldissamgongu við
Jørgen sjálvum sum løg
manni. Undarligt kyn
hendan ABCsamgongan
hevur, fyrst skuldi Høgni
Hoydal kompromitterast í
lásamálinum, sum Jenis
sigur í Sosialinum, 5 dagar
eftir at málið var endaliga
loyst, og nú roynir Fólka
flokkurin at kompromittera
løgtingsformannin, sum
eisini umboðar Tjóðveldi á
tingi.
Hendan royndin fer tó
valla at eydnast, ongin før
oyingur ivast í habiliteti
num hjá Hergeiri Nielsen
sum løgtingsformanni,
maðurin hevur tríati ára
royndir í politisku skipan
ini, og tíanbetur er tingskip
anin soleiðis samanskrúv
að, at tilvildarlig slysálop
frá Fólkaflokkinum onki
muna. Heldur ikki um teir
fáa sær hjálp frá vinmonn
unum í Sambandi og Javn
aði. Men sjálvandi ber tað
altíð til at gera eina roynd í
at dálka persónin í embæti
num, men har man skjøld
urin eisini fara at vera
teimum ov sterkur.
Men hví skýggjar Jørgen
Niclasen løgmansembætið?
Ístaðin fyri at leypa á Her
geir Nielsen átti hann at
sagt Føroya fólki frá, hví
hann ikki ynskir at gerast
løgmaður í Føroyum, ser
liga umráðandi er tað, at
fullveldisfólkið í landinum
fær tað at vita. Hann hevur
20 tingfólk av 33 aftanfyri
seg. Hóast hetta tvíheldur
hann um eina beinharða
sambandskós komandi
árini. Hetta hóast bæði Jen
is og Høgni, so seint sum
miðskeiðis á seinastu sam
ráðingarnáttini váttaðu, at
teir stuðlaðu honum sum
samráðingarleiðara, í roynd
ini at skipa eina fullvelddis
stjórn.
Um gott 1tíðina var
hann avkláraður og skuldi
fara inn í samráðingarrúm
ið fyri at boða B og C frá,
at hann sleit samráðing
arnar, og ynskti eina for
mansrundu, og at hann
hevði ein meiriluta aftan
fyri seg í tinginum. Hvørj
um Kaj og Jóannes hava
eitrað hann við, er ikki gott
at vita. Løgmanssessin og
leiðslu landsins fekk hann í
hvussu er ikki. Eftir at
hava mótt hvønn annan
niður í samfullar 30 tímar,
har hvør hevði staðið
trúfastur við egna lið,
spældi Jóannes Eidesgaard
sær løgmanssessin av hond
um. Talvborðið var farið at
kámast. Fyrsta samansvørj
ingin hjá B og C miseydn
aðist. Kaj Leo skjeyt upp,
at Jóannes helt fram sum
løgmaður og hesin seinri
skjeyt upp, at Kaj Leo
gjørdist uttanríkisráðharri.
Blokadan hjá Jørgen eydn
aðist. Fyri endaliga at seta
hol á tøvanina, skjeyt
Jóannes síðani upp, at Kaj
Leo skuldi vera løgmaður,
í tí treystu sannføring, at
Jørgen á øðrum sinni fór at
blokera. Niclasen leyp um
borg og segði skák. Og tað
var mát. Javnaðarflokkurin
hevði mist bæði løgmann
og uttanríkisráðharran.
Framvegis stendur spurn
ingurin tó opin, hví vil
Jørgen Niclasen ikki vera
løgmaður í eini fullveldis
samgongu, sum hartil
hevur søguliga stóran meiri
luta á tingi? Onkur annar
spyr, hvat var tað Annfinn
Kalsberg segði honum
undir fýra eygum, beint
fyri at hann fór inn í sam
ráðingarrúmið, fyri at slíta
samráðingarnar við eini
alternativari fullveldis
samgongu í skjáttuni?
Hesir spurningarnir
standa og bíða saman við
DEH, ið ikki skilja rational
ið, sum stjórnar radikalu
sjálvstýrarunum, sum eina
ferð søgdu seg at berjast
fyri føroyskum sjálvstýri,
og nú tá ið landsins leiðsla
var búgvin at taka, saðlaðu
um, og tveittu seg
skerflatar í føvningin á
Sambandsflokkinum.
Hví skýggjar Jørgen løgmanssætið?
Tórbjørn
jacobSen
viðmerkingar