Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. september 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 185 - 26. september 2008 17 Í morgin 27. sep­tem­ ber verður Svend Thulesen 80 ár. Hó­ast føddur dani var hann í nó­gv ár ein lyklap­ersó­nur í føroyska samfelagnum Svend kom til Føroyar sum smádrongur í samband við, at pápi hansara Erik Thule­ sen gjørdist prestur í Vági. Mamman æt Margretha, og tey vóru trý systkin. Miðskeiðis í 40­árunum var Svend á handilsvirkinum hjá J. Dahl, Gørðum í Vági, sum tá framvegis var ein av stóru fyritøkunum í Føroy­ um. Haðani gekk leiðin til Danmarkar á handilshá­ skúla. Hann gjørdist sivil­ økonomur í 1954 og arbeiddi á ymiskum handils­ virkjum í Keypmannahavn til 1960. Hetta ár gjørdist hann fyrst skrivstovuleiðari hjá Nordafar í Keypmannahavn. Síðan gjørdist hann stjóri, og kom hann tískil at virka í Føroyinghavnini um sumr­ ini. Hetta er nú søga, men tá var Føroyingahavnin ein føroyskur miðdepil við virk­ semi av øllum møguligum slag. Tað størsta var eitt tá nýggja flakavirkið, har tað var nógv virksemi summar­ hálvárið. Her vóru fleiri hundrað mans sum róðu út og sum arbeiddu á landi, og sum bjargaðu sær ársinntøk­ una. Her skuldi alt av fisk­ inum koma til sættis. Tí var eisini fiskamjølsvirki bygt. Svend gjørdi nógv fyri at effektivisera raksturin hjá Nordafar, og hetta gekk eis­ ini væl hansara tíð. Tó var ein sera dramatisk hending í 1963, tá ið týski trolarin München gekk burt­ ur eftir at vera farin úr Før­ oyingahavnini, og 24 av manningini komu aftur sum lík. Aftaná fekk Svend bræv frá týska reiðarínum, sum takkaði fyri ta hjálp Norda­ far hevði veitt og fyri ta góðu móttøku, teir sum komu frá vanlukkuni við lívinum, fingu. Lívsstarvið hjá Kjølbro Í 1966 tekur Svend við sum stjóri á J.F. Kjølbro, sum tá var í eini kreppu. Hann gjørdist eisini nevnarlimur. Hetta var ein fyritøka, sum umfataði ein heilt stóran part av handilsvirkseminum í Klaksvík, og hon var størsta privata fyritøka í landinum. Nógv av virkseminum gav tó ikki nóg nógv av sær. Tí var tað uppgávan hjá Svend at fáa tilpassa virk­ semið, so tað aftur kundi koma at bera seg. Hetta varð partvíst gjørt við at leggja niður ein part av fyritøkuni, og hetta var fyrst og fremst handlarnir hjá Kjølbro. Umframt átti fyritøkan ein hóp av útróðr­ arbátum. Hesar kundu útróðrarformenninir yvir­ taka uppá lagaligar treytir. Bátarnir komu framvegis at landa til Kósavirkið, so virk­ semið kom ikki at minka av hesi orsøk. Heldur var tað hinvegin. Fyrst í 1970­unum fer Svend undir eina rættuliga endurnýgging av trolaraflot­ anum hjá Kjølbro. Teir vóru tá síðutrolarar, men nú skuldi satsast uppá hekku­ trolarar, sum bæði vóru effektivari og meira arbeiðs­ ligir fyri fólkið. Í 1971 kom tann 850 t. stóri Sjúrðarberg, annar við hesum navni, í 1974 Sundaberg, eisini nr. 2, og í 1976 tann triði Skála­ berg. Síðan fekk fyritøkan sær smærri skip til fesk­ fiskaveiðu at landa til flaka­ virkið. Í 1983 vóru tískil 9 størri skip í flotanum hjá Kjølbro. Flakavirkið gjørd­ ist eitt tað størsta í landinum, sum gav arbeiði til nógvar hendur. Tað tók ímóti upp til 16.000 tonsum av fiski. Trolararnir góvu nógv arbeiði í saltfiskinum. Tá ið teir landaðu, kundu vera upp til 450 fólk til arbeiðis á Kósini. Ein sum arbeiddi saman við Svend í nógv ár var virkisleiðarin á Kósini John Høj. Víst var Svend stjóri, men teir tosaðu nógv saman um, hvussu arbeiðið skuldi skipast, og teir høvdu eitt frálíkt samstarv. Tað var ikki altíð at teir vóru samdir, men tað skilti teir ikki. John tekur eisini til, at Svend var erligur, og tað kundi roknast við tí, sum hann segði. John vil fegin endurgevast fyri at siga, at hann metti Svend høgt bæði sum stjóri og menniskja. Tað gekk sjálvsagt upp og niður, men Kjølbro var framvegis ein sera stór og týdningarmikil fyritøka, tá ið Svend fór haðani. Formaður i Reiðarafelagnum Svend gjørdist formaður í Reiðarafelagnun nakað sam­ stundis, sum eg gjørdist for­ maður í fiskimannafelag­ num. Svend var í hesum starvi í 12 ár. Tey vóru merkt av, at vit høvdu virð­ ing fyru hvørjum øðrum, og at vit vildu hava loysnir. Svend var ein persónir, ið ein kundi hava álit á. Hetta sá eg longu við fyrstu sam­ ráðingarnar, vit høvdu sam­ an í 1971. Aftaná, at sáttmál­ in var undirskrivaður, komst eftir, at ein roknifeilur var gjørdur fyri ein sáttmála, sum gav 1% minni til mann­ ingina, enn vit høvdu ætlað. Hetta var í samband við umlegging av øllum sáttmál­ unum. Svend fekk hetta fyrilagt, og hann segði í stundini, at hann fór ikki at hanga seg í nakran slíkan feil. So vit gjørdu eitt ískoyti til sáttmálan, sum rættaði hetta. Tað kundi eins væl verið sagt, at undir­ skrivað er undirskrivað og tit um tað. Svend hevði eisini aðrar álitissessir. Millum annað var hann í nógv ár nevndar­ formaður í Fiskasøluni við Birgir Danielsen sum stjóra. Tá ið Svend var javnaðarmaður Svend kom eisini inn í kommunalpolitikk í Klaks­ vík. Hetta hendi einaferð, javnaðarflokkur skuldu prógva, at hann var ikki so vinstrahallur, sum hann varð lagdur undir at vera! So teir stillaðu upp til kommunuvalið ta fremstu ímyndina av kapitalismuni í Klaksvík, sum kundi hugs­ ast, nevniliga Svend Thule­ sen. Hann hevði nú ongantíð bekent seg til nakran pol­ itiskan flokk. Men hann tók av hesi avbjóðingini. Hann gjørdist varalimur í býráðnum og møtti eisini rættuliga fitt fyri Vilhelm Johannesen, sum hevði so nógv annað um at vera. Svend var neyvan nakað ser­ liga reyður. Men hann brúkti vit og skil til at fáa loysnir, og tá hevur tað ikki so nógv at siga, hvør floks­ liturin er. Svend varð eisini í Klaksvík herfyri í samband við 100 ára haldið hjá kommununi. Asta var eitt skilafólk Svend var giftur við Astu, sum var úr Vági. Hon var dóttir Ellu og Jógvan Martin Gaard, sum var ættaður úr Oyndarfirði. Eg kom eisini at kenna hana. Asta var eis­ ini ein persónligheit, sum ein fekk virðing fyri. Hon var sera fyrikomandi, og tað var altíð ein serligur hugni at koma inn á gólvið hjá teimum. Tað sama sigur John Høj, sum kom at kenna hana væl. Hon arbeiddi eisini á eini deild hjá Kjølbro. Har var hon sera lítillátin. Hon vildi ikki, at tað skuldi merkjast, at hon var kona stjóran. Tey fingu dóttrina Randi, sum giftist við Hans Paula Johannesen úr Klaksvík. Tey búgva í Keypmannahavn og eiga tveir synir. Randi arbeiðir sum sosialráðgevari og hevur eisini arbeitt fyri føroyingar í Keypmanna­ havn. Tá ið Svend kom til pen­ sjónsaldur, legði hann frá sær á Kjølbro. Hann og Asta avráddu at flyta til Danmarkar, har dótturin við familju longu var. Tey fingu eini frálík hús úti á Amager. Men her gekk ikki eftir vild. Asta gjørdist illa sjúk longu áðrenn tey fluttu, og hon kom bert at búgva í nýggju húsnum nakrar vik­ ur, tá ið hon andaðist. Verið við til at skriva løgtingssøguna Hetta var sjálvsagt ein stór­ ur smeitur fyri Svend, men lívið skal livast víðari. Hann hevur framvegis sam­ band við sínar vinir í Føroy­ um, og hann fylgir væl við í tí, sum gongur fyri seg. Hann hevur eisini eina mein­ ing um skilið í Føroyum! Hann hevur fingið tíðina at ganga. Hann eigur nevni­ liga ein part av løgtingssøg­ uni, sum kom út í samband við, at 150 ár vóru liðin, síð­ an tingið var endurreist. Svend er kringur við tølum og teldu. Hann hevur til hesa søgu gjørt upp øll val­ tøl frá 1906­2002. Hetta er eisini eitt framhald av tí arbeiði, sum Einar Waag gjørdi í síni tíð. Tað er neyv­ an ivi um, at Svend dagførir hesi tøl, so tey eru dagførd fram til valið í ár. Vit hava hildið sambandið okkara millum. Svend plagdi altíð at koma inn á gólvið á FF, tá ið hann var í Føroyum, og eg havi eisini verið inni hjá honum úti á Amager. Tá er tað hugnaligt saman við einum drekka­ munni at kunna tosa um hesar gomlu dagar, sum eru so nógv øðrvísi enn í dag. Svend var danin sum gjørdist føroyingur sum nakar, og sum kom at hava ein týdningarmiklan leiklut í føroyskari fiskivinnu í eini 40 ár. Tað skal verða ynskt Svend Thulesen hjartaliga tillukku við teimum 80 árun­ um, sum hann ber sera væl. ó. Svend Thulesen 80 ár Her vísir Svend Thulesen í 1969 Fríðrik kongi og Ingrið drotning, hvussu ein havtaska sær út! Svend Thulesen nøvn