fríggjadagur 26. september 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 185 • 26. september 2008
bíbliutýðariN
17
Sendiboðið
92 ára gamli klaksvíkingurin
var ikki so nógv við á hesum
ferðunum, tí hann var bóndi
og hevði neyt sum skuldu
ansast hvønn einasta dag.
Tað var sum oftast um
kvøldið ella sunnudagar at
Jógvan Gerðalíð var við
Sendiboðinum.
Fyri gamla, men kort
ini virkna andaliga
stríðsmannin vóru hetta
minniligar ferðir og sera
ríkar løtur, ikki minst tí at
Victor Danielsen hevði so
góð evni at koma í samband
við fólkið á staðnum.
Hann var sera effektivur,
og brúkti hvørja løtu til
eitthvørt andaligt arbeiði,
greiðir Jógvan Gerðalíð frá.
Seinast í 40’unum,
sum var um tað mundið
at teksturin til Bíbliuna
varð settur, hevði Victor
Danielsen royndarprent
av henni við sær umborð
á Sendiboðið bæði til
rættlestur og til upplestur.
Á eini av hesum ferðum
stendur skrivað í dagbókini
hjá bátinum fyri 8. juli
1947: »Lisið verður av og
á í einum royndarprenti
av teirri føroysku Bíbliuni.
Flest allir halda málið
vera toluliga gott, kanska í
fornara lagi«.
Jú, Victor Danielsen var
ein ótrúligur prædikumaður,
staðfestir Jógvan Gerðalíð.
Spiltur møguleiki
Jógvan Gerðalíð var sjálvur
ikki við í hesum serstaka
háttinum at boða evangeliið
at byrja við.
Tað vóru aðrir menn úr
samkomuni, sum fingu
hjarta fyri at røkka fólkinum
á smáplássunum við boð
skapinum. Við einum góð
um maskinbáti var einfalt
og lætt at sigla og koma
fram bæði í Norðoyggjum,
Nólsoy, kring Eysturoynna
og Sundalagið og allan
vegin til Suðuroyar.
Victor Danielsen var ein av
ídnu monnunum á hesum
ferðunum kring oyggjarnar,
og vildi alla tíðina, at ein
røkk so víða sum tilbar. Her
taldi hvør einasti tími og
hvør einasta løta.
Hetta gav at bíta einaferð,
tá teir høvdu sett kós
ímóti Tjørnuvík. Her møttu
teir einum manni, sum í
góðveðrinum henda dagin
var á veg undir Stakkin.
»Um teir høvdu hug at
koma við ein túr?«
Jú, hesum forvitnisliga
tilboðnum tóku teir fegnir
við. Teir vildu so ikki vera
óblíðir við henda mannin.
Tá minnist eg, at Victor
Danielsen helt fyri: »Hmm,
nú spældu vit okkum av við
eitt møti!«.
Jú, hansara hægsta ynski
var at menniskju skuldu
hoyra boðskapin, sigur
Jógvan Gerðalíð.
Eyðkendur bátur
Skipanin við ferðunum var
hon, at teir í flestu førum
kannaðu veðurlíkindi og
streym, og settu síðani kós
ina ímóti tí ávísa staðnum
ella støðunum.
Nei, vit plagdu ikki at
boða frá hesum framman
undan. Heldur ikki, tá vit
1957
Victor Danielsen letur úr hondum
bókina »Tríggjar smásøgur«, sum
hann týddi úr íslendskum eftir
Guðrun Lárusdóttur
1961
Victor Danielsen letur úr
hondum bókina »Hygg á
Jesus«, sum hann týddi úr
donskum
1961
Victor Danielsen andast
2. februar í Fuglafirði
- Endamálið við ferðunum var stutt og greitt at
boða evangeliið, allar staðir har vit komu við
Sendiboðinum, sigur Jógvan Gerðalíð úr
Klaksvík
Eitt sendiboð til smáplássini
»Teir sigla so væl sín fríða knørr«.
Her eru fleiri teirra umborð á
Sendiboðinum – vinstrumegin
Jógvan hjá Jens Chr. í Toft, Dánjal,
Victor og Theodor við Keldu
➘