Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. september 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 185 - 26. september 2008 tíðindi Áland hevur sjálvstýri, men á summum økjum er tað munandi meira avmarkað enn okkara. Teir eru framvegis eitt amt í Finlandi. Landsskatturin verður innkravdur til Finlands, sum so sendir peningin aftur til Álands. Umframt hava tey eisini skatt beinleiðis til kommunurnar. Við landsskatt er skipanin tann, at 0,45% av samlaðu inntøkunum hjá finska statskassanum verður í fyrsta umfari sendur aftur til Álands. Hetta svarar til teirra part av samlaða fólkatalinum í ríkinum. Hetta er tann peningur, sum álendski landskassin hevur at ráða yvir. Aftaná verður so roknað út, hvussu stóran partur av inntøk­ unum hjá finska ríkiskassanum koma úr Álandi. Um hetta er meira enn 0,05% útyvir umrødda prosentpart, so fáa álendingar tað, sum er om­ anfyri nevnda prosentpart sum eftirgjald. Er inngjaldið 0,51%, fær Áland, 0,01% endurrindað. Í 2007 var ”blokkurin” umleið 1,5 milliardir. Í 2007 fingust eisini góðar 200 mill., sum var eftirgjald fyri 2005. Hetta er ein skipan, sum stórt ger tað ómøguligt hjá Álandi at hava sín egna inntøkupolitikk. Væl fyri fíggjarliga Í løtuni er Álands tað øki i Finnlandi, sum er best fyri fíggjarliga aftaná Helsingfors. Hetta merkir, at Finnland við hesi skipan eftir álendskari fatan hevur vinning av Álandi. Men so eru tað eisini teir finnar, sum vilja halda tað mótsatta. Teir vísa nevniliga á, at Álands ikki heftir fyri finsku uttanlandaskuldini. Serliga óheppið fyri Áland er hetta, tá ið tað gongur niður á bakka búskaparliga í Finnland, sum tað ger nú, meðan tað framvegis gongur væl í Álandi. Tá koma inntøkurnar hjá álendska landskassanum at fella í sama mun sum hjá tí finska. Víst kunnu teir fáa eftirgjald, men tað ganga 1­2 ár, áðrenn tað kemur. Tað verður tosað um at broyta hesa skipan, men í hvussu er liberali flokkurin, tann størsti í tinginum, er ímóti. Álendingar hava í hvussu er ein fyrimun av júst hesi skipan. Sum greitt frá í fyrra partinum, eru farmaskipini undir eini FAS­ líknandi skipan, sum ikki gevur skattainntøkur frá sjófólkunum. Hetta vildi munað nógv, um álendski landskassin bar alt hetta tap, tá hugsað verður um, hvussu nógv sjófólk eru í Álandi. Men við hesi skipan verður byrðan býtt yvir alt finska ríkið. Fíggjarlógin Fíggjarlógin er um 1,7 mia krónur. Finnland hevur eisini ein lands­ høvding, ríkisumboðsmann, í Álandi. Hann er tó altíð álending­ ur og verður settur fyri seks ár í samráð við álendskar myndug­ leikar. Felags ríkismál eru uttanríkis­ mál, meginparturin av rættar­ skipanini, dómstólar, tolling og skatting. Tað er hetta seinasta, sum gevur stóra munin millum Føroyar og Áland. Á Álandi velja teir ein lim í finska ríkisdagin. Á seinasta vali var ein borgarligur eindarlisti og ein javnaðarlisti. Borgarligi listin vann við stórum meiriluta. Í Álandi luttaka tey eisini í finskum forsetavali. Her er eitt sjúkrahús við 106 seingjarplássum og eitt sálarsjúkrahús við 32 plássum. Tað eru 2 høvuðsbløð, Nya Åland og Åland, sum koma út 4­5 ferðir um vikuna. Tey fingu útvarp í 1996 og sjónvarp í 2008. Tingið hevur 30 tinglimir, nakað sum í Føroyum. Av hesum eru tær 11 kvinnur. Í landsstýrinum eru 3 av 7 limum kvinnur. Tað eru sjey flokkar á tingi, og teir hava frá sjey til ein lim. Og tað er bert ein flokkur við tveimum limum, sum vil hava loysing frá Finnlandi. Hetta merkir eisini, at Álendingar eru stoltir av síni sjálvstýrisskipan og rósa henni tá teir kunnu. Álendingar vildu hoyra til Svøríki, men hava fingið munandi meira sjálvstýri enn teir bóðu um. Nøgdsemið er hareftir. Teir hava uppnáað alt. Skipanin verður eisini viður­ kend av útlendingum sum eitt gott dømi um, hvussu ein lítil og ein stórur ríkispartur kunnu skipa seg. Kanska kundu vit lært eitt sindur av hesum, heldur enn at brúka so nógvar kreftir at lasta eina skipan, sum hóast alt gevur so nógv, sum hon ger. Almenna miðfyrisitingin er undir sama taki, eins og okkara gamla skipan, meðan undirstovnarnir er úti um býin. Hetta er uttan iva ein fyrimunur í mun til Føroyar, har eingin veit av hvørjum øðrum. Snúsið og ES Áland hevur eisini eina greiða støðu til ES. Tá fólkaatkvøða var um spurningin vildu 74% inn í ES. Valluttøkan var tó bert 49%. Valluttøkan er altíð lítil, tí fólkið er ikki so virkið politiskt. Hetta var nógv størri undirtøka enn hon var í Finnlandi, har tað bert vóru 52% fyri, men har vóru 70% á vali. Men stuðulin er ikki so heitur, sum hann hevur verið. Álendingar hava merkt hvussu lítið, teir hava at siga sum ein lítil partur av einum størri limalandi. Tað mest ítøkiliga dømi um hetta er snúsið. Tá ið Svøríki skuldi fara uppí ES gjørdist snús skjótt ein av teimum stóru spurningunum. Snús er forboðið í ES. Men svenskarum dámdu væl at snúsa, og sluppu teir ikki tað, var vandi fyri, at teir fóru at atkvøða nei fyri limaskap í ES. Sostatt fekk svenska stjórnin tingað seg fram til eitt undantak, so teir framvegis kunnu keypa snús. Í hvussu er fyribils. Snúsið er ikki sami trupulleiki í Finnlandi. Teir tóku als ikki hædd fyri við ES samráðingunum, at álendingar høvdu sama veikleika fyri snúsi sum svenskarar. Tískil varð snúsið bannað, tá ið Áland kom inn í ES. Skulu teir hava snús mugu teir fara til Svøríki at keypa. Tað ber eisini til at fara snartúr við eini av mongu ferjunum at keypa sær snús. Men hetta ber bert til, um farið verður við fergu undir svenskum flaggi. Eru tær undir finskum flaggi, er ikki heldur loyvt at selja snús har umborð. Spurdi um konurnar funnu seg í hesi snúsing hjá monnunum. Svarið var, at tær vóru líka ringar! ES hevur eisini merkt onnur inntriv í álendska gerandisdagin. Eitt tað svárasta er forboðið fyri at skjóta sjófugl. 30. apríl hevur verið ein merkisdagur hjá flestu monnum í Álandi í øldir. Hendan dagin kundi skjótingin byrja. Menn riggaðu seg til, pussaðu Snús í Álandi hótt Í seinna parti av frásøgnini úr Álandi verður greitt frá viðurskiftini millum Finland og Áland. Eisini verður greitt frá viðurskiftunum við ES, ha r snúsið hevur ein serligan leiklut Løgtingið í Álandi Snús telur nógv í sambandi við ES. Føroyska ferðalagið sigldi við fergu undir svenskum flaggi. Her var stórt úrval av snús. Hevði fergan havt finskt flagg var eingin møguleiki