fríggjadagur 26. september 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 185 • 26. september 2008
bíbliutýðariN
18
1964
10 mánaðir áðrenn Victor Danielsen
andaðist, byrjaði hann at skriva eina
kristiliga grein eina ferð um vikuna
í blaðnum »14. september«. Hesar
greinar vórðu síðani savnaðar í
bókina »Frelsari mín«, sum kom út
hetta árið
1973
Bíblian hjá Victor var
endurskoðað hetta árið
1979
Skaldsøguna »Hin
trúfasti lovarin«, sum
VD týddi úr donskum
eftir J. R. Cacduff í
1923, kemur útaftur
undir heitinum »Gud
er trúgvur«
1994
»Fra vantroen til Kristus«,
sum Victor Danielsen týddi
úr enskum til danskt í 1926,
kemur út í føroyskari týðing
»Frá vantrúgv til Kristus«
í týðing eftir Richard
Danielsen
Søguna sig mær
um Jesus
Søguna sig mær um Jesus,
orðið at hjarta mær før,
sig mær ta søgu so dýra,
boðskapin besta á jørð!
Songin, sum hirðarnir hoyrdu,
songin um frøi og frið,
songin um heiður til Harran,
lat okkum syngja hann við!
Niðurlag:
Søguna sig mær um Jesus,
orðið at hjarta mær før,
sig mær ta søgu so dýra,
boðskapin besta á jørð!
2. Eina í oyðimørk varð hann
freistaður ferð eftir ferð; 1)
hørð vóru fíggindans álop,
tó, síggj, hann sigrandi er!
Sig frá hans sút og hans sorgum,
syng um hans sveitta og stríð!
Vanvirdur, einsamur, armur
var hann í bygd og í bý.
3. Sig frá teim tímum so tungum,
tá ið á trænum hann hekk,
syng um hans sigur so stóran,
tá hann av grøvini gekk!
Kærleik her stóran eg síggi,
størri, enn áður eg sá,
kærleik, ið loysti tær leinkjur,
har ið eg trælbundin lá.
1) Matt. 4,1-11
Fanny Crosby
(Victor Danielsen týddi)
»Tað er ivaleyst, at øll, ið lesa hesar
sálmar, vilja sanna, at teir eru lættir
at skilja, og eg haldi ikki, at nakar av
røttum kann finnast at tí málsliga
búnanum, sálmarnir eru klæddir í.
Málið er yvirhøvur gott og fellur væl
og nattúrliga og hóskar eisini væl til
innihaldið, ið er einfalt og fábroytt.
Sálmar sum hesir, ið eru týddir við
skaldsligum hegni, vilja altíð ganga av
hjartanum«
(M. A. Jacobsen)
Á ferðunum við »Sendi-
boðinum« var stórur dentur
lagdur á at føra dagbók.
Greiðar reglur vóru
fyri, hvussu henda skuldi
førast, og í dag vitna hesar
frásagnir um tað ótrúliga
stóra virksemið og tey
túsundtals fólkini, sum
vóru til hesi møtini á teim
støðum, har atkomandi var.
Eitt brot úr hesi hond-
skrivaðu dagbókini ljóðar
soleiðis:
Mikudagur 28. juli 1948
Fóru av Eiði klokkan 11.50.
Fyri Risanum møttu vit Vón,
sum skuldi til Eiðis eftir fólki
og síðani til Íslands.
Komu til Gjáar kl. 13:15.
Høvdu fund har kl. 14:15. 90
fólk.
Fóru frá Gjógv kl. 15.05
eftir at hava telefonerað
til Eiðis og Fuglafjarðar,
og eisini sent fundarboð í
Funningsfirði og Elduvík. Kl.
16:35 løgdu at í Funnings-
firði og hildu fund kl. 16:50.
21 fólk.
Fóru úr Funningsfirði kl.
18:25. Løgdu at í Elduvík
kl. 19:10. Hildu møti har
kl. 19:45. 25 fólk. Fóru úr
Elduvík kl. 21:00. Settu
Victor Danielsen og Martin
Hansen av í Fuglafirði
kl. 22:35 og síðani hildu
Jógvan Tróndheim, John
Høj og Líggjas Hansen
ferðina fram til Klaksvíkar,
hagar teir komu kl. 0:15.
So er í Harran navni henda
ferð at enda. Vit hava havt
bátin í 9 dagar, hildið 22
fundir í 16 bygdum og havt
úti við 700 áhoyrarar.
22 fundir í 16 bygdum
- Tað vísti seg í roynd og veru at vera óneyðugt at boða frá at
vit komu til bygdina, sigur Jógvan Gerðalíð, sum her lesur úr
dagbókini fyri sendiboðið
Eitt annað dømi úr virðismiklu dagbókini er frá juli mánaði 1950:
“Vit hava siglt frá mánadegi 17.7 til sunnudagin 30.7 í 14 dagar og hava havt 39 fundir í
35 bygdum og støðum. Áhoyraratalið er ætlað til at hava verið um 1150”
1150 fólk lýddu á
fóru av Klaksvíkini, minnist
Jógvan Gerðalíð aftur á.
Sendiboðið lá innast á
vánni, og tá teir løgdu frá
landi sigldu teir spakuliga
úteftir og tóku so »mann-
ingina« umborð, bæði
menn og kvinnur sum øll
brendu fyri tí sama, - at fólk
á smáplássunum skuldu
fáa møguleika at hoyra
gleðiboðskapin.
Um hesa tíðina í 40’unum
og heilt fram til seinnapartin
í 50’unum var ikki so gott
vegasamband, og tá tað
ikki hendi tað stóra á smá-
plássunum, var tað ein
stórhending at fáa vitjan av
manningini í Sendiboðnum.
- Tað vísti seg í roynd
og veru at vera óneyðugt
at boða frá at vit komu til
bygdina. Fólk sóu eyðkenda
bátin koma stimandi inn
móti bygdini, og so savn-
aðust tey saman við okkum.
- Vit plagdu onkutíð at
senda onkran runt í húsini
at boða frá møtinum, og
so byrjaði møtið stutt eftir,
greiðir Jógvan Gerðalíð frá.