Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-26, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. september 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 185 - 26. september 2008 19 tíðindi an móti ES byrsurnar og fingu alt klárt til hendan stóra dagin, sum hevur verið ein partur av fólkasálini í Álandi í mong ár. Men nú varð hetta eisini bannað. Hetta var eins sárt og tað hevði verið, um tað var bannað føroyingum at fara í grind. Eitt annað inntriv hevur eisini verið bannið fyri at fiska við gørnum. Tað hevur verið vanligt hjá monnum, serliga úti á bygd, at seta gørn fyri at fáa sær eitt kók. Men hetta letur seg heldur ikki gera longur. Orsakað av, at gørn er hóttan fyri nýsur aðra staðni í ES sjógvi, er henda garnaveiðan bannað alla staðni. Seta krøv um ES Men nú fáa álendingar møgu­ leika fyri at vísa sína misnøgd. Sum kunnugt hevur ES gjørt uppskot til eina nýggja ”grund­ lóg”, tann sokallaði Lissabon­ sáttmálin. Fyri at koma í gildi skal hann samtykkjast av øllum limalondunum. Fyribils hevur Írland sagt nei við eini fólkaatkvøðu, men mannagongdin við at samtykkja sáttmálan heldur fram. Tískil hevur finski ríkisdagurin tikið undir við sáttmálanum. Men hetta skal løgtingið í Álandi eisini gera. Nú eru nógvar kreftir, sum vilja hava staðfest, at Álands er ein partur av ES, sum ikki vil lata seg skúgva til viks á umrødda hátt. Hesar kreftir vilja seta hesar treytir fyri at Áland skal góðkenna sáttmálan: 1. Teir vilja hava ein av finsku limunum í ES parlamentinum. Her kunnu teir vísa til, at hetta letur seg væl gera. Tá ið Grønlands var limur í ES saman við Danmark fekk Grønland ein av teimum 16 limunum, sum Danmark tá hevði. 2. Teir vilja eisini hava rætt til at møta fyri ES dómstólin, tá ið okkurt sum viðvíkir Álandi er á skránni. Hetta siga teir av beiskum royndum. Sum tað skilst hevur snúsmálið verið fyri dómstólin, har tað er tapt. Her høvdu ”snúsararnir” ongan góðan at tala sína søk, og hetta skal ikki endurtaka seg. 3. Afturat hesum vilja teir hava trygd fyri at fáa ávirkan á avgerðir, sum verða tiknar av ES, og sum viðkemur teimum. Protokollin ella sáttmálin skal hava kvalifiseraðan meiriluta, t.v.s. 2/3 av tinglimunum, fyri at vera samtyktur av álendska løgtinginum. Mett verður, at tað er ein stórur møguleiki fyri, at hann fer at fella, um álendingar ikki fáa tær sømdir, sum teir vilja hava. Spurningurin er, hvat ið tá fer at henda. Eingin kann siga tað við vissu. Í ringasta fall fyri ES kann hetta saman við Írlandi koppa sáttmálanum. Men í hvussu er vóna álendingar, at teir nú kunna telva soleiðis, at teir fáa bøtt um hesar skeivleikar, sum teir halda vera í hesum viðurskiftum. Nógvur landbúnaðar­ stuðul frá ES Annars fær Áland nógv av land­ búnaðarstuðli frá ES. Her fæst eisini eitt dømi um, hvussu stórt skrivstovuveldið er. Stuðulin er um 130 mill. kr. til 14 ymiskar studningsskipanir. Tað eru úti við 100 fólk, sum umsita hesar skipanir til 280 jarðarbrúk. Annars er ikki nógvur seyður á Álandi. Tað eru bert 10.000, meðan vit roknað við 70.000 í Føroyum. Mentunarlívið er væl fyri. Bókaútlánið er fleiri ferðir tað í Føroyum. Í Álandi er eisini hægsta tal av ávísum í Norðanlondum í mun til fólkatalið. Arbeiðsloysis­ skipanin Áland hevur eitt sera lágt arbeiðsloysi, og tað er brúk fyri arbeiðsfólki uttani frá. Hesi fáa tó ta løn, sum er galdandi í Álandi. Tað kann sigast, at lønarlagið er nakað lægri enn tað, vit hava her hjá okkum. Men skattingin er eisini nakað lægri, so alt í alt mann støðið vera nakað sum hjá okkum. Men her er so eisini ein arbeiðs­ loysistrygging. Hon verður umsitin av Ålands arbetsmarknads­ och Studieservicemyndighet, AMS. Hesin stovnur tekur sær av øllum arbeiðsmarknaðarviðurskiftum. Skipanin við arbeiðsloysi er, at frá hesi skipan fáast einar 200 kr. um dagin, 5 dagar um vikuna. Afturat tí er ein skipan, sum arbeiðsmarknaðurin sjálvur umsit­ ur, har tað verður goldið 1,5% av lønini. Tey, sum eru í hesi skipan, fáa nakað sama endurgjald sum í Føroyum Eitt gott samfelag Maiken Poulsen heldur, at Áland er eitt sera gott samfelag at búgva í. Her eru soleiðis eingir bíðilistar til barnagarðar og ellisheim. Tann stóri stuðulin landið fær úr ES sæst aftur í sosialum stuðli. Barsilsfarloyvi við løn er eitt ár. Men afturat hesum kunnu barnakonur hava farloyvi við almannahjálp í tvey ár umframt. Hetta minkar um tørvin á barnagarðsplássum, tí nógv velja at passa síni børn heima. Men hóast hetta er barnatalið fyri hvørja kvinnu bert 1,6 í miðal í Álandi, meðan tað er 2,1 í Føroyum. Tað kann eisini vera nevnt, at meðan fólkatalið er farið frá 16.000 til 48.000 í Føroyum síðan ár 1900, er tað bert hækkað frá 12.000 til 27.000 í Álandi Víst eru nógvir persónbilar, men býbussarnir eru ókeypis, so tað ber væl til at klára seg uttan bil. Áland hevur eisini fingið sítt egna flogfelag, nevniliga Air Åland, sum flýgur til Finlands tríggjar ferðir um dagin í miðal. Eisini verður flogið til Stockholm. Kostnaðurin er 300 evrur aftur og fram. Hetta er nakað tað sama sum Atlantsflog. Flogferðslan ber seg ikki, kappingin frá sjóferðsluni er ov stór. Lagnan gjørdist ein dansistevna Í 2002 var norðurlendsk dansi­ stevna, Havleikur, í Havn við luttøka eisini frá Álandi. Maiken helt tá, at hon skuldi fara at heilsa uppá álendingarnar, og her hitti hon Leif Englund. Og í august 2004 giftust tey bæði í Álandi. Tey hava fingið nú tvey ára gomlu dóttrina Solveig. Hetta kann sigast at vera eitt gott úrslit av norðurlendskum samstarvi! Maiken hevur lisið norður­ lendskt mál, bókmentir og retorikk í Stockholm og í Uppsala. Hon arbeiðir framvegis parttíð í løgmansumsitingini. Hetta merkir, at hon arbeiðir eitt skifti Føroyum og so fer hon heim aftur. Hetta er nærum sum hjá sjómonnum! Beint nú er hon í Føroyum. Leif sleppur ikki longur at skjóta Vit hittu eisini Leif í Álandi. Hann er sterkstreymselektrikari. Hann er sjálvstøðugt vinnurekandi, hevur sína egnu fyritøku, sum umboðar stóru týsku fyritøkuna Siemens í Álandi. Áhugamál hjá Leif eru: bátar og sjólív, sjóbjargingartænasta, rádjór­ og fuglaveiða, sum ikki er loyvd longur, fólkadansur v.m, og sum sagt var tað fólkadansurin sum útvegaði honum Maiken til konu. Hann er ættaður úr Føglø, sum er ein av teimum 16 kommununum, har tað bert búgva eini 600 fólk Tey búgva einar 15 km frá Mariehamn. Hann virkar sera fittligur og fyrikomandi og greiðir fegin frá sínum heimlandi Nógv at læra Tað er eingin ivi um, at ein slík ferð er sera gagnlig. Tað er altíð nakað at læra av at vitja samfeløg, sum eru annarleiðis enn okkara. Niðurstøðan av Álandi kann kanska sigast at vera, at teir nýta sínar møguleikar til fulnar. Víst eru teir á sjálv­ stýrisøkinum nakað avmarkaðir í mun til okkara. Men teir hava kunnað skapt eitt liviligt samfelag í samstarvi við restina av ríkinum. Meira ynskja teir heldur ikki. Maiken og Leif eru góð umboð fyri teirra lond Úrslitið av hesum álendska-før- oyska sambandinum er lítla Solveig