Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. august 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 159 - 21. august 2001 Nr. 159 - 21. august 2001 3 LISTAFRAMSÝNING Leygardagin 25. august 2001 kl. 14.00 letur upp áhugaverda keramikk- og málningaframsýningin hjá systkjunum Anders og Lotte Glob. Lotte Glob er keramikari, og verk hennara bera brá av stórum áhuga fyri náttúr- uni. Hetta sama er galdandi fyri bróðurin Anders Glob, sum eisini fær íblástur sín úr náttúruni og kanska einamest teimum skiftandi litum hennara. Lotte Glob er fødd 1944 í Danmark, men hevur í mong ár búðleikast í Skot- landi. Hon hevur tikið út- búgving í m.a. Danmark, Skotlandi og Frankaríki. Hon hevur haft framsýn- ingar í USA, New Zea- landi, Skotlandi, Írlandi og Danmark. Anders Glob er føddur í 1940 eisini í Danmark og er eisini búðsitandi har. Hann sýndi á fyrsta sinni fram í Århus 1964 og hevur síðani havt nógvar framsýningar einamest í Danmark. Framsýningin í Norður- landahúsinum er í húsinum til og við 23. september 2001. Keramikkur og málningar í Norðurlandahúsinum Framsýningin í Norðurlandahúsinum, sum letur upp leygardagin, er bæði ein keramikk- og málningaframsýing Tíðindaskriv Per Kallsberg Aftur í ár skipa Smyril- Line og Per Kallsberg fyri bridgeferð við NORRØNU. Hetta er 5. árið skipað verður fyri brudgetúri. Far- ið verður úr Havn fríggja- morgunin 24.08.2001 og komið verður aftur mána- morgun kl 06.00. Umborð verður skipað fyri kappingum fríggja-, leygar- og sunnudag. Øll, ið duga at spæla brigde kunnu koma við til bridgeferðina. Til allar kappingar verður dentur lagdur á at hava tað hugnaligt og á túrurinum verður bridge og hugni í hásæti. Tey, ið hava hug at koma við kunnu tekna seg hjá Smyril Line Tíðindaskriv Statoil-bólkurin, ið er samansettur av oljufeløg- unum Statoil, Phillips, Enterprise og Veba, hevur latið Náttúruvísindadeild- ini á Fróðskaparsetri Før- oya fígging til eina Phd- verkætlan um at gera eitt operativt aldumodel fyri Føroyaøkið. Hettar er ein av trimum verkætlanum, umframt stuðul til undir- vísing, sum er partur av sáttmálanum, sum umboð frá Statoil-bólkinum og Náttúruvísindadeildina skrivaðu undir tann 23.01.2001. Hetta er ein trý ára verk- ætlan, har endamálið er at menna eitt numeriskt operativt aldumodel fyri Føroyaøkið, umframt at royna at lýsa serlig aldu- viðurskifti á Føroyaleið- unum. Verkætlanin er kom- in lag, tí sum kunnugt hava alduviðuskiftini avgerandi ávirkan á alt virki á sjónum, og Náttúruvísinda- deildin hevur sett sær sum mál at menna hetta fakøkið. Verkætlanin byggir víðari á royndirnar, sum Náttúru- vísindadeildin hevur frá teldusimulering av sjóvar- fallinum á landgrunninum, og er málið, at úrslitini frá simuleringunum av sjóvar- fallinum skullu verða part- ur av nýggja aldu- modellinum. Eisini er ætl- anin at gagnnýta aldu- mátingar, sum eru gjørdar á landgrunninum seinastu árini. Í næstum verður søkt eftir kandidati at gera arbeiði saman við vísindastarvslið- inum á Náttúruvísinda- deildini. Umsøkjarar skulu hava prógv sum cand. scient ella sivilverkfrøðing- ur innan viðkomandi fak- øki.Tó eru tey, ið eru ávegis at gera kandidatuppgávu, eisini vælkomin at søkja, men kravt verður, at tey hava lokið prógv, áðrenn tey kunnu byrja. Tað verður vantað at kandi- daturin verður førur fyri at verja arbeiði sítt fyri Phd- grad innan fyri tíðar- rammuna uppá 3 ár. Í hes- um sambandi má roknast við, at viðkomandi í styttri ella longri tíðarskeiðum kemur at verða á læru- ella granskingarstovnum uttan- lands. Lýsing eftur kandidatum kemur í bløðini í heyst, men áhugaði eru longu nú vælkomin at venda sær til Náttúruvísindadeildina á tlf 315306, um teldupost á knuds@setur.fo ella at støkka inn á gólvið í Nóatúni í Tórshavn. Aldumodel fyri Føroyaleiðina Bridgeferð við Norrönu Í gjár fylti Beinta Há- berg seksti ár. Dagurin verður hildin komandi leygardag í Ebenezer og øll eru hjartaliga væl komin. At dagurin verð- ur hildin í Ebenezer er ikki tilvildarligt, tí brøðrasamkoman hevði verið fátækari, hevði Háberg navnið ikki sett sína sjónligu slóð í sam- komuna. Hon er dóttir Petur og Hjørdis Há- berg. Beinta er musiskalsk, góður klaverleikari og góða rødd. Hon hevur verið virkin í tónleiki alt lívið Beinta er gift Eiler Jacobsen, skipara og reiðara og hon hevur verið ein dyggur stuðul øll árini, meðan maður- in hevur rikið virkið sítt framvið havsins mýru- lendum og kyksendum, har alt hevur ligið í tí óvissa. Eiler hevur gjørt mangan stóra fongin gjøgnum lívið, men í endurminningunum »Skálvíksdrongur-silda- kongur« skrivar hann, at størsti fongurin av øll- um var, tá ið hann fekk Beintu. Hon kemur fram um stórar nóta og rækjubátar. Hon kemur fram um allar lastirnar av makreli, sild, lodnu, svartkjafti og posarækj- um. Beinta Háberg 60 ár C M Y K 3 2