Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. august 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 159 - 21. august 2001 Nr. 159 - 21. august 2001 5 Leygardagin fekk Skipafelagið Føroyar í Klaksvík nýggjan trukk, sum ger tað gjørligt at stálpa bingjur á tronga havnaøkinum PLÁSSTROT Eyðun Klakstein Skipafelagið Føroyar í Klaksvík hevur nú fingið ein nýggjan trukk, sum ger tað gjørligt at seta bingjur omaná hvørja aðra. Nýggi stáplarin kemur úr Havn, har hann hevur tænt í fýra ár. Skipafelagið hevur fingið nýggjan stáplara til arbeiðið í Havn, og tí er stóri trukkurin nú komin til Klaksvíkar. Stáplarin fer at lætta munandi um arbeiðið á bryggjuni í Klaksvík. Tað er trongligt á vestara havnaøki, og nú nýtt virkið verður bygt á økinum, er tað enn minni pláss til bingjur. Tað hevur verið ein trup- ulleiki, at eingin hevur havt útgerðina til at stakka bingjur, og tí hava tær tikið óneyðuga nógv pláss, tá tær hava staðið lið um lið. Nýggir møguleikar Nýggi stáplarin hjá Skipa- felagnum í Klaksvík skal brúkast í samband við av- skiping og lossing, og hann hevur longu verið í sving. Stáplarin vigar stívliga 70 tons, og hann kann lyfta 45 tons. Hann røkkur at stápla fýra av teimum høgu bingjunum omaná hvørja aðra, og er talan um tær lægru bingjurnar, fær hann stakka fimm slíkar. Stáplarin fær eisini flutt tær stóru og tungu bingj- urnar, og tað fer eisini at lætta um arbeiðið hjá Skipafelagnum. Plásstrot Tað hava leingi verið trup- ulleikar við plássinum á havnaøkinum í Klaksvík. Virksemið er nógv økt seinnu árini, og tað er farið at ganga undan við plássi. Í løtuni er gongd í bygg- ingini av einum nýggjum krivjivirki til alivinnuna, og tað fer við nógvum plássi, umframt at virkið fer at hava nógv virksemið við sær á havnalagnum. Klaksvíkar býráð hevur arbeitt við at fáa meiri havnaøki, og nýggj góðshavn er í gerð í Ánun- um. Tað hevur eisini verið tosað um at fylla meiri út á vestaru síðu, men hesar ætlanir eru ikki vorðnar veruleiki enn. Stáplarin hjá Skipafel- agnum bøtir um trupulleik- arnar, sum hava staðist av plásstrotinum. Nú ber til at stápla bingjur Hósdagin fekk Hann- vør Johansen boð frá Almannastovuni um, at stuðulsfólkið hjá soninum ikki verður sett í starv aftur. Tí slapp John Heri ikki í skúla í gjár, og mamman veit ikki, hvat nú kemur at henda STUÐULSFÓLK Eyðun Klakstein Í gjár byrjaði skúlagongdin aftur kring landið. Summi børn eru ivaleyst óhugalig, nú tey skulu byrja aftur, men ein drongur, sum so fegin vildi sleppa í skúla í gjár, slapp ikki. Tað er John Heri Johan- sen í Klaksvík, sum skuldi byrja í 6. flokki í skúlanum við Ósánna. Í farnu viku greiddi mamma hansara, Hannvør, frá støðuni, sum tey eru í og hava verið í, síðani tey fluttu til Føroya fyri nøkr- um árum síðani. John Heri er spastikari, og hann hevur tí brúk fyri praktiskari hjálp, tá hann er í skúla. Hesa hjálp hevur hann fingið frá Almanna- stovuni, men hon er nú steðgað. Stuðulsfólkið, sum hevur veitt John Hera hjálp við skúlagongdini seinastu tvey árini, er sagt úr starvið, og stuðulin er steðgaður. Langt stríð Hannvør Johansen hevur enn einaferð í summarferi- uni stríðst við at fingið stuðulsfólk til sonin, men hetta hevur ikki eydnast. Hósdagin fekk hon boð frá Almannastovuni um, at tann stuðulin, sum John Heri hevði fingið til skúla- gongd síðani 1999, var endaliga steðgaður. – Almannastovan er av tí fatan, at Almannastovan ikki hevur heimild til at veita stuðul í skúlanum, og tí er avgjørt, ikki framhald- andi at veita John Heri stuðul til praktiskar upp- gávur í skúlatíðini, vóru boðini, sum Hannvør fekk í brævinum. Almannastovan hevur saman við Sernámsdeplin- um roynt at fingið Menta- málastýrið at taka yvir stuðulin til John Hera, men tað er ikki eydnast. Tvey skriv eru send til Menta- málastýrið, men svar er ikki komið. Sat eftir heima Hannvør Johansen og son- urin vóru heima fyrrpartin í gjár, tá onnur fóru í skúla. – John hevur verið í hesi støðuni fyrr, men hann er keddur av tí, og hann spyr, hvussu verður við bókun- um og so víðari, sigur Hannvør. – Eg veit ikki, hvat nú kemur at henda. John kann ikki fara í skúla uttan stuð- ul, men eingin vil veita hendan stuðul. Eg havi stríðst við nógvar almennar stovnar, men tað kemur einki burturúr, sigur hon. Landsstýrismaðurin við almannamálum hevur sett í gongd eina kanning av stuðulsfólkaøkinum, sum hann kallar ein hurlivasi, men hendan kanning hjálp- ir ikki í verandi løtu Hann- vør og soni hennara. Tey sita heima og vóna, at ein loysn kann finnast, so John Heri sleppur aftur í skúla. Slapp ikki í skúla Ein motorur á leigaða flogfarinum hjá Atlantic Air- ways mátti skiftast fríggjadagin, og tað hevði við sær seink- ingar í flogferðsluni Tað kom ólag á flog- ferðsluna, tá annað flog- farið hjá Atlantsflog mátti gevast at flúgva fríggjadagin. Orsøkin var, at eitt brek var á einum av mot- orunum á flogførunum, og brekið var so umfat- andi, at motorurin mátti skiftast. Brekið var staðfest, áðrenn flogfarið hjá At- lantsflog fór á flog úr Aberdeen. Hóast eini av teimum fýra motorurunum ikki riggaði, var einki til hindurs fyri, at flogfarið fleyg til Malmø í Svø- ríki, har umvælingin varð gjørd. Maskinbrekið hevði við sær seinkingar í flog- ferðsluni, men umvælda flogfarð undir flúgving- ina aftur seint fríggja- kvøldið. Atlantsflog eigur tvey flog, men hevur leigað annað flogfarið út. Felagið, sum hevur leig- að flogfarið frá Atlants- flog, hevur framvegis brúk fyri tí, og ístaðin fyri at hetta flogfarið varð tikið aftur í summ- armánaðunum, avgjørdi Atlantsflog at leiga ann- að flogfar, meðan summ- arflúgvingin stendur uppá. ek Atlantic hevði maskinbrek – Eg veit ikki, hvat nú kemur at henda. John kann ikki fara í skúla uttan stuðul, men eingin vil veita hendan stuðul. Eg havi stríðst við nógvar almennar stovnar, men tað kemur einki burturúr, sigur Hannvør Johansen, sum mátti hava sonin heima í gjár, tí eingin vil lata stuðulsfólk til skúlagongdina hjá honum Ferðafólk vóru fríggjadagin noydd at bíða eftir, at annað av flogførunum hjá Atlantsflog mátti til Svøríkis at skifta ein motor Hesin stóri trukkurin skal nú bøta um arbeiðsumstøðurnar á havnaøkinum í Klaksvík. Trukkurin kann stápla fleiri bingjur omaná hvørja aðra Fríggjanáttina kom eldur í eina tekju á einum sethúsum á Víkavegi á vestur- síðuni í Klaksvík. Eldurin varð bastur beinanvegin ELDUR Stefan í Skorini Fríggjanáttina trý korter til trý varnaðust nakrir dreingir, ið koyrdu í bili, at eldur var komin í eini sethús á Víkavegnum. Login stóð úr tekjuni, og teir boðaðu frá beinan- vegin. Klaksvíkar Sløkkilið kom á staðið sum skjótast og fekk tamarhald á eldinum rættiliga skjótt. Í húsunum lógu kona, maður og børn í fasta svøvni og varnaðust einki. Tey vóru fingin úr húsunum, meðan sløkki- liðið gjørdi sítt arbeiði. Eldurin slapp ongantíð at breiða seg, og tí kundi familjan fara aftur í húsini at sova aftaná. Hildið verður, at or- søkin til eldin er, at menn høvdu brent tjørupapp á tekjuna sama kvøldið. Tá arbeiðsmenninir eru lidnir og hava riggað av, er eldur komin í. Løgreglan í Havn hevur um vikuskiftið tikið nakrar bilførar- ar fyri at koyra ov skjótt og at koyra við kenning. Harum- framt hava ógvuliga nógv verið inni á støðini at sova rúsin av sær LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Leygarnáttina var løgregl- an í Kaldbakstunlinum og máldi ferðina á bilum. Ein bilførari varð tikin á stað- num fyri at hava koyrt 117 kilometrar um tíman. Hesin kann vænta sær treytaða frádøming av koyrikortinum, og hann skal tískil upp til nýggja koyriroynd. Fríggjakvøldið var ein, ið koyrdi á motorsúkklu, so býttur at koyra alt ov skjótt í túninum hjá løgreglu- støðini. Maðurin á motorsúkkl- uni varð tikin í Jónas Broncksgøtu, har politi- støðin liggur. Ferðin varð máld at vera 90 kilometrar í bygdum øki, og hetta er eis- ini nóg mikið til, at førarin fær treytaða frádøming av koyrikortinum. Tíðliga sunnukvøldið var enn ein bilførari tikin. Hes- in hevði sett seg við rórið við kenning, og tí varð blóðroynd tikin av førar- anum. Annars verður sagt av løgreglustøðini, at ógvuliga nógv hava verið á støðini og sovið rúsin av sær. Síðan fríggjadagin hava átta full fólk verið inni í klivanum. Eini 500 Kiwanislimir úr Íslandi hava um vikuskiftið verið í Føroyum á Kiwanis- tingi. Tingið eydn- aðist væl, og Kiwanis í Føroyum umhugsar nú at seta á stovn fleiri felagsskapir í Føroyum KIWANIS Stefan í Skorini Formaður í Kiwanis Tórs- havn, Sofus Borðoy, er ógvuliga væl nøgdur við tingið, sum var á Hotel Før- oyum um vikuskiftið. Hann sigur, at alt gekk eftir ætlan. Á tinginum skuldu allir felagsskapirnir í Føroyum og í Íslandi leggja fram sína uppgerð yvir farna árið. Harumframt verður ein 1- ára ætlan løgd, har sett verður út í kortið, hvussu hjálpast skal komandi árið. Eisini verður ein longri 5- ára ætlan gjørd. Kiwanis er ein hjálpar- felagsskapur, sum serliga leggur seg eftir at hjálpa børnum við peningagávum ella keypi av lutum. Fleiri limir Sofus Borðoy sigur, at felagsskapurin fegin vil hava fleiri limir. Í hesum sambandi fer Kiwanis í heyst eftir ætlan at seta fleiri felagsskapir á stovn úti um landið. Enn er Kiwanis bara í Havn, og tí eru flestu lim- irnir í høvuðsstaðnum, men hetta skal eftir øllum at døma broytast. Sofus Borðoy heldur, at stórur tørvur er á tí hjálpar- arbeiði, sum Kiwanis frem- ur í Føroyum, og tí hevði verið gott við fleiri limum. Hetta er fyrstu ferð, at Kiwanistingið í umdømin- um Ísland-Føroyar er hildið í Føroyum, og ætlanin er, at tingið verður 10. hvørt ár her á landi. Orsøkin er, at íslendarar hava verið so av- bera væl nøgdir við fyri- skipanina av hesum ting- inum. Væleydnað Kiwanisting Eldur í sethúsum í Klaksvík Fleiri bilførarar tiknir Kirkjan var at kalla fullsett fríggjakvøldið, tá Kiwanislimirnir savnaðust har Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 5 4