Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. august 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 159 - 21. august 2001 Nr. 159 - 21. august 2001 7 Tá ið skúlarnir kring landið byrjaðu aftur í gjár, var tað ein heilt serligur dagur í Vágs skúla: Ikki færri enn trý tvíburðapør byrjaðu í 1. klassa og tað man vera eindømi NÝTT SKÚLAÁR Áki Bertholdsen Í gjár var so dagurin, tá ið skúlarnir kring landið byrj- aðu aftur. Á flestu skúlum gekk hetta sum vant. Men ikki í Vàgs skúla, tí dagurin í gjár má av sonnum sigast at vera ein merkisdagur. Tí nú skúlin byrjaði aftur, hendi tað sjáldsama, at ikki færri enn trý tvíburðapør byrjaðu í fyrsta klassa. Fyri nøkrum árum síðani var eitt sindur frammi um, at óvanliga nógvir tvíburð- ar vórðu føddir í Vàgi. Og tað er hetta, sum nú sæst aftúr í skúlanum, tí nú var komið hartil, at trý av hesum tvíburðunum skuldu byrja í 1. klassa. Rættiliga jøvn eru tey eisini, teir elstu tvíburðarn- ir eru føddir 28. oktober, teir mittastu 24. november og teir elstu 30. november, allir sjálvandi í 1994. Talan er um heilar fimm gentur og ein einsamallan drong. Sunnudagin fingu vit lokka allar hesar tvíburð- arnar ein túr í skúlan at hyggja, so at vit eisini kundu fáa ein mynd av teimum. Tað var skjótt, at tað fyrsta smædni hevði lagt seg og so fingu vit at vita, at tey vóru øgiliga spent eftir at fara í skúla mána- dagin. Men tá ið tað kom fram, at tey eisini skuldu í skúla í dag og í morgin, var tað onkur kortini, sum fór at ivast. Hjá onkrum øðrum var tó ongin ivi. tey gleddu esg mest til at sleppa at lesa. Stórur árgangur Annars eru tað rættiliga nógv børn, sum byrja í 1. klassa í Vági í ár. Heili 28 børn skulu í skúla fyrstu ferð og vit skulu heilt aftur til 1989, áðrenn 1. klassi var líka stórur, sum hann er í ár. So í ár verður fyrstu ferð í nógv ár, at tveir 1. klassar verða í Vági. Tað ger so, at tvíburðarnir koma ikki at ganga í sama klassa og tað ger tað sjálvsagt eitt sindur lættari at halda skil á øllum tvíburðunum. Í fjør byrjaðu ikki fleiri enn 10 børn í fyrsta klassa. Annars hevur barnatalið í 1. klassa í Vàgi hesi sein- astu árini, verið hetta: 2001 : 28 2000: 10 1999: 22 1998: 21 1997: 17 1996: 25 1995: 21 1994: 17 1993: 16 1992: 25 1991: 16 1990: 18 1989: 29 1988: 36 Tað sæst týðiliga, at kreppuárini raktu barnatalið hart og m.a. er tað sjálvsagt ein avleiðing av, at tað fluttu so nógv fólk úr Vági. Men fryktandi er fyri, at tað lága barnatalið fer at gera sína ávírkan galdandi langt fram í tíðuna, tí Miðnámsskúli er í Suðuroynni og tað lága barnatalið, fer sjálvsagt eisini at ávirka næmingagrundarlagið hjá honum. Tað lága barnatalið er nevniliga ikki bara galdandi fyri Vág, tað er í allari syðru helvt í Suðuroy, at so fá børn eru fødd seinastu árini. Hvussu tað so ber til, at 1994 var ein so góður árgangur, er ilt at siga. Men tað eru tey, siga, at tað uttan iva eru teir tiltiknu barnapengarnir hjá Niels Paula Danielsen, sum tá var landsstýrismaður, sum hava gjørt seg galdandi. Men um tey meina tað í álvara er ein onnur søga..... Nú vita vit ikki, um tað er arvaligt, at fáa tvíburðar, men vit kunnu vísa á, at øll hesi trý tvíburðapørini eru í slekt, tey hava øll ein ættfaðir í Sumba. Óli í Hjøllum, skúlastjóri, sigur, at í ár eru 253 253 næmingar í Vágs Skúla. Síðsta skúlaár vóru tey 241 næmingar. Men í 1988, vóru 367 næmingar í Vàgi, so næmingatalið er minkað ein triðing seinastu 12-13 árini. So kann nevast afturat, at næsta ár far aftur tvey tvíburðapør í 1. klassa í Vági, tríggir drongir og ein genta, og tá verða tilsamans fimm tvíburðapør í 1. og 2. klassa. Tvíburðar gera innrás í Vágs skúla Útgerðin er, sum hon skal vera, tá ið byrjað verður í 1. klassa. her standa tey við hvør sínari skúlatasku, frá vinstru eru tey: Rannvá og Sunnvá Bertholdsen Dalá, Fríða og Lóa Mikkelsen og Oddur og Birita Joensen Tað var skjótt, at tað fyrsta smædni ehvði lagt seg og skuldi tann langi gangurin í Vágs Skúla trykkroynast. Fitt vóru tey, og spent. Í gjár byrjaðu heili trý tvíburðapør í 1. klassa í Vági. Nevna vit tey fremst frá vinstru, eru tey Lóa og Fríða Mikkelsen, Rannvá og Sunnvá Bertholdsen Dalá og Oddur og Birita Joensen Fyrsta gallaveitslan fyri øll føroysk kapp- róðrarfólk var ógvu- liga væl løgd til rættis og tí eisini framúr- skarandi væl eydnað úr enda í annan GALLAVEITSLA John Johannessen Hóast seinkað ein tíma, gjørdist gallaveitslan fyri kappróðrarárið 2001, sum róðrarfelagið Knørrur skip- aði fyri, ein rúkandi succes úr enda í annan. Øll tey meira enn 400 fólkini, ið vóru møtt í Badmintonhøllini í Havn leygarkvøldið upplivdu ein veitslu, ið var væl løgd til rættis úr enda í annan. Hóast nógv var at fara um hjá borðreiðslugentunum, fingu øll at eta og drekka samstundis afturvið væl frambornum skemti frá Sjúrða Skaale og Jákup Weihe. Og hóast veitslugestirnir vóru kappróðrarfólk, sum alt kappróðrarárið hava verið noydd at halda seg turr innanborða, var tað eingin, ið gjørdi ov nógv av undir borðhaldinum. Tvørt- urímóti var borðhaldið siði- ligt og dudrandi lívligt á rættan hátt. Valflesk afturvið Umframt væl hýrdu kapp- róðrarfólkini, speiðrekandi skemtararnar og gávuhýrd- ar stuðlar, vóru politikarar eisini bodnir við til hesa fyrstu gallaveitsluna. Og tað var heilt greitt, at teir nýttu høvið til at borðreiða við eitt sindur av valfleski í part til eitt tilstundandi løgtingsval. Bjarki Mohr skírdi kapp- róðrarfólk fyri hetjur og nýtti annars umleið eitt korter til at greiða frá, hvussu nógv hann heldur um kappróðrarfólk. Hjá Heðini Mortensen var støð- an nøkulunda tann sama. Í hansara hugaheimi eru kappróðrarfólk eisini av størstu hetjum í landinum. Landsstýrismaðurin við kappróðri sum málsøki, heilsaði eisini kappróðrar- fólkunum. Men hendan heilsan var heldur turrislig, eftir at kappróðrarfólkini vóru skýrd hetjur av øllum undanfarnu røðarunum. Óli Holm, landsstýrismaður við ábyrgd fyri ítróttinum, møtti ikki sjálvur til veitsluna, men hevði í staðin valt at lata at skrivara úr Mentamálastýrinum lesa upp eina heilsan úr tveim- um A 4 ørkum. Klaksvíkingar eiga ársins felag Borðhaldið á Gallaveitsluni endaði við, at steyp vórðu latin ymsu bátsmanningun- um og feløgunum fyri fair- play, besta áralag, snøgg- asta bátin og ársins felag. Ein nevnd umboðað fólki við hollum kunnleika til kappróður kom til ta niður- støðu, at klaksvíkingar eiga besta kappróðrarfelagið og at vestmenningar eiga snøggasta bátin í landinum. Gallaveitslan 2001 end- aði við dansi eftir væl rung- andi rútmum frá All that Rain til tann ljósa morgun. Á fyrstu gallaveitsluni fyri føroysk kapp- róðrarfólk varð utvarpsmaðurin, Jógvan Arge, heiðr- aður fyri framúr- skarandi og livandi frásagnir frá FM- kappróðri í fjóðr- ingsøld GALLAVEITSLA John Johannessen – Er tað nakar, ið ger kappróðurin spennandi fyri fjøldina av Føroya fólki, er tað Jógvan Arge. Hetta sigur Anfinn Gærdum, formaður í bygdarfelagnum Stráluni, sum valdi at heiðra Jógvan Arge við eini minnisplátu á gallaveitsluni fyri kapp- róðrarfólk leygardagin. Anfinn Gærdum sigur, at fólk í felagnum leingi hava tosað um at geva Jógvani Arge eitt herðaklapp fyri framúrskarandi frásøgnir- nar. Og tá bátur felagsins, Strálan, í ár fyllir tíggju ár, samdust tey um, at nú skuldi tað vera. – Útvarp Føroya, og ser- liga Jógvan Arge, eiga stóra tøkk fyri, at kappróðurin verður gjørdur spennandi. Og sjálvt um eg á gallaveitsluni tosaði fyri 400 fólkum, eri eg vísur í, at hvørki umboðaði ein meiriluta ella ein minniluta, men alt Føroya fólk, tá eg segði, at Jógvan Arge eigur at verða heiðraður fyri at gera kappróðurin spenn- andi, sigur Anfinn Gærd- um. Minnisplátan, sum Jógvan Arge fekk frá Stráluni, var prýdd við graveraðari mynd frá kapp- róðrinum á vestanstevnu í fjør, har Strálan gjørdist nummar eitt, Hvessingur nummar trý og Hósvík- ingur nummar fýra. Eisini var ein persónlig heilsan og tøkk við ynskjum um nógv góð ár í framtíðini, grav- erað í plátuna. – Tá vit ynskja Jógvani Arge nógv góð ár í fram- tíðini, er tað eisini tí, at vit vilja hava hann at halda fram at siga frá kappróðri í mong ár afturat, sigur Anfinn Gærdum. Steypahandan á Gallaveitsluni Dómsnevndin fyri Gallaveitsluna fyri kappróðurin 2001 valdi at heiðra manningarnar soleiðis: Framúrskarandi gallaveitsla Róðrarfólk heiðraðu Jógvan Anfinn Gærdum frá bygdarfelagnum Stráluni handar Jógvani Arge heiðursplátu fyri at gera føroyskan kappróður spennandi fyri fjøldina C M Y K 7 6