fríggjadagur 26. september 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 185 - 26. september 2008
Ummæli
Hanus Kamban
H
já vanligum amerikanarum
er, um vit hyggja eitt hálvt ár
fram, tann mest umvarðandi
hendingin helst dagurin í novemb
er, tá ið dysturin millum Barack
Obama og John McCain verður
endaliga avgjørdur. Tá verður
samstundis gjørt av, um USA
aftur skal gerast eitt demokrati,
ella tað skal halda fram Bush
vegin niður í totalitera hálku,
búskaparligt kyksendi og tortur
framdan, opinlýst og skammleyst,
móti ósekum borgarum.
Fyri teimum, í USA sum
aðrastaðni, sum hava áhuga fyri
skaldskapi, glógvar kortini ein
annar dagur, tann 19. januar 2009,
við bjartari ljósi. Tí henda dagin
kunnu bæði USA og heimurin
hátíðarhalda 200 ára minnið um
yrkjaran og rithøvundin Edgar
Allan Poe.
P
oe, hvørs skrivingarlag er eitt
frálíkt dømi um tað stíleyð
kenni, sum anglosaksar rópa
Gothic, var í mongum lutum bók
mentaligur slóðbrótari. Hann
skapti, kanska ávirkaður av E.
T.A. Hoffman, ta sálarfrøðiligu
tvískinningssøguna, og hansara
William Wilson setti ferð á eina
nøgd av slíkum tekstum, har tann
mest kendi er søgan Dr Jekyll og
Mr Hyde eftir R.L. Stevenson.
Hann skrivaði nakrar vísinda
skaldsligar tekstir og fekk sum
eftirmann Jules Verne, umframt
eina ørgrynni av høvundum í 20.
øld. Hann skapti uppdagarasøg
una, og úr hansara C. Auguste
Dupin sprettu óteljandi avpart
aðir og samstundis gløggir
detektivar, frá Sherlock Holmes
til Hercule Poirot og kommis
serin Bärlach.
Tann helst fremsti arvingurin
eftir Poe er H.P. Lovecraft, hvørs
tunga og dapra ljóðfall og
stílkynstur eru lík teimum hjá
Poe, og hvørs monumentalt
glógvandi Spenglerávirkaða
allegori, At the Mountains of
Madness, verður mett at hava ein
vissan skyldskap, sum eitt slag
av parallelteksti, við Poe
skaldsøguna The Narrative of
Arthur Gordon Pym.
Y
rkjarin Poe verður av mong
um hildin at vera ein av fedr
unum at tí lýrisku modernismuni.
Charles Baudelaire uppdagaði
Poe og umsetti hann til franskt, og
seinni bleiv hann fyridømi, næst
an gudur, hjá yrkjarum sum
Mallarmé og Valéry. Søgan um
hesa ávirkan er long og fløkt. Í
sínum gitna essay “From Poe to
Valéry” vísir T.S. Eliot m.a á tað
hugtakið, sum í Fraklandi verður
rópt poésie pure, og á tað ástøði,
sum Poe førdi fram í einum
gitnum essay, at yrkingin er skapt,
ikki sprottin úr spontanari ella
guddómligari andkomu, men sum
frukt av eini sera medvitnari,
rationellari tilgongd.
H
óast tann føroyski áhugin
fyri Poe av natúrligum
grundum kom seint, so kann
staðfestast, at hann hevur ikki
verið eingin. Janus umsetti
yrkingina “The Raven” í 1930,
og seinni komu týðingar av
stuttsøgum eftir Poe so pø á pø í
eitt nú Glugganum og Brá. Men
ikki fyrr enn í ár er tann fyrsta
bókin við prosatekstum eftir
Edgar Allan Poe útkomin á okk
ara máli. Bókin hevur heitið
Smettihjartað og aðrar søgur. Í
hesi bók eru 11 stuttsøgur, teirra
millum nakrir av teimum
mætastu prosatekstunum eftir
tann flogvituga og ólukkuliga
súlukongin úr Boston. Týðing og
úrval eru eftir Agnar Artúvertin.
Teir lesarar, sum eru kunnugir
við tað frálíka tíðarritið Vencil,
kenna eisini henda unga føroyska
høvundin. Um ið hvussu er eina
av hansara stuttsøgum havi eg
hug at siga, at her kemur til
sjóndar eitt stílkynstur av einum
serligum turrum, speiskum,
samanriknum og sera neyvum
slag, sum kundi boðað frá, at vit
her síggja spíran til ein komandi
veruligan rithøvund.
Hetta hevur við sær, at undir
ritaði, sum hevur fingið tann
setning at ummæla Smetti
hjartað, eri komin í eina trupla
støðu. Ikki yvir at dylja, ein
fegnast um prosatekstir eftir
Agnar Artúvertin, og ein kann
ikki annað enn hávirða ein
ungling, sum uttan at blunka
herjar á, har garðurin er hægstur.
Tí tann orðaríki og stílkynstrugi
Poe er av tortýddastu høvundum.
Eg hevði so fegin viljað róst
bæði rithøvundinum og týðaran
um Artúvertin. Eg geri fegin tað
fyrra, men kann, um eg skal vera
erligur, ikki gera tað seinna. Her
skal vera roynt, við próvgrundan,
at siga frá, hví hetta er so.
E
ingin av tekstunum í hesum
Poesavni er eftir mínum
tykki nóg væl umsettur, men,
gaman í, nakrir eru munandi
betur frágingnir enn aðrir. Eitt
dømi er tann langa stuttsøgan
“Gullklukkan”, sum bæði snýr
seg um at týða dulskrift og um at
brúka skynsemi og skilvísi til at
gera hetta. Eitt annað dømi um
týðing, sum er í frægara lagi, er
“Tá ið Ushershús fall”, ein onnur
av Poes meginsøgum. Um eitt
grannsíggið eyga fór um hesar
týðingar, rættaði og snøggaði tað
føroyska, og rættaði vissar
skeivleikar í sjálvari týðingini úr
enskum, kundi eitt hampuligt
úrslit spurst burturúr.
N
ógv verri stendur til, um vit
hyggja at umsetingum sum
“Ligeia” ella “Niður í meldur
streymin”. Tá ið hesar atfinning
ar verða bornar fram, verður
hugsað bæði um bending, kyn,
málburð, samheitir og vanliga
málkenslu. Tú kanst ikki á
føroyskum siga tann “evarski
kletturin”, “tað smáliga gras
lendið”, “Vit lættaðu akkeri”,
“flótaðu”. Orðið “fjøður” er
kvennkyn, og sostatt kanst tú ikki
siga “nakar fjøður”. Orðið “fles”
er somuleiðis kvennkyn, og tí
kanst tú ikki skriva “millum
flesini”. Alt hetta eru málslig
snið, sum skulu vera í lagi í eini
umseting ella einum teksti. Fyri
tað enska “deceased” skrivar
Agnar vanliga “andaði” ella
“andaða”, eitt nú í setninginum
“konu og systrum andaða”, hetta
ber stutt og greitt ikki til, tað er
skeivt og ljóðar eisini klossut og
mishátt.
T
ann, sum skal týða Poe, kann
lættliga freistast til at brúka
hvørsfall, og tað er ein spurning
ur, um vit føringar ikki eiga at
fara at brúka hetta fallið meira,
tá ið vit skriva tekstir á hægri
stílstigi. Men so skalt tú duga at
brúka tað, og fyri “on the shrine
of the most passionate devotion”
kanst tú ikki skriva “á altari hina
fúsu hámeting”. Somuleiðis ber
heldur ikki til, fyri “this
hideous drama of revivification”
at skriva “hetta andstyggiliga
uppreisnsins drama”. Og soleiðis
kundi verið hildið fram. Skips
navnið Independence eigur eftir
mínum tykki als ikki at verða
umsett, og um ein týðari partú vil
umseta eitt persónsnavn sum tað
anglosaksiska Ethelred, kann tað
ikki á føroyskum eita Aðalreyði.
H
invegin er tað at siga
týðaranum Agnar Artúvertin
til fyrimunar, at hansara mál, um
vit hyggja burtur frá villum og
vommum, í tóna og stevi sum
heild er nútíðarbært og frítt fyri
ta 19. aldar dust, sum lættliga
kundi fallið á slíkar týðingar. Um
enn “The Oblong Box” átti at itið
“Tann avlangi kassin” (ikki
“Avlangi kassin”), so brúkar
Agnar viðhvørt kenniorðið inni í
tekstinum, og hetta telur so av
gjørt nakað uppeftir. At Agnar
eigur í sær tilfar til ein góðan
týðara, tykist hetta brotið, sum er
endin á søguni “Tá ið sóttin
reyða kom sum grýla” (tó at tað
ikki er heilt lýtaleyst) at boða frá:
Og nú varð sannað, at sóttin
reyða var hjástødd – hon var
komin sum tjóvur á nátt. Og ein
fyri og annar eftir fullu gestirnir
í teimum blóðdøggaðu hølunum í
sínum gestaboði, og hvør doyði í
vónloysi í síni fallandi støðu. Og
lívið fór úr klokkuni úr íbinviði
saman við tí hjá tí síðsta káta.
Og ljósini á trífótunum sloknaðu.
Og myrkur og rot og sóttin reyða
fingu óendaligt ræði á øllum.
A
t umseta er drúgt, hart og
møtimikið arbeiði. Og mín
kensla er, at um Agnar gjørdi sær
ómak, kýtti seg væl og leingi fyri
at fáa hvørja umseting so
lýtaleysa sum gjørligt, og um
hann læt í minsta lagi tveir
nærlagdar ráðgevarar, ein sum
dugdi enskt og ein sum dugdi
føroyskt, lesa alt handritið gjølla,
so kundi eitt úrslit spurst burt
urúr, sum ikki bara var valaverk,
men eisini dømi um modernaða
Poetýðing. Tað er tí, so øvugt
tað kann ljóða, ein fyrimunur, at
henda bókin bara fatar um eitt
avmarkað tal av Poeumseting
um. So – royn eina ferð aftrat,
Agnar, í samstarvi við góðar leið
beinarar og ein samvitskufullan
forleggjara, sum eisini kann
tryggja, at uppseting, teknseting
og tann grafiska útsjóndin (sum í
hesi bók eru hopleys) sum heild
eru í lagi.
Poe í ósnøggum búna
Edgar Allan Poe:
Smettihjartað og aðrar
søgur. Agnar Artúvertin
valdi og týddi. Forlagið
Gwendalyn 2008
Týðingarverkið Smettihjartað og aðrar søgur eftir Agnar Artúvertin er áhugavert,
men ikki væl frágingið
Edgar Allan Poe. Daguerreotýpi tikið í
Providence, Rhode Island í november 1848