Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. september 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 185 • 26. september 2008 bíbliutýðariN 20 Vinnan Vinnu- og handilstíðindi í Sosialinum Vinnan Vinnu- og handilstíðindi í Rás2 Sum nakað spildurnýtt fer Miðlahúsið nú at geva føroyskum vinnu- og handilslívi enn meira rásarúm í miðlum tess. Vit leggja fyri nú komandi týsdag. Ætlanin er hvønn týsdag at hava innlegg í blaðnum, sum burturav tekur sær av vinnu- og handilslívi. Somuleiðis fara vit hvønn týsdag millum klokkan 16 og 17 at hava sending á rásini við vinnu- og handilstilfari. Aftrat hesum fer Miðlahúsið í vetur at lata dyrnar upp fyri fyrilestrum, kjak- og upplýsandi fundum, og fara vit eisini at skipa fyri tiltøkum av ymsum slag, sum hava tilknýti til heimliga vinnu- og handilslívið. Sum frálíður fara viðskiftafólk okkara eisini at síggja meira til vinnulívs- og handilstilfar á okkara egnu heimasíðu á netinum www.sosialurin.fo og somuleiðis á heimasíðuni hjá hvørjum mansbarni í Føroyum www.portal.fo, ið miðlar Miðlahúsins umsita. ...títt vinnuradio ...títt vinnublað