fríggjadagur 26. september 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 185 - 26. september 2008
Stutt Sagt
Byggja pyra-
midu
í París
Býráðið í París samtykti í
gjár at játta einum felagi at
byggja eini háhús í býnum,
og er hetta tað fyrsta háhús
ið, sum verður bygt í
franska høvuðsstaðnum síð
ani í sjeytiárunum. Tað
kemst av, at tey seinastu 30
árini hevur tað ikki verið
loyvt at byggja hús, sum
eru hægri enn 37 metrar.
Sveisisku arkitektarnir
Jacques Herzog og Pierre
de Meuron hava teknað
háhúsið, ið verður sum
ein pyramida, og sum skal
standa undir liðini á ráð
stevnubygninginum Porte
de Versailles, sum er sunn
an fyri tornini Eiffel og
Montparnasse.
Bertrand Delanoe, sum
er borgarstjóri í París, sig
ur við franskar fjølmiðlar,
at tað nýggja háhúsið verð
ur umhvørvisvinarligt og
harafturat sera vakurt á at
líta.
Tað er felagið Unibail,
sum letur húsið byggja,
og tað skal hýsa skrivstov
um, ráðstevnuhølum og
einum
hotelli.
Gongst
sum ætlað, verður tað
liðugt í 2012.
Motlanthe
forseti fyri-
bils
Í Suðurafrika hevur tjóðar
tingið valt Kgalema Mot
lanthe til forseta eftir Tha
bo Mbeki, sum bleiv
noyddur at leggja frá sær.
Tað var stjórnarflokkurin
ANC, sum gjørdi av at
skifta forseta.
Nýggi forsetin, sum er
næstformaður í stjórnar
flokkinum, skal eftir ætl
anini røkja forsetaembætið,
til forsetaval verður í Suð
urafrika næsta ár. Tá verður
formaðurin Jakob Zuma
ætlandi valevni hjá ANC.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Eg havi fýra mánaðir eftir í embætinum, og eg havi enn
vónir um at loysa kreppuna í Miðeystri, áðrenn eg gevist
Bush forseti
útlond
Hóast amerikanski
forsetin ávaraði um
varandi kreppu og
arbeiðsloysi vildu
hansara republikonsku
floksfelagar ikki taka
undir við hansara
bjargingaruppskoti
Í gjárkvøldið hildu tey
flestu, at George W. Bush,
forseti, og ráðgevar hansara
høvdu gjørt eitt bjargingar
uppskot, sum bæði republik
anararnir og demokratarnir
í Kongressini kundu taka
undir við. Men aftan á ein
fund í gjárkvøldið var
greitt, at floksfelagar forset
ans eru ikki nøgdir við ætl
an forsetans, og at teir sýta
fyri at taka undir við henni,
soleiðis sum hon er orðað.
Tað er eingin avtala um
hetta, og tað eru framvegis
fleiri
áskoðanir,
segði
republikanski
senatorurin
Richard Shelby.
Uppskotið, sum sambnært
Bush og ráðgevum hansara,
skal bjarga amerikanska
búskapinum burtur úr krepp
uni, er umfatandi. Eftir tí
skal tað almenna yvirtaka
veðskuld fyri einar 700
milliardir dollarar ella einar
3.500 milliardir krónur, og
tað fer at kosta hvørjum ein
asta amerikanara, ungum
sum gomlum, 2.300 dollarar
ella einar 11.000 krónur.
Í gjárkvøldið vóru tey
bæði forsetavalevnini, John
McCain og Barrack Obama,
í Hvítu Húsunum, har teir
hittu George W. Bush, for
seta og fleiri leiðandi kongr
esslimir. Aftaná kom fram,
at tey republikonsku umboð
ini høvdu lagt sína egnu
bjargingarætlan fram á fund
inum í Hvítu Húsunum, og
at alt síðani endaði í ruðu
leika.
Tað eru serliga teir kon
servativu republikanararnir,
sum eru ímóti, at tað almenna
skal koyra 700 milliardir doll
arar í kreppuraktar bankar og
kredittfeløg. Teir bera ótta
fyri, at hjálpin fer bara at
útseta kreppuna, og at teir
nógvu pengarnir tískil fara
fyri einki.
Republikanararnir hava
kortini játtað at samráðast
um eina bjargingarætlan.
Amerikonsku álopini
á marknaleiðini geva
yvirgangsmonnunum
vind í seglini, sigur
pakistanski forsetin
NATOleiðslan í Afghanist
an hevur váttað, at tað bleiv
skotið eftir nøkrum NATO
tyrlum á marknaleiðini mill
um Afghanistan og Paki
stan, men leiðslan heldur
uppá, at tyrlurnar vóru afgh
onsku megin markið.
Tað er ikki rætt, siga pakist
onsku myndugleikarnir. Teir
hava eisini váttað, at skotið
varð eftir NATOtyrlunum,
men siga, at tyrlurnar komu
inn um pakistanska markið,
og at hermenninir tí skutu
ávaringarskot eftir teimum.
Amerikanskir embætis
menn royna at doyva orða
lagið og tíðindini um til
burðin. Ein talsmaður hjá
verjumálaráðnum Pentagon
segði í nátt, at talan var um
eitt hendiligt mistak.
Pakistanski forsetin, Asif
Ali Zardari, segði í New
York í gjár, at Pakistan kann
ikki góðtaka, at fremmant
hervald kemur inn um lands
ins mark. Hann segði eisini,
at amerikonsku álopini á
mál
pakistonsku
megin
markið við Afghanistan
koma yvirgangsmonnunum
væl við og eru við til at økja
mótstøðuna ímóti USA og
tess sameindu.
Nógvir pakistanar spyrja,
um teir standa einsamallir í
bardaganum
ímóti
yvir
gangi, segði forsetin, sum er
á STaðalfundi í New York.
Ein krígsbrotsmanna
dómstólur í Serbia
er farin undir at
viðgera eitt mál
ímóti tí 94 ára gamla
Sandor Kepiro, sum
er ákærdur fyri
hópmorð undir
seinna heimsbardaga
Sambært serbiska ákæru
valdinum
var,
Sandor
Kepiro, sem er ættaður úr
Ungarn, við til at beina
fyri í minsta lagi 2.000
serbum og jødum undir
seinna heimsbardaga.
Sandor Kepiro var løg
reglumaður og seinni her
maður undir heimsbardag
anum. Hann bleiv tikin í
1944 og fekk tíggju ára
fongsul fyri at hava tikið
lut í einum hópdrápi í býn
um Novi Sad í januar í
1942. Har blivu fleiri
hundrað húski myrd og
líkini tveitt í eina á. Men
Sandor Kepiro slapp undan
at fara í fongsul, tí ungarsk
ir fasistar fríaðu hann og
hjálptu honum at flýggja
til Argentina aftan á krígg
ið.
Nú hava serbisku mynd
ugleikarnir gjørt av at taka
málið uppaftur, hóast tann
gamli løgreglumaðurin og
hermaðurin er vorðin 94
ára gamal. Sjálvur hevur
Sandor Kepiro sýtt fyri at
koma til Beograd, og eins
og í 1944 heldur hann
uppá, at hann er ósekur.
94 ára gamal
ákærdur fyri
krígsbrotsverk
Pakistanskir hermenn skutu
eftir NATO-tyrlum
Pakistanski forsetin hevði
eina mynd av konu síni,
Benazir Bhutto, við á
røðarapallin í ST
Mynd: Polfoto
Floksfelagarnir hjá Bush
vrakaðu hansara bjargingarætlan
Frá fundinum í Hvítu Húsunum. Uttast til vinstru sæst John McCain og uttan til høgru Barrack Obama
Mynd: Polfoto)
Pyramidan í París verður
200 metrar høg
Mynd: AFP