Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-26, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. september 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 185 - 26. september 2008 27 tíðindi Altjóða- og uttanríkismál Altjóða virksemi Fyri at vaksa um búskapin og harvið tryggja vælferðina, verður áherðsla løgd á at føra ein virknan uttanríkispolitikk og altjóða handilspolitikk. Hildið verður fram at vaksa og menna møguleikar okkara í altjóða høpi við at knýta sam­ bond, skapa bestu marknaðar­ atgongdir og vinna okkum fríhandils­ og samstarvstarvs­ avtalur. Umboðanin í millum­ tjóða felagsskapum verður styrkt. Umráðandi er at fáa okkum nøktandi royndir á uttanríkis­ politiska økinum. Tí verð­ ur umboðan Føroya mótvegis umheiminum áhaldandi styrkt í samstarvi við onnur fyri at náa málinum um vaksandi vinnu­ møguleikar og harvið øktum búskaparligum vøkstri. Uttanríkisráðið ger samstarvs­ avtalu við danir og onnur norður­ lond um at nýta teirra sendi­ stovur kring allan heim. Møgu­ leikarnir verða gagnnýttir fyri at útbúgva føroyingar á hesum sendistovum. Sendistova verður latin upp í Moskva fyri at røkja okkara handilsligu áhugamál við Russland. Vit skulu áhaldandi gerast virknari í menningarsamtarvi. Føroyar skulu vera sjálvstøð­ ugur limir í Norðurlandaráðnum. Nýggjur Evropapolitikkur Nýggjur Evropapolitikkur verður skipaður. Hann hevur til enda­ máls, at Føroyar og Evropa skulu nærkast í nýggjum og tøttum samstarvi. Tvey kanningar­ og útgrein­ ingararbeiði skulu fáast frá hondini skjótast gjørligt: Verandi kanningararbeiðið um møguleikan fyri EFTA­limaskapi verður væntandi liðugt innan eitt hálvt ár. Føroyar skulu taka lut í evropeiska samstarvinum um tey fýra frælsini – vørur, tænastur, kapital og arbeiðsmegi. Nýggi samstarvsleisturin skal eisini nøkta framtíðar tørv innan skúla og útbúgving, gransking, ment­ an, heilsufrøði, fólkaheilsu og annað. Føroyar skulu gerast partur av evropeiska flogferðslu­ sáttmálanum Samgongan vil vita og ikki gita um møguleikarnar fyri tættari sambandi við ES. Tí verður ein skjóttarbeiðandi serfrøðingabólkur settur at greina allar møguleikar fyri tilknýti til ES, herundir eisini hvørjar treytir eru fyri at gerast partur av ES. Við støði í frágreiðingini verður viðgjørt politiskt, hvussu víðari verður farið fram. Menningarsamstarv Ásannandi, at vit hava skyldu at vísa samhaldsfesti við umheimin, verður menningarsamstarvið framhaldandi útbygt og ment. Fíggjar- og búskaparmál Rembingarnar í altjóða og heimliga búskapinum kunnu hava við sær minkandi inntøkur í landskassan. Samgongan miðar tí ímóti at fáa avlop á fíggjarlógina, at føra ein varnan búskapar­ og fíggjarpolitik, at tálma sveiggjum í búskapinum og at víðka inntøkugrundarlagið. Endamálið er at fáa ein sterkan og sjálvberandi búskap. Tí vera hesi tiltøk sett í verk: · Langtíðarfíggjarætlanir verða gjørdar bæði fyri rakstur og løgur. · Játtanarskipan landsins verður endurskoðað. · Fíggjarlógararbeiðið verður skipað við støði í einum árligum orðaskifti um politisku/búskaparligu raðfestingarnar hjá landsstýrinum. · Grunnur verður settur á stovn til møguligar oljuinntøkur og SAMGONGUSKJAL millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin Altjóðagerð, Sjálvbjargni og Samhaldsfesti Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin eru samdir um at skipa politiska samgongu á løgtingi og at skipa landsstýri. Samgongan hevur sett sær fyri at skapa stabil viðurskifti í samfelagnum og at reka ein virkisfýsnan, sjálvbjargnis og samhaldsfastan politikk. Føroyar skulu sambært egnum mentunarligum, vinnuligum og landafrøðiligum fortreytum gerast partur av altjóða samfelagnum, sum dregur fólk og íløgur til sín. Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins og Jóannes Eidesgaard, formaður Javaðarfloksins skriva undir nýggja samgonguskjalið hjá ABC samgonguni. Hetta er fyrstu ferð, at Jørgen Niclasen og Kaj Leo Johannesen skriva undir samgonguskjal sum floksformenn Mynd: Jens Kristian Vang ➘