Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-26, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. september 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 185 - 26. september 2008 inntøkur frá einskiljingum. Reglur um inn- og útgjald skulu útgreinast. · Avtalur verða gjørdar árliga við kommunur og kommunal samstarvsøki um bindandi fíggjarkarm fyri rakstur og løgur. · Arbeitt verður við at gera eina kommunala útjavningarskipan. · Serskipanir í skattaskipanini verða eftirmettar við atliti til, um tær eru gagnligar fyri búskapin. · Progressiviteturin í skattaskipanini verður varðveittur. · Skattasteðgur verður á lønarinntøkum. Samtykta broytingin í skattastiganum pr. 1. januar stendur tó við, og lætti verður givin við at taka sjúkrakassagjaldið av. · MVG-afturberingin í sambandi við sethúsabygging verður umløgd, so eggjað verður til at fremja orkusparandi tiltøk í samband við íbúðar- og sethúsabygging. · Rentustuðulin verður endurskoðaður. Hægsta mark fyri stuðul fyri hvørt matrikulnummar verður ásett, stuðulin verður lækkaður fyri nýggj lán og kannað verður, hvussu stuðulin til verandi lán stigvíst kann lækkast. Rentustuðul skal vera treytaður av, at lántakarin rindar avdráttir av láninum og verða avmarkaður til ávist áramál. · Lóggáva um nýggja eftirlønarskipan verður gjørd. · Fyri at tryggja, at fíggjarorka landskassans verður gagnýtt á mest skynsama hátt, verður farið undir at endurskoða almenna raksturin eftir hesum leisti: 2009: Almannamál, 2010: Skúla- og mentamál, 2011: Vinnu- og tilfeingismál. Samgongan er somuleiðis samd um at fremja hesi vælferðarpolitisku átøk á fíggjarøkinum: · Barnafrádrátturin verður hækkaður. · Sjúkrakassagjaldið verður avtikið. Serlig innkrevjingar- skipan verður gjørd fyri fólk í DIS, FAS og øðrum líknandi skipanum. Samfelagsíløgur Grundstøðið undir búskapinum er framleiðsluvirðið í landinum. Politiska endamálið við fíggjar- og búskaparpolitikkinum er at geva øllum borgarum javnbjóðis møguleikar, at vælferðin hjá føroyingum verður ment, at samfelagnum verður tryggjað eitt trygt støði fyri menning og sjálvbjargni, at neyvt samsvar verður millum privat og alment fyritakssemi og íløgur, og at vinnuni verður tryggjað kappingarføri. Við verandi búskaparstøðu er neyðugt, at tað almenna ger íløgur, ið kunnu vera við til at seta gongd á virksemið kring landið. Fimm tær tyngstu íløgurnar fyri samfelagið eru hesar: · Landssjúkrahúsið: Hildið verður fram við út- og umbyggingini av Landssjúkrahúsinum. · Skúladepilin í Marknagili: Endalig byggiskrá, kostnaðarmeting og fíggingarháttur verða gjørd, so arbeiðið upp á skúlan kann byrja sum skjótast. · Flogvallarviðurskiftini: Ætlanin um at leingja flogvøllin verður framd, eins og kanningar viðvíkjandi alternativum flogvallarmøguleikum halda áfram. · Sandoyartunnilin: Arbeitt verður víðari við verkætlanini at gera fast samband um Skopunarfjørð herundir við at finna fíggingarleist. Tá liðugt er at gjalda til Norðoyatunnilin næsta ár, verður samsvarandi árlig upphædd flutt til Sandoyartunnilin, og farið verður í gongd í 2011 · Skálafjarðartunnilin: Farið verður undir samráðingar við privata felagið um gerð av Skálafjarðartunlinum. Stjórnarmál Stjórnarskipan Arbeiðið við stjórnarskipanini heldur fram í grein 25 nevnd umboðandi allar flokkar á tingi. Yvirtøkur Endamálið við øllum yvirtøkum er at fáa lóggávumyndugleika á økjum, sum vit ynskja at fáa at virka eftir politiska viljanum her heima. Tí verða hesi mál yvirtikin: · Flogferðsla og umsiting av loftrúminum · Ídnaðarhugverksrættur – patent o.a. · Fíggjarrættur · Útlendingamál · Upphavsrættur · Sakførarastarvssemi · Sjórættur, loðs, uppmerking og vitaverk · Revsirættur · Persóns-, húsfólka- og arvarættur Fyrireikingar verða gjørdar til at seta føroysku veðurtænastuna í verk Ríkisveiting Ásannandi, at tað er umráðandi fyri samfelag okkara at vaksa seg til ein sjálvberandi búskap, er semja millum flokkarnar um, at ríkisveitingin verður lækkað við 15 prosentum av reella inntøkuvøkstrinum av skattum og avgjøldum hjá landskassanum við støði í meðal vøkstrinum seinastu 5 árini. Skipanin kemur í gildi í sambandi við fíggjarlógina fyri 2010. Rættartrygd og lógarmál Útlendingamál Útlendingamálið skal yvirtakast. Orðaður verður politikkur, ið hevur til endamáls, at útlendingar fáa holla kunning um rættindi og skyldur. Lógardygd Dentur verður lagdur á at menna dygdina í lógarverki okkara, serliga við atliti at rættartrygd borgaranna, og at lógarverkið verður dagført og nútímansgjørt. Rættartrygd Samgongan fer at styrkja rættarstøðu og rættartrygd hjá ymiskum samfelagsbólkum, har lóggávan ikki veitir neyðuga trygd, tí hon ikki er dagførd ella neyðugar lógarásetingar ikki eru gjørdar. · Fyri menningartarnað skal sonevnda verjumálslógin og tilknýttar ásetingar í revsilógini dagførast sum skjótast, eins og greiðar fyriskipanir skulu gerast fyri virkseminum á stovnum og sambýlum. · Nýggja sálarsjúkulógin skal samtykkjast og setast í verk sum skjótast. · Rættindi hjá brekaðum skulu ásetast í lóg fyri seg, eins og ST-sáttmálin fyri brekað verður settur í gildi fyri Føroyar. · Rættindi hjá gomlum skulu ásetast í serstakari eldralóg. · Rættindi hjá brúkarum skulu styrkjast við lógardag- føringum og nýggjum lógarásetingum Fiskivinnu- og tilfeingismál Burðardygg fiskivinna Allar tilfeingisvinnur skulu vera lívfrøðiliga, fíggjarliga- og umhvørvisliga burðardyggar og geva størst møguligt búskaparligt avkast. Hildið verður fast við fisk- dagaskipanina. Arbeitt verður víðari við at gera neyðugar tillagingar av skipanini. Arbeitt verður áhaldandi við at fáa lívfrøðiligu ráðgevingina at hvíla á so neyvum grundarlagi sum gjørligt. Økis- og gýtingar- friðingarnar verða varðveittar og støðugt eftirmettar við atliti at verju av høvuðsfiskasløgunum. Miðað verður eftir at gagnnýta alt tilfeingið, so at allir úrdráttir av veiddum fiski koma til virkingar og gagns í fram- leiðsluni. Umráðandi er at menna samstarv og forstáilsi millum vinnu og serfrøði. Endurskoðan av fiskirættindum Skipað verður fyri, at fult gjøgnumskygni verður við fiskirættindunum, soleiðis at brúksskyldur fylgja við brúksrættinum til fiskatilfeingið. Sett verður skipanarnevnd at orða tilmæli til politiska myndugleikan um ta skipan, sum skal vera galdandi, eftir at øll fiskiloyvi sambært løgtings- samtykt fella aftur til landið í 2018. Nevndin skal eisini viðgera spurningin um útlendska kapitalpartin í vinnuni og spurningin um brúksskyldu og umsetiligheit av fiskidøgum. Arbeiðið skal vera liðugt í seinasta lagi á ólavsøku 2010. Miðað verður eftir at gera skipanina fyri útróður einfaldari. Royndarveiða eftir ótroyttum fiskasløgum verður ment. Fiskiveiðieftirlitið verður hert. Betraðir veiðumøguleikar Menningarætlan verður gjørd fyri veiðumøguleikar uttan fyri føroyskt sjóøki. Virðisøking Fiskiríkidømið eigur í mest møguligan mun at virðisøkjast í føroyskum øki. Hagreiðingin skal fara fram á slíkan hátt, at mest møguligt fæst fyri vøruna. Flutningskostnaður av rávøru skal sum minst darva kappingar- førinum hjá vinnulívinum í útjaðaranum. Trygd á sjónum Skipaeftirlitið verður raðfest við atliti at altjóða samstarvi og dagføring av regluverki. Hølistrupulleikarnir hjá Trygdarmiðstøðini verða loystir. Landbúnaður Landbúnaðarlóggávan verður eftirmett, og neyðugar broytingar gjørdar. Alivinnan Alivinnan skal vera grundarlag undir víðari menning av dygdarvørum, sum skapa inntøkur í altjóða kapping. Sandoyggin skal vera lívfiskaøki. Kolvetni Út frá tí arbeiði, sum gjørt er á landgrunninum, og teimum møguleikum, sum eru fyri at finna kolvetni, er umráðandi við støðugum leitivirksemi. Vinnupolitikkur Vinnan er grundarlagið undir vælferðini, og neyðugt er at tryggja framhaldandi menning í tøttum samstarvi við vinnuna. Tí skal vinnupolitikkurin hava sum endamál at tryggja fjølbroyttari inntøkugrundarlag, at slóða fyri betri maknaðar- atgongd og tryggja støðug og álítandi viðurskifti. Allar tilfeingisvinnur skulu vera lívfrøðiliga, fíggjarliga og umhvørvisliga burðardyggar. Ein fortreyt fyri góðum vinnu- møguleikum er tíðarhóskandi ferðasamband bæði loftvegis og sjóvegis. Miðað verður ímóti at menna vinnuligan vøkstur m.a. við: · gransking og menning, t.d. innan kunningartøkni, ílegu- og biotøkni · íverksetaraátøkum · førleikamenning av arbeiðsmegini · betri marknaðaratgongd · útlendskum íløgum · betri hagtalsgrundarlagi · kappingarførari FAS skipan · styrktari vinnugransking Útflutningsframi Hildið verður fram við arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar í útflutnings- og ferðavinnuhøpi, soleiðis at vit fáa greiðan kappingarsamleika. Skipanin av hesum arbeiði verður endurskoðað. Ferðavinnan Ein yvirskipað ætlan fyri menning og marknaðarføring av Føroyum og ferðavinnuni verður gjørd, so hon kann gerast vinnuligt íkast fyri alt landið. Vakstraravtala skal gerast fyri at styrkja ferðavinnuna. Avtalur skulu gerast um, hvat hvør einstakur aktørur skal taka sær av. Mentanarútflutningur Nýggir útflutningsmøguleikar innan eitt nú tøknilig framtøk, tónleik og list verða stuðlaðir. Harumframt verða ítróttur og list nýtt sum marknaðarføringarátøk fyri aðrar vinnur. Einskiljingar Einskiljingartilgongdin heldur fram. Einskiljingar kunnu fremjast, tá tær eru til gagns fyri samfelagið og vinnubygnaðin. Vinningur av einskiljingum fer til konsolidering og í grunn. Útlisiteringar Almennar tænastur - tó ikki tær, sum fevna um kjarnutænastur innan vælferðarøkið - kunnu