fríggjadagur 26. september 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 185 - 26. september 2008
29
tíðindi
verða bodnar út til privat feløg at
reka, har hetta gevur fíggjarligan
og tænastuligan fyrimun.
Brúkaraviðurskifti
Til tess at tryggja rættindi
borgaranna verða nýggj keypilóg,
lóg um fastognarkeyp og
meklaravirksemi samtykt.
Ferðslutrygd
Arbeiðið at skapa trygg
ferðsluviðurskifti heldur fram.
Fyrireikingar verða gjørdar at
gera hálkubreyt. Dentur verður
lagdur á at minka um
ferðsluvanlukkur og miða ímóti,
at eingin skal lata lív í ferðsluni.
Arbeiðsmarknaðarmál
Barsilsskipan
Barsilsskipanin skal
framhaldandi betrast fyri
foreldrini og gerast smidligari.
Miðast skal ímóti, at hon verður
longd upp í eitt ár.
Eftirlønarviðurskifti
Arbeiðsmarknaðareftirlønargrun
nurin verður styrktur, soleiðis at
útgjaldið úr Samhaldsfasta kann
hækka munandi. Nýggj
eftirlønarskipan, ið byggir á
uppsparing hins einstaka og á
lívrentuhugtakið, verður sett í
verk.
Seming
Nýggj lóg verður gjørd um
seming á arbeiðsmarknaðinum.
Javnstøða
Virkað verður fyri javnstøðu á
arbeiðsmarknaðinum, í politikki
og samfelagnum annars.
Arbeiðsloysisskipanin
ALS-skipanin verður
endurskoðað viðvíkjandi
útgjaldinum, millum annað við
atliti til sjófólk og
førleikagevandi útbúgvingum
fyri ófaklærd.
Útlendsk arbeiðsmegi
Skipaður verður ein smidligur
arbeiðsmarknaður, har vinnan
kann fáa útlendska arbeiðsmegi
eftir tørvi. Lóggávan á økinum
verður yvirtikin og skipað
soleiðis, at hon á bestan hátt
tænir arbeiðsmarknaðinum.
Útbúgving
Grundstøðið undir einum væl
virkandi samfelag er ein góð
útbúgvingarskipan, og tí verður
alstórur dentur lagdur á
útbúgving frá barnagarði til
hægri lestur.
Pedagogiska økið og fólkaskúlin
Nýggir lógarkarmar verða gjørdir
fyri pedagog- og lærara-
útbúgvingarnar, og fyrireikingar
verða gjørdar til eina pedagoghjá
lparaútbúgving.
Eftirútbúgvingardepil verður
skipaður á Læraraskúlanum, har
møguleiki eisini verður at
útbúgva lærarar at undirvísa
børnum við serligum tørvi, eitt
nú innan orðblindni og autismu.
Skiftið frá barnagarði til skúla
verður styrkt við formligum
samstarvi millum barnagarð og
fólkaskúla, og ítøkiligar
menningarætlanir verða gjørdar
til næmingar við serligum tørvi.
Miðað verður eftir at styrkja
byrjunarundirvísingina við m.a.
menningarætlanum og
tvílæraraskipan í 1. flokki.
Samtyktar lógarbroytingar á
fólkaskúlaøkinum verða miðvíst
settar í verk, m.a. at gera felags
lesiætlanir fyri alt landið, at
dagføra og styrkja eftirmetingina
at skipa undirvísingartilboð til
atferðartruplar næmingar og at
halda fram við námsfrøðiligari
gransking.
Ársverkið í fólkaskúlanum
verður eftirmett, og neyðugar
tillagingar gjørdar.
Betri samstarv skal fáast
millum fólkaskúla og miðnám,
og miðað verður eftir at skipa 10.
flokk í størri eindir, møguliga í
samstarvi við vinnu- og
miðnámsútbúgvingarnar.
Arbeitt verður víðari við ætlan
um eftirskúla.
KT í fólkaskúlanum skal vera
natúrligur partur av námsfrøðini
og sjálvsagdur partur av
læraraútbúgvingini. Dentur skal
leggjast á at útvega føroyskt
undirvísingartilfar.
Sernám
Hildið verður fram at um- og
samskipa tað sernámsfrøðiliga
økið fyri at betra tænastuna
mótvegis borgaranum, og
greiningarmiðstøð skal skipast í
samstarvi millum
Mentamálaráðið og Almanna- og
heilsumálaráðið.
Ljós verður varpað á
orðblindni og viðurskiftini hjá
tunghoyrdum.
Miðnám
Tær gymnasialu
miðnámsútbúgvingarnar verða
dagførdar og mentar sambært
álitinum frá 2007.
Farið verður undir at dagføra
og menna yrkisútbúgvingarnar,
herundir matvøru-, kokka- og
tænastuútbúgvingar.
Førleikagevandi útbúgvingar
fyri vaksin verða skipaðar kring
landið.
Hægri lestur
Menningin av Fróðskaparsetri
Føroya heldur fram, soleiðis at
setrið fær betri hølis-
, undirvísingar- og
granskingarumstøður og fleiri
útbúgvingartilboð. Møguleiki
skal eisini vera fyri fjarlestri.
Nýggjar útbúgvingar verða
skipaðar á hægri stigi so sum
útbúgving innan seafood-
management.
Vinnuháskúlin verður mentur
til eisini at kunna skipa
útbúgvingar á bachelor-stigi.
Nevnd verður sett at kanna
møguleikarnar fyri at leggja allar
maritimar útbúgvingar saman á
einum stað.
Gransking og ES-samstarv
Gransking, menning og nýskapan
verða tryggjað bestu kor, og
Granskingargrunnurin verður
styrktur. ES-granskingar-
samstarvið verður ment.
Lestrarstuðul
Lestrarstuðulsskipanirnar verða
endurskoðaðar. Kannað verður,
hvussu lestrarstuðulsskipan kann
gerast til fjarlesandi.
Mentan
Rikin verður ein virkin
mentanarpolitikkur, og málini í
Visjón 2015 “Mál og Vegir” eiga
stigvíst at verða sett í verk.
Mentanargrunnur landsins verður
styrktur, og týðing og tónlist
verða raðfest.
Farið verður undir fyrireikingar
til tjóðleikhús.
Tiltøk at menna og tryggja
mentanararvin verða sett í verk. Í
hesum sambandi verða
hølistrupulleikarnir hjá
søvnunum loystir.
Tiltøk verða gjørd fyri at verja
um søguliga arv okkara, m.
a.bandatilfar, føroysk húsdjóra-
sløg, krígsminni og hvalastøðina.
Kringvarpið og sendinetið
Fíggingin av kringvarpinum
(kringvarpsgjaldið) verður
endurskoðað.
Public-service sáttmáli verður
beinanvegin gjørdur við
Kringvarpið.
Deyvatulkingin skal styrkjast.
Ungdóms- og ítróttarmál
Sett verður nevnd at orða ein
ungdóms- og ítróttarpolitikk.
Miðað verður eftir at stuðla
føroyskum limaskapi í millum-
tjóða ítróttarfelagsskapum eins
og luttøku í millumtjóða
kappingum.
Føroyar eiga at vera sjónligar í
altjóða ítróttarsamstarvi, taka
ábyrgd og hýsa altjóða tiltøkum.
Frítíðarfelagskapir verða
stuðlaðir í sambandi við
millumtjóða virksemi.
Úrvalsítróttur og úrvals-
ítróttarfólk verða stuðlað.
Føroyskt mál skal styrkjast
Samgongan fer í mest møguligan
mun at fylgja tilmælunum frá
Málstevnunevndini.
Føroyskt mál skal inn á
fartelefonir og teldur.
Stuðul verður veittur til
framleiðslu av margmiðlatilfari
(spølum, videofilmum o.ø.) til
børn.
Fólkakirkjan
Arbeiðið við at gera føroyskt
lógarverk heldur fram í samstarvi
við allar partar í Fólkakirkjuni.
Almannamál
Vælferð og trivnaður hjá øllum
samfelagsbólkum er ein
avgerandi fyritreyt fyri einum
góðum samfelag í framhaldandi
menning. Vit skulu skapa betri
umstøður, so vit í Føroyum
framhaldandi kunnu hava ein
høgan burðartíttleika, fólkið
kann støðast og trívast, og
útisetar koma heimaftur, m.a. við
at betra umstøðurnar hjá ungum
familjum og forsyrgjarum
annars, betri bústaðar-
møguleikum,og betri
møguleikum fyri samvirkan
millum familjulív og arbeiðslív.
Eisini skulu vera betri umstøður
fyri ættleiðing.
Sosialfrøðilig gransking
Almannapolitiska
vitanargrundarlagið skal styrkjast
við at fáa gongd á sosialfrøðiliga
gransking, m.a. við phd-
verkætlanum í almannaverkinum.
Nýggj almannalóggáva
Almannaskipanirnar skulu
háttast so, at fólk í mest
møguligan mun kunnu hava ein
virknan leiklut í samfelagnum.
Nýggj føroysk forsorgarlóg
verður smíðað til tess at tryggja
korini hjá fólki við skerdum
uppihaldsmøguleikum og hjá
førleikatarnaðum. Har skal eisini
ásetast eitt minstamark fyri
uppihaldstørvi. Arbeiðið skal
verða liðugt í 2011.
Atkoma hjá førleikatarnaðum
Rættindi hjá brekaðum verða
tryggjað við lógarásetingum.
Atkoma hjá førleikatarnaðum til
almennar eins væl og privatar
bygningar skal tryggjast í
nýggjari byggireglugerð.
Rúmligur arbeiðsmarknaður
Arbeiðsmarknaðurin skal gerast
rúmligari við at gera betri
skipanir m.a. um vard størv og
endurbúgving, so fólk við
skerdum førleika fáa betri
atgongd til at vera virkin á
arbeiðsmarknaðinum og í
samfelagnum annars. Almenni
setanar- og starvsfólka-
politikkurin skal eisini viðvirka
til hetta, eins og almenn
arbeiðspláss yvir ávísa stødd
skulu binda seg til at taka fólk í
vard størv.
Barna- og ungdómsrættindi
Barna- og ungdómsráð verður
skipað við umboðum frá feløgum
og fakfólkum. Lógin um
barnavernd verður endurskoðað.
M.a. skulu møguligir fyrimunir
lýsast við at samskipa alt
barnaverndarøkið undir einum
felagskommunalum
myndugleika.
Umstøður skulu skapast fyri, at
børn við víðfevndum sálarligum
ella likamligum breki og børn
við atferðar ella tilknýtis-
trupulleikum í minst møguligan
mun verða send av landinum,
men heldur kunnu fáa nøktandi
menningartilboð í Føroyum.
Bústaðir til fólk við serligum
tørvi
Farið verður undir at fremja
íløguætlan fyri nýbygging og
nútíðargerð av bústøðum til fólk
við serligum tørvi, tað veri seg
menningartarnaðum,
sinnisveikum ella børnum og
ungum við tørvi fyri serligari
umsorgan.
Eldrarøktin
Í eldrarøktini verður hildið fram
➘
Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisins, fyrrverandi
landsstýrismaður og komandi fólkatingsmaður prátar
við starvsfelagan á Christiansborg, Edmund Joensen,
sum er fyrrverandi formaður Sambandsfloksins og
fyrrverandi løgmaður
Mynd: Jens Kristian Vang