fríggjadagur 26. september 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 185 - 26. september 2008
tíðindi
við at stuðla bygging av
røktarheimum og sambýlum,
soleiðis at tørvurin fyri
búplássum til røktarkrevjandi
verður nøktaður í samgongu
skeiðinum. Nýggj eldralóg skal
gerast til tess at tryggja rættindi
og tænastur fyri eldri. Styrkt
verður um starvsfólkaorkuna og
trivnaðin í eldrarøktini.
Pensjónsviðurskifti
Lógarverkið um almanna
pensjónir og samhaldsfasta
eftirlønargrunnin skal
endurskoðast, so pensjónirnar
kunnu betrast. Í fólkapensjónini
skulu broytingar gerast sambært
tilmælinum frá eftirlønar
bólkinum, m.a. skal
samansetingin viðvíkjandi
grundupphædd og viðbót
broytast og mótrokningin av
aðrari inntøku lækkast.
Bústaðarætlanin
Bústaðarpolitiska ætlanin hjá
ABCsamgonguni verður framd.
Tað snýr seg um lutaíbúðalóg við
tilknýttum broytingum í mvglóg
og rentustuðulslóg, leigulóg við
tilknýttum broytingum í skatting
av leiguinntøkum og umskipan
av Húsalánsgrunninum.
Heilsumál
Í heilsuverkinum skulu fyri
byrgjandi, viðgerandi og
røktarligu heilsutænasturnar
styrkjast m.a. við bygnaðarligum
broytingum og samskipan.
Dygdarmenning av
sjúkrahúsverkinum
Sum høvuðsstovnur í heilsu
verkinum skal sjúkrahúsverkið
dygdarmennast og nútímans
gerast sambært álitinum um
Framtíðar sjúkrahúsverk. Í
høvuðsheitum skal hetta bera í
sær, at:
· Sjúklingar skulu hava betri
tænastu, sjúklingaumboð
setast, viðgerðarætlanir gerast
fyri høvuðssjúkuøkini, og
bíðitíðirnar styttast stigvíst
móti tveimum mánaðum.
· Strategiskar menningarætlanir
skulu gerast fyri
heilsustarvsfólk við størri
denti á eftirútbúgving og
áhaldandi førleikamenning.
· Sjúkrahúsini skulu
samskipast til betur at kunna
virka sum ein eind, bæði við
yvirskipaðari leiðslu og við at
skipa tvørgangandi funktiónir
millum sjúkrahúsini.
· Sjúkrahúsverkið skal knýtast
at viðurkendari
góðskustýringarskipan fyri at
tryggja, at sett mál um dygd
og trygd verða rokkin og
støðugt eftirmett.
· Fastar mannagongdir skulu
skipast um samskifti og
samstarv um einstaka
sjúklingin millum
sjúkrahúsini, kommunulæknar
og Nærverkið.
· Samstarvið við sjúkrahús
uttanlands skal víðkast.
Reglurnar fyri visitatión til
viðgerð uttanlands verða
endurskoðaðar.
· Nútíðargerð av Landssjúkra
húsinum heldur fram sambært
langtíðarætlan. Viðv.
Klaksvíkar sjúkrahúsi verður
arbeiðsbólkur settur at gera
eina tilráðing um nútíðargerð.
· Arbeiðið við at seta í verk
Talgildu Heilsuskipanina fyri
sjúkrahúsini og
kommunulæknaskipanina skal
fulførast í 2009.
· Fíggjarstýringin og gagnnýtsl
an av tilfeinginum skal
effektiviserast út frá
niðurstøðunum í sonevndu
búskettanalysuni av
sjúkrahúsunum.
Uppafturvenjing
Sambært álitinum um
Endurvenjing fyri fólk við
førleikatarni skal uppafturvenjing
skipast kring landið sum serlig
eind undir Nærverkinum. Í tí
sambandi skulu Klaksvíkar og
Suðuroyar sjúkrahús verða
miðstøðir fyri uppafturvenjingini.
Barnatænastan
Barnatænastan skal styrkjast til
betur at kunna røkja øktar
uppgávur sambært lógini um
fyribyrgjandi heilsutænastur fyri
børn og ung.
Kommunulæknaskipan
Kommulæknaskipanin verður
endurskoðað og styrkt, herundir
eisini kommunulæknavaktin.
Fólkaheilsuætlanin
Sambært Fólkaheilsuætlanini
skal Fólkaheilsuráðið styrkjast
fyri at kunna skipa fyri hesi
uppgávu. Tilboð um fyri
byrgjandi heilsukanningar skal
veitast øllum í miðal aldri.
Heilsuátøk skulu fremjast fyri
øktum likamsvirkni og
heilsugóðum kosti, eins og
fyribyrgjandi átøk móti
rúsdrekka og rúsevnismisnýtslu.
Heilsufrøðilig gransking
Heilsufrøðiliga granskingin
verður styrkt, bæði við
ílegugransking og við at skapa
betri møguleikar fyri phd
granskingverkætlanum í
heilsuverkinum.
Fyribyrgjandi átøk móti krabba
Út frá niðurstøðunum í
arbeiðinum við krabbameinsheil
darætlanini verða fyribygjandi
kanningar settar í verk.
Sjúkrakassaskipan
Sjúkrakassaskipanin skal
nútímansgerast og sjúkrakassa
gjaldið takast av.
Sjúklingahotell
Umstøðurnar hjá sjúklingum,
sum verða sendir til Keyp
mannahavnar til viðgerðar, verða
bøttar.
Samferðsla- og
samskiftismál
Landsstýrið hevur skyldu at
tryggja hóskandi ferðasamband
kring alt landið. Eitt væl útbygt
og væl virkandi samferðslukervi
hevur alstóran týdning fyri
trivnaðin í útjaðaranum og fyri
vinnuna og trivnað í landinum
sum heild.
Langtíðar samferðsluætlan
Samferðsluætlanin 20082020
verður viðgjørd politiskt, og
íløgur verða raðfestar út frá
henni. Langtíðar íløgukarmar og
landsfevnandi útbyggingarætlan
viðvíkjandi framtíðar samferðslu
kervinum verður orðað og
samtykt.
Arbeitt verður við at finna leist
fyri fígging av samlaða
samferðslukervinum, soleiðis at
allir borgarar í landinum verða
javnt settir viðvíkjandi
flutningskostnaðinum.
Atkomuviðurskiftini á útoyggj
skulu betrast.
Rørslutarnað í ferðsluni
Umstøðurnar hjá rørslutarnaðum
í samferðsluni skulu betrast
vísandi til STsáttmálan fyri
brekað.
Kommunumál og
økismenning
Økismenning og
útoyggjapolitikkur
Sum liður í miðvísum
økismenningarpolitikki verða
nýggir almennir stovnar lagdir
úti um landið, har tað kann
gerast við fyrimuni.
Ein endalig loysn skal verða
funnin viðvíkjandi orkutørvinum
á útoyggj. Miðað verður eftir at
knýta royndir við varandi orku
saman við hesum.
Við støði í Visjón 2015
ætlanini og álitunum um
útoyggjapolitikk og økismenning
verður ætlan løgd fyri, hvussu
tilmælini verða fylgd.
Menningarætlan verður gjørd
fyri hvørja oyggj sær.
Kommunureformur
Samgongan fer undir ein
kommunureform vísandi til
samtykta talið av kommunu
eindum. Reformurin verður
settur í verk 1. januar 2011.
Innihaldið í reforminum er
fíggjarlig útjavningarskipan,
blokkstuðul og flyting av
ábyrgdarøkjum frá landi til
kommunur.
Kommissión, sum skal vera
liðug á ólavsøku 2009, verður
sett at fyrireika:
· Útjavning
· Blokkstuðul
· Allýsing av ábyrgdarøkjum, so
sum eldraøkið, fólkaskúlin,
vegakervið og aðrar uppgávur,
sum kunnu flytast kommunum
at umsita
Broytingarnar í kommunu
bygnaðinum skulu geva øllum
økjum í landinum møguleika fyri
at mennast í javnvág.
Umhvørvi, orka og
náttúruvernd
Vit eiga at taka ábyrgd av
tilfeingi og umhvørvi. Miðvís
ætlan verður løgd fyri at minka
um luftdálkingina, sum hevur til
endamáls, at vit lúka altjóða krøv
um niðurskurð í útláti av
verðurlagsgassum. Serliga verður
hugsað um Kyoto og um ta
avtalu, ið verður gjørd í
Keypmannahavn í 2009.
Reinorkubúskapur
Miðað verður eftir at flyta
Føroyar yvir í ein reinorku
búskap. Miðvís tiltøk verða sett í
verk til tess at gera tað møguligt.
Alt alment byggarí eigur at
ganga á odda við reinari orku.
Orkuráð
Orkuráð verður skipað til tess at
ráðgeva og upplýsa borgarar og
vinnu um orkusparandi og
umhvørvisvinarliga bygging.
Krøv verða sett til bjálving, og
virkað verður fyri, at vinna bæði
á sjógvi og á landi fylgir altjóða
mátum fyri orkunýtslu.
Varandi orkukeldur
Varandi orkukeldur skulu
mennast, eitt nú sjóvarfalsorka,
vindorka, sólorka, alduorka,
vatnorka og jarðhiti. Yvirskipaði
orkupolitikkkurin eigur at vera
ein landspolitisk uppgáva.
Agenda 21
Til tess at menna samstarvið
millum land og kommunu á
umhvørvis og veðurlagsøkinum
verður Agenda 21 verkætlanin
styrkt.
Náttúruvernd
Nýggj náttúruverndarlóg verður
samtykt, lendisskipanir verða
gjørdar, eins og ein landsplanur
verður orðaður, ið leggur upp
fyri framhaldandi útbygging av
landinum eins og náttúruvernd
og vernd av søgu
mentunararvinum.
Samskipandi tilbúgvingarleiðsla
Nýggj tilbúgvingarlóg verður
gjørd. Tilbúgvingarmyndugleikin
verður greitt skipaður, so
samskipandi tilbúgvingarleiðslan
er á einum stað, og ábyrgdarøkini
og avgerðarrætturin eru greið.
Umhvørvisavgjøld
Umhvørvis og
avgjaldspolitikkurin má knýtast
saman til tess at røkka teimum
yvirskipaðu veðurlags og
umhvørvismálum, ið vit átaka
okkum. Revsingin fyri dálking á
landi og á sjógvi verður herd,
eins og skipanir, ið fyribyrgja
oljudálking, verða mentar.
Nýggja landsstýriskvinnan í
Innlendismálaráðnum, Annika Olsen,
sum er ættað úr Vági. Hon varð vald í
Tórshavnar Býráð í 2004 og á ting í 2008
Mynd: Jens Kristian Vang