fríggjadagur 26. september 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 185 - 26. september 2008
31
tíðindi
Eftir at hava verið
bæði stórtingslimur,
uttanríkisráðharri,
forsætisráðharri og
stórtingsformaður
hevur Thorbjørn
Jagland gjørt av at
gevast í norskum
politikki og at royna
seg á tí evropeiska
pallinum ístaðin fyri
Útlond
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Týsdagin boðaði Thorbjørn
Jagland uppstillingarnevnd
ini hjá Arbeiðaraflokkinum
í Buskerud frá, at hann ætl
ar sær ikki at stilla upp á
stórtingsvalinum næsta ár.
Boðini komu eitt sindur
óvart á hansara stuðlar, tí
upprunaliga hevði Jagland
sagt, at hann ætlaði sær at
taka eitt valskeið afturat í
Stórtinginum. Men ístaðin
fyri Stórtingið í Oslo ætlar
Jagland sær nú at átaka sær
aðalskrivarastarvið
í
Evroparáðnum.
Tað var stjórnin, sum
vendi sær til Thorbjørn Jag
land og spurdi, um hann
hevði áhuga í aðalskrivara
starvinum. Hetta merkir
ikki, at hann hevur fingið
ella fær starvið, tí í veruleik
anum er hann tað norska
evnið til eitt starv, sum
ivaleyst onnur lond fegin
vilja hava fatur á. Men
Jagland sjálvur heldur seg
hava ein góðan møguleika
at fáa tað, og eftir hansara
tykki er aðalskrivarastarvið
í Evroparáðnum tað trið
týdningarmesta av sínum
slagi í Evropa aftan á
aðalskrivarastarvið í NATO
og formansstarvið í ES
nevndini.
Hetta verður ein harður
dystur, men eg havi fingið
vissu fyri, at í týðandi støð
um var stórur áhugi fyri at
fáa meg at stilla upp, segði
Jagland á tíðindafundi í
Oslo týsdagin.
”Rotterace”
Í gjár helt ráðharranevndin
hjá Evroparáðnum fund, og
har varð formliga boðað
frá, at Noreg stillar Thor
bjørn Jagland upp sum
aðalskrivaraevni. Nú byrjar
so ”valstríðið”, sum verður
eitt av teimum drúgvu, tí
starvið sum aðalskrivari
verður ikki sett fyrr enn
tann 22. juni næsta ár. Tá
fæst at vita, at tann gamli
norski politikarin skal flyta
sítt arbeiðsstað úr Oslo til
Strasbourg. Kanska er tað
ein fyrimunur fyri Jagland,
at núverandi formaðurin í
ráðharranevndini
hjá
Evroparáðnum eitur Carl
Bildt, sum er svenskur uttan
ríkisráðharri.
Thorbjørn Jagland bleiv
forsætisráðharri,
tá
Gro
Harlem Brundtland fór frá,
men sambært honum sjálv
um fekk hann ikki stundir
til at fegnast um tað starvið.
Hetta tíðarskeiðið var merkt
av stríði millum hann og
Jens Stoltenberg, og sjálvur
hevur Jagland lýst hesa
tíðina sum ”ett av de største
rotteracene i norsk politisk
historie.
Eg fekk ikki tíð at gleð
ast um forsætisráðharra
starvið. Mær dámdi sera
væl starvið sum uttanríkis
ráðharri, og mær daámar
sera væl starvið sum stór
tingsformaður, segði hann
á tíðindafundinum í Oslo
fyrr í vikuni. Hann minti
samstundis fjølmiðlarnar á,
at hann bleiv valdur til floks
formann ikki færri enn
fimm ferðir.
Sett síni spor
Jens Stoltenberg, forsætis
ráðharri, var á STaðalfundi
í New York, tá Thorbjørn
Jagland kunngjørdi, at hann
hevur gjørt av at taka seg
burtur úr norskum politikki
og at royna seg á tí evrope
iska pallinum. Boðini komu
sjálvandi ikki óvart á Stolt
enberg, eftir sum tað júst er
stjórnin, sum hevur virkað
fyri at útvega Jagland undir
tøku til aðalskrivarastarvið.
Vit hava havt samband
við fleiri lond og kannað,
hvørjar møguleikar Jagland
hevur, áðrenn hann játtaði
av taka av, segði Stoltenberg.
Hann vildi ikki siga, hvørji
lond fara at styðja tað
norska valevnið, ella hvørji
lond Noreg hevur havt sam
band við, men tað skiltist,
at stjórnin hevur kunnað
Carl Bildt um gongdina.
Spurdur, hvønn lut Thor
bjørn Jagland hevur havt í
norskum politikki, svaraði
Stoltenberg stutt:
Jagland hevur sett síni
spor.
(Keldur: Aftenposten, NRK)
Thorbjørn Jagland
úr norskum
politikki
Fakta: Thorbjørn Jagland
• Thorbjørn Jagland er føddur í býnum Drammen í
Suðurnoregi tann 5. november 1950 og útbúgvin
búskaparfrøðingur.
• Hansara politiska lívsleið byrjaði í ungmanna
felagnum hjá Arbeiðaraflokkinum í Buskerud, og í
1973 varð hann valdur til formann. Frá 1977 til 1981
var hann formaður í Arbeidernes Ungdomsfylking
(AUF). Her kann verða nevnt, at sum ungdómsleiðari
hjá norska Arbeiðaraflokkinum var hann eina ferð í
Føroyum sum gestur hjá Sosialistiskum
Ungmannafelagi. Seinni gjørdist hann aðalskrivari í
Arbeiðaraflokkinum, og tað starvið røkti hann til
1992.
• Í 1992 bleiv Thorbjørn Jagland valdur til formann í
Arbeiðaraflokkinum, og hann sat í formansstarvi
num til 2002, sum Jens Stoltenberg tók við.
• Thorbjørn Jagland hevur sitið í Stórtinginum síðani
1993. Tvey skeið var hann formaður í
uttanríkisnevndini hjá Stórtinginum, og síðani 2005
hevur hann verið tingformaður.
• Thorbjørn Jagland gjørdist forsætisráðharri í
oktobur í 1996, tá Gro Harlem Brundtland legði frá
sær. Eitt lítið ár seinni gjørdu hann og stjórn
hansara av at fara frá, tí á stórtingsvalinum í 1997
fekk Arbeiðaraflokkurin ikki tey 36,9 prosentini av
atkvøðunum, sum Jagland hevði sett sær sum mál.
• Frá mars í 2000 til oktobur í 2001 var Thorbjørn
Jagland uttanríkisráðharri í teirri fyrstu stjórnini hjá
Jens Stoltenberg. Øll tey 16 árini í Stórtinginum
hevur Jagland verið sera virkin í tí
uttanríkispolitiska arbeiðinum, og hann hevur
millum annað verið limur og formaður í teirri
stórtingsnevndini, sum umsitur samstarvið við
Evropatingið.
• Thorbjørn Jagland hevur skrivað fleiri bøkur um
politisk viðurskifti, eitt nú bókina ”Min europeiske
drøm”, sum kom út í 1990.
Eftir 16 ár sum tinglimur, ráðharri og tingformaður boðar Thorbjørn Jagland frá avgerð síni at
gevast í norskum politikki (Mynd: Aftenposten)
Noreg hevur havt ein serligan leiklut í kreppuni í Miðeystri. Her er Thorbjørn Jagland á fundi við fyrrverandi palestinska leiðaran
Yasser Arafat (Mynd: Polfoto)
Ein álvarssamur forsætisrá
ðharri leggur frá sær eftir
stórtingsvalið í 1997
(Mynd: Polfoto)
Ikki øll hava verið líka fegin um tað, sum
Thorbjørn Jagland hevur sagt og skrivað, men
hann er og verður ein, sum lurtað verður eftir
(Håvard Nærum, politiskur viðmerkjari)